Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Fergie kann fáa dystarbann Alex Ferguson var alt annað enn mjúkur í orðavalinum, tá hann eftir javnleikin hjá Manchester United tosaði um dómaran, Alan Wiley. Millum annað segði Alex Ferguson, at dómarin als ikki var í nóg góðari venjing til at døma dyst í fremstu ensku deildini, og at hann tí als ikki megnaði at vera nóg nær teimum lyklastøðum, sum vóru í dystinum. Enska Fótbóltssambandið hevur áður boðað frá, at atfinningar móti dómarum verða sektaðar harðari í ár, og tí er vandi fyri, at Ferguson fær leikbann, skriva enskir miðlar. Portsmouth aftur selt Tað er bara ein mánaður síðani, at Sulaiman al-Fahim keypti meirilutan í enska Portsmouth, men longu nú stendru nýtt eigaraskifti fyri framman. Ætlandi skuldi al-Fahim tilføra felagnum góðar 400 milliónir krónur, men hetta er ikki hent, og í løtuni er felagið í vanda fyri at fara í gjaldssteðg. Alt bendir á, at Ali al-Faraj verður nýggjru eigari av felagnum, og sum skilst stendur hann til reiðar at útvega felagnum neyðuga gjaldførið. Jákup á Borg skrykti euro­ piska plássið úr hondunum á toftamonnum, tá hann sparkaði hornaspark beinleiðis í netið Tøgnin var helst tað, sum segði mest. Lars Müller hevði bríkslað fyri seinastu ferð, og við 1-1 javnleiki í Gundadali máttu toftamenn bíða eftir, hvussu leikur fór í Fuglafirði, har dysturin millum ÍF og NSÍ byrj- aði nakað seinkað. Toftamenn høvdu annars alla avgerðina í hondini sjálvir. B36 hevði kanska verið væl við í dyst- inum, men seinasta korterið tóktist luftin vera farin úr teimum. Ein støðug hóttan var tó hornaspørkini, sum Jákup á Borg tók í høgra borðið. Við einum hampuliga kraftigum loti undan, hevði Jákup hvørja ferð hamrað uttaru síðuna á bóltin, so hesin skrúvaði inn móti málinum, og tríggjar minuttir undan dystarloki bragdaði. Bólturin ferðaðist høgt og hart og beint í málið, og so kundi Vlada Filipovic bara iðra seg um, at hann ikki fekk jústað bóltin av vandaleið. Beinleiðis hornasparkið frá Jákupi staðfesti, at B36 fer ongan veg úr Vodafone-deildini. So hóast áskoðararnir tá vóru vitandi um, at KÍ var aftan fyri í sínum dysti móti EB/Streymi, so var fagnaðurin stórur á vøllinum. Hinvegin var talan um dýran bólt hjá B68. Tað skuldi vísa seg, at NSÍ fekk øll stigini við sær úr Fuglafirði, og so máttu toftamenn sanna, at europiskar avbjóðingar og tríkvarta milliónin, sum fylgir við hesum, ikki gjørdust nakað á hesum sinni. Høvdu møguleikan B68 hevði annars allar møguleikar at vissa sær atgongumerkini. Heilt tíðliga í dystinum var Ahmed Keita hægstur, tá Jóan Símun Edmundsson sendi hornaspark innfyri, og so stóð 1-0 á talvuni. Og stóran part av dystinum var tað B68, sum var nærri við at økja um leiðsluna. Í høgru órógvaði Óli Olsen støðugt B36-verjuna, og mitt fyri stríddist Keita óræddur móti eini B36-verju, sum ofta gav honum harða viðferð. Besta løtan hjá vertunum var beint undan steðginum, tá teir fingu lagt veruligt trýst á B68, men nærri enn eini fantom-dupult bjarg- ing frá Vlada Filipovic, tá Johan Ellingsgaard og Christian Restorff Mouritsen royndu seg, kom árs- talsfelagið ikki. Eftir steðgin fekk B36 lotið undan, men tað tóktist, sum gassið var við at fara av ballónini. Og um nakað, so skuldu gestirnir økt, tá ein leysur Keita spældi ein enn leysari Jóan Símun, men onkursvegna sat innara síðan hjá Jóan Símuni púrasta skeivt, so skotroyndin fór nakrar metrar við síðuna av málinum. Vunnu á forsøgnunum Tí gjørdist B68 taparin í kapprenningini um europiskan fótbólt í 2010, og eingin ivi er um, at hetta svíður meint hjá toftamonnum. Ikki tí. Við ársbyrjan vildu teir helst fegnir selt kappingarárið fyri eitt fimta-pláss, men efitr at hava ligið á heiðursmerkjum stóran part av árinum, er talan um stór vónbrot, nú árið endaði mest sum við ongum. Hjá B36 var málið helst sett hægri enn pláss í botnstríðnum, men sum árið leið, gjørdist yvirliving í deildini sjálvt málið. Tann parturin eydnaðist við einum heimavølli, sum gav góða úrtøku seinastu umførini, og so eru teir í árstalsfelagnum til reiðar at byggja víðari til næsta ár. Aldursbýtið á liðnum staðfestir, at liðið hevur góðar møguleikar at mennast og búnast, og fáa eir lyft botnstøðið nakað hægri, enn teir gjørdu tað í ár, so er eingin ivi um, at B36 eisini verður at síggja longur uppi á stigatalvuni komandi árini. Áslakur R. Petersen tryggjaði Víkingi fyrsta heiðurs merki í landskappini, tá hann við beinleiðis fríspark stóð fyri einasta málinum á Argjum Tað ráddi um at fáa dystin avgreiddan í øllum góðum. Og um væl vildi til, fingu gøtumenn og leirvíkingar handað heiðursmerki eftir dystin. Síðan til hús. Vøllurin inni í Vika á Argjum var leygardagin karmur um ein hin keðiligasta fótbóltsdystin í Vodafonedeildini í ár. Tað regnaði, tað var vindur, heimaliðið hevði einki at spæla fyri, meðan gestirnir løgdu lítið fyri. Tað var tað. Áslakur varð hetjan Áslakur R. Petersen stóð fyri einasta málinum, sum varð skotið á Argjum leygardagin. Tá seinasti triðingur restaði í av seinna hálvleiki fekk hann møguleikan á beinleiðis fríspark. Og úr 18 metra fjarstøðu sendi hann framvið manngarðinum og í málið. Hetta var ein av teimum heilt fáu møguleikunum í dystinum. Tí liðini vóru lítið áhugaði í at seta mótstøðuliðið undir trýst. Loysnin var oftast at sparka burtur, og vóna, at liðfelagin kundi standa fyri onkrum óvæntaðum. Eingin tók ábyrgd, og tí var úrslitið, sum tað varð. Vænta nógv næsta ár AB og Víkingur hava bæði havt eitt frálíkt kappingarár í ár. Allan Mørkøre og John Petersen hava staðið fyri úrslitum á Argjum, sum fá høvdu væntað. Og tað eru ábendingar um, at stigini verða upp aftur fleiri í 2010. Hópurin verður hin sami, og felagið er nú so mikið væl fyri kappingarliga, at tað stendur seg í kappingini við tey stóru um leikarar. Víkingur hevur í ár vunnið fyrstu heiðursmerkini. Gull í kappingini um løgmanssteypið, og bronsu í landskappingini. Liðið hevur verið í stórari menning hesi tvey árini, og tað er lítið at ivast í, at gøtufólk og leirvíkingar eiga eitt fótbóltslið, sum fer at bjóða teimum ovastu av í næsta kappingarári. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Víkingur AB B68 B36 B36­B68 1­1 (0­1): Mistu Europa í evstu løtu Toftamenn hildu fast í europisku atgongumerkjunum í 87 minuttir, áðrenn Jákup á Borg við beinleiðis hornasparki sendi atgongumerkini yvir um Svangaskarð savnsmynd jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk AB­Víkingur 0­1 (0­0): Áslakur tryggj­ aði bronsuna