Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Gunnar vann fjallasúkkling Leygardagin varð kappast á fjallasúkklu, og var tað hesa fer FM í MTB Cross Country (XC). Fyri fyrstu fer var koyrt á einum rundstrekningi, sum er runt um “Fjallið”. Tað er ein gøta, sum gongur frá ríðibreytini í Marknagil (við Hotel Føroyar), út á Norðasta Horn, til fjósini í Havnadalið, síðani niðan móti Oyggjarvegnum, og so oman aftur til ríðibreytina. Tað skuldi súkklast 6 umgangir, og gav tað tilsamans 34km. Líkindini at koyra vóru ikki góð, og enn verri, tá ið koyrt var runt um ein fjallatind. Men koyrast skuldi, so tað var bara at herja á. Á fyrru helvtini av rutuni var viðvindur, so tað var ikki so galið, men tá súkkla var omanfyri Undir Gráasteini vara einki serliga stuttligt. Mótvindur, 15-20m/s og regnæl er ikki so hugaligt, sitandi á einari súkklu. Og tá mangla enn 2km til tað er viðvindur aftur. Men eins og í fjør gjørdist vinnarin Gunnar Dahl-Olsen við tíðini 1 tíma 48min. og 25sek. Síðani kom Høgni Rúnason Øster, og Evald Rasmussen var nr. 3. Andrass Joensen lá til eitt 2. pláss, men var hann so óheppin at punkterað, og gjørnumførdi tí ikki. Ansy Sevdal úr B68/NSÍ var kosin ársins stjørnuskot í kvinnufótbólti og Finnur Justinussen fekk heiðurin í mansfótbóltinum Ársins stjørnuskot er heiðurin, ið verður latin teimum ungu spælarunum, ið hava skarað framúr og víst, at roknast kann við, at meira sæst til teir komandi árini. Gjarna er talan um spælarar, ið hava fingið eitt slag av gjøgnumbroti í fótbóltskappingini. Hjá kvinnunum var Ansy Sevdal, sum spælir í B68/NSÍ, heiðrað í kapping við Sofíu Purkhús úr KÍ og Monu Breckmann úr AB. Ansy var ikki til staðar beinanvegin í gjárkvøldið, men náddi til Havnar at taka ímóti heiðrinum, áðrenn sendingin hjá Rás 2 var liðug. – Hetta kennist fantastiskt, og eg hevði slett ikki væntað hetta, segði Ansy, sum hevur eitt eftirnavn, ið ikki er ókent í føroyskum kvinnufótbólti, tí hon er systir Heidi Sevdal, ið var kosin ársins spælari. – Eg ætli mær eisini at verða líka góð sum stórasystir. Hesin heiðurin hevur nokk við sær, at eg havi góðan hug at halda fram við fótbóltinum. Heri Simonsen, sum var vertur fyri sendingini, helt skemtandi fyri, at føroyskur kvinnufótbóltur ikki var í einum aldudali, men heldur í »einum Sevdali«. Og Heidi smæddist heldur ikki at geva lítlusystir síni eitt herðaklapp: – Hygg hatta raska. Tað var fantastiskt og ordiliga stuttligt, at hon skuldi gerast stjørnuskotið. Hon skal bara pressa á, so verður hon kanska betri enn stórasystirin, segði Heidi í telefonini úr Berlin, har hon er á námsferð. Tvær ferðir Finnur Hjá Finni Justinussen var tað vorðið sum kvøld, tí umframt at fáa gullskógvin sum toppskjútti, fekk hann eisini heiðurin sum ársins stjørnuskot. Hann hevði júst verið uttanfyri og fingið sær fríska luft, og gekk beint fram við Jákupi Mørk, tá hesin kunngjørdi í mikrofonini, at Finnur var ársins stjørnuskot. – Eg hoyrdi slett ikki áðrenn, hvørjir vóru í uppskoti, so eg gjørdist eitt sindur kløkkur, tá eg kom inn. At eg eisini fái henda heiðurin, hongur nokk saman við, at eg eri toppskjútti. Hesum hevði eg í øllum førum ikki roknað við, segði Finnur Justinussen, ið helt, at hann nú kundi fara at fáa sær sítt egna steypaskáp heima við hús. Venjari hansara í Víkingi, Jógvan Martin Olsen, var sera væl nøgdur við, at hetta veruliga gjørdist eitt stórt kvøld hjá Finni: – Finnur arbeiðir ógvuliga hart og væl, bæði til venjingar og undir dystum. Sjálvt um hann er toppskjútti og ársins stjørnuskot, so er hann upp á ongan máta ein, ið hevjar seg fram um nakran annan, og eg eri sera fegin um, at hesin heiðurin fall Finni í lut, segði Jógvan Martin, ið var sjónliga errin av sínum framherja. Steypasigurin og landskappingarsilvurið gjørdi AB-venjaran, Lennard Petersen, til ársins venjara í kvinnukappingini, og enn eitt ár við framgongd tryggjaði B68- venjaranum, Bill McLeod Jacobsen, sama heiður í manskappingini Hóast nógvir góðir spælarar eru at finna á teimum ymsu liðunum kring landið, krevst so sanniliga, at onkur við gløggum viti og fótbóltsskili kann stjórna fyrireikingunum og koma við teimum góðu ráðunum frá síðulinjuni, tá harðast leikar á. Uttan góðar venjarar hjálpir lítið við góðum spælarum. Í kvinnukappingini gjørdist Lennard Petersen í AB ársins venjari í kapping við Alexander Djordjevic úr KÍ og Magna Jarnskor úr Víkingi. Hann ásannaði, at heiðurin óivað var úrslit av teimum góðu úrslit- unum, AB hevur fingið í kappingini í ár. – Steypagullið og landskapp- ingarsilvurið eru helst orsøkin til, at eg eri valdur. Eg taki tað sum eitt herðaklapp, at onnur hava lagt til merkis tað arbeiði, sum verður gjørt, segði Lennard, ið bæði við vøllin og heima við hús brúkar ein part av síni tíð upp á venjara- gerningin á Argjum. – Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógva tíð eg brúki um vikuna, men við tí arbeiðinum, sum verður gjørt heimanífrá, er tað kanska 10 tímar um vikuna. Tað sá bara ikki út til at vera nokk í ár, so kanska eg fari at brúka 20 tímar um vikuna næsta ár. Fegin um føroyskt Í manskappingini var B68-venjarin, Bill McLeod, kosin ársins venjari framman fyri meistaravenjaran hjá HB, Sámal Erik Hentze, og steypavinnaravenjaran hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen. Og tað var ikki sørt, at Bill var eitt sindur bilsin, tá hansara navn var nevnt. – Eg hevði ikki væntað at vunnið, tí vit endaðu á fimta plássi eftir eitt upp-og-niður ár. Nú endaði tað kanska eitt sindur keðiligt og øgiliga skuffandi hjá okkum, men hetta er eitt plástur á sárið. Hetta er ein góðkenning av tí arbeiði, vit hava gjørt á Toftum, og tað haldi eg vera »alvorliga well«, segði Bill, ið samstundis fegnaðist um, at hesin heiður enn eina ferð fall einum av føroysku venjarunum í lut. – Hetta er partur av tí arbeið- inum, sum er gjørt seinnu árini við skeiðum og øðrum, ið ger, at teir føroysku ungu venjararnir menna seg øgiliga væl. Síðstu trý árini hevur hetta verið fulltíðarstarv hjá mær, so tað fara sjálvandi nógvir tímar til tað – kanska 40, 60 ella 70 tímar. At arbeiða fulla tíð sum venjari, haldi eg eisini vera vegin, vit skulu ganga. Ansy og Finnur eru stjørnuskotini Tað var um reppið, at Ansy Sevdal ikki fekk tikið ímóti virðislønini fyri at verða kosin ársins stjørnuskot. Men handanin varð drigin nakað út, og so eydnaðist at koma til Havnar, áðrenn Ras2 var liðug at senda Mynd: Álvur Haraldsen Lennard og Bill ársins venjarar einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Bill McLoud Jacobsen fegnaðist um, at føroyskir venjarar í dag eru somikið væl fyri fakliga. Og eisini um, at feløgini nú geva venjarunum møguleika at hugsa einvíst um fótbóltin Mynd: Álvur Haraldsen