Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 Adriano skorar aftur Brasilski Adriano hevur veruliga fingið gongd á málskjóting sína, síðani hann orsakað av sálarligum trupulleikum slapp at flyta heim til Brasil. Har spælir hann nú fyri Flamengo, og um vikuskiftið varð hann stóra hetjan, tá hann skeyt bæði málini í 2-0 sigrinum á Fluminese í stóra Rio-Derby’num. Flamengo hevur ikki tapt seinastu seks dystirnar, og er stórfelagið væl fyri í gulldystinum. Fluminese er hinvegin í vanda fyri at flyta niður í næst bestu deildina. Donadoni undir trýsti Fyrrverandi italski landsliðsvenjarin, Roberto Donadoni, er nú venjari hjá italska Napoli, men har hevur ikki gingið meira enn næstbest. Um vikuskiftið tapti Napoli 2-1 móti Roma, og eru teir ljósabláu nú nummar 15 í seriu A. – Donadoni er ein fyrimynd sum persónur, men vit hava ivaleyst ymsar áskoðanir um fótbólt, sigur Aurelio de Laurentiis, sum er forseti í Napoli. Dómarin úr Leirvík, Petur Reinert, vann í kapping við Rúna Gaardbo og Ransin N. Djurhuus heiðurin um at gerast ársins dómari. Hann er eisini altjóða dómari, og hóast føroyska kappingin er av, bíða altjóða kapping­ ar honum longu í hesi vikuni Hósdagin fer Petur Reinert av landinum til Polands, har hann skal døma nakrar dystir í einum U17- landsliðsbólki, ið telur Poland, Eysturríki, Grikkaland og Armenia. Tá hann har hittir starvsfelagar úr øðrum londum, kann hann í øllum førum breggja sær av, at hann er tann besti í Føroyum. – Eg hevði slett ikki væntað, at eg skuldi gerast ársins dómari í ár, tí eg havi verið í nøkrum óhepnum hendingum, sum eru blivnar blástar upp í fjølmiðlunum, men allíkavæl er hetta avgjørt eitt herðaklapp at fáa, og tað eri eg glaður fyri, segði Petur Reinert, ið hevði eitt skemtandi prik til spælararnar, ið vóru savnaðir í Bowlinghøllini í Havn í gjárkvøldið. – Eg dugi kanska ikki betur at floyta, enn hinir dómararnir, men helst betur enn meginparturin av kramminum, sum er her í kvøld. Hesi hava tað við at gerast eitt sindur heit viðhvørt, men tað er øgiliga stuttligt, øgiliga avbjóðandi og øgiliga gevandi eisini at døma føroyskan fótbólt. Viðvíkjandi hesum »óhepnu hendingunum«, er slett ikki óhugsandi, at opinleikin hjá Peturi í sambandi við hesar hendingar hevur verið viðvirkandi til, at hann fekk viðurkenningina, tí tað skilst millum orðini, at hann fegin hevði viljað býtt tagnarskylduna hjá dómarunum í 48 tímar um við 48 minuttir… – Eitt sindur meira opinleiki skaðar avgjørt ikki, tí tað er fínt, tá tosað verður um tingini, segði Petur, sum somuleiðis staðfesti, at herðaklappið heldur ikki kemur heilt av ongum, tí sum dómari brúkar hann sanniliga eisini nógva tíð til starvið. – Tað skal nógv venjing til, tá eg skal flyta henda kroppin, sum eg havi. Eg brúki eisini nógva tíð upp á dómaraarbeiðið, og tað ber bara til, tí baklandið heima við hús er so gott. Rannvá Andreasen úr KÍ og Finnur Justinussen gjørdust toppskjúttar hjá ávikavist kvinnum og monnum, og fyri tað fingu tey hvør sín gyltan skógv. Rannvá fekk sín nummar átta, meðan hetta var tann fyrsti hjá Finni – men ikki tann fyrsti í húsinum Í kvinnukappingini hevur Rannvá Andreasen verið væl drúgvasti málskjúttin við 28 málum. Enntá áttu føroyameistararnir í KÍ eisini næstbesta málskjúttan, ið var Sofía Purkhús við 21 málum, meðan Mona Breckmann frá steypavinnarunum í AB var triðbesti málskjúttin við 12 málum. – Vit skapa nógvar kjansir, so tað er nokk so lætt at skora hjá okkum. Nú er hetta áttandu ferð, at eg vinni henda heiðurin, so verjuspælararnir eru nokk ávaraðir, men so er bara at blíva við, tí vit koma altíð til kjansir, segði Rannvá Andreasen. Hjá monnunum gjørdist Finnur Justinussen úr Víkingi toppskjútti við 19 málum. Arnbjørn T. Hansen í EB/Streymi var næstbestur við 17 málum og á triðja plássi kom Ahmed Keita í B68 við 15 málum. – Hetta er vinstri skógvur, so næsta ár fari eg at royna eftir einum skógvi til høgra fót. Eg má bara finna upp á okkurt nýtt, so verjuspælararnir hjá hinum liðunum ikki skulu vita, hvussu teir kunnu forða fyri, at eg fái øll hasi málini, sum eru úrslit av nógvum arbeiði, segði Finnur Justinussen. Ikki kann sigast annað, enn at hann er væl á veg at »fylla skógvarnar« hjá pápa sínum, Símun Peturi Justinussen, ið tríggjar ferðir var toppskjútti í bestu mansdeildini og eigur ein gullskógv sum prógv um máltevið. – Hetta er stórt. Nú havi eg bókstaviliga í 17 ár hugt at hasum skógvinum hjá pápa mínum, so tað er øgiliga stuttligt at kunna fáa mín egna, segði Finnur Justinussen, ið hevði eitt sera gott kvøld í Bowlinghøllini í Havn í gjárkvøldið, tá hann eisini kundi taka steypið fyri ársins stjørnuskot við sær til hús. Rannvá Justinussen hevur longu vunnið sær gyltar gaggur til bæði bein og nakrar eyka afturat. Hjá Finni var talan um fyrsta skógvin av slagnum, men pápin eigur tríggjar standandi heima við hús, so enn er nakað eftir hjá Finni at vinna Mynd: Álvur Haraldsen Rannvá og Finnur gullskødd Petur er ársins dómari einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ársins dómari hevði einki havt ímóti, um tagnaðarskyldan hjá dómarum varð stytt munandi niður um teir galdandi 48 tímarnar Mynd: Álvur Haraldsen