mánadagur 5. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189
Nýggja búmerkið avdúkað
Rógvi Johansen átti besta uppskotið til búmerkakappingina, sum
varð útskrivað, tá nýggja FC Suðuroy skuldi hava nýtt búmerki.
Enn er talan ikki um eitt felag, sum er mannað við spælarum úr
allari oynni, men samstarvið í yngru deildunum og atkvøðu
greiðslan, sum herfyri var á Suðuroyaportalinum, geva ábend
ingar um, at ein samanlegging kanska ikki so langt burturi. Og
búmerkið leggur í øllum førum upp til, at øll Suðuroyggin verður
savnað í eitt og sama fótbóltsfelag.
Rúni skal venja FC Hoyvík
Seinnapartin leygardagin varð tað greitt, at FC Hoyvík eisini næsta ár
skal verða partur av næstbestu fótbóltsdeildini. Tað varð staðfest, tá ið
FC Hoyvík vann 40 á MB. Og um kvøldið kundi felagið kunngera, hvør
skal standa á odda fyri besta fótbóltsliðnum næsta ár. Tað verður Rúni
Nolsøe. Hann fer at loysa Jón Brekku av. Fyrr í summar loysti Jón Brekku
Helga L. Petersen og Finn Mørk av. Rúni var í fjør venjari hjá HB.
Frammanundan hevði hann havt ábyrgdina av B68 og AB, sum bæði
undir hansara leiðslu fluttu upp í bestu deildina.
Tey bestu
Gylti skógvurin frá
Thomas Dam Ítrótti
Kvinnur: Rannvá B. Andreasen, KÍ
Menn: Finnur Justinussen, Víkingur
Ársins málverji
Kvinnur (latið av Carello)
Randi S. Wardum, KÍ
Menn (Bowlinghøllin)
Jákup Mikkelsen, KÍ
Ársins dómari (Sosialurin)
Petur Reinert
Ársins venjari
Kvinnur (Sosialurin)
Lennard Pedersen, AB
Menn (Rás2)
Bill McLoud Jacobsen
Ársins stjørnuskot
Kvinnur (Norðoya Sparikassi)
Ansy Sevdal, B68/NSÍ
Menn (Prentmiðstøðin)
Finnur Justinussen, Víkingur
Besta spæl í 2009
HB
Ársins spælari
Kvinnur (Sunset)
Heidi Sevdal, Víkingur
Menn (Televarpið)
Fróði Benjaminsen, HB
T e l e v a r p i ð
Sunnukvøldið vórðu bestu
fótbóltsfólkini í 2009 kosin.
Smílini vóru stór og orðini vóru
ikki heilt so hørð, sum tey ofta
eru á vøllinum, tá spælarar úr
øllum landinum savnaðust at
hugna sær eina løtu uttan fyri
vøllin
Mynd: Álvur Haraldsen