Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Brian á landsliðið Leygarkvøldið 10. oktober spælir A-landsliðið í fótbólti á útivølli móti Fraklandi. Vagnur Mohr Mortensen úr meistaraliðnum HB var ein av spælarunum, sum landsliðsvenjarin vildi hava við á ferðina til Fraklands og Rumenia, har Føroyar skulu spæla annað miku- kvøld. Nú hevur Vagnur M. Mortensen givið avboð, og í hansara stað hevur Brian Kerr, landsliðsvenjari, sent boð eftir EB/Streyma spælaranum Brian Olsen. Harvið verða tríggir EB/Streyma spælarar í ferðalagnum. Hinir báðir eru Egil á Bø og Arnbjørn Hansen. Christian í hopla Christian Lamhauge Holst vísti sunnudagin, at hann er ógvuliga væl fyri í løtuni. Sunnudagin vann Silkeborg 2-1 á útivølli móti Randers, og Christian var millum teir fyrstu ellivu hjá Silkeborg. Tá ið Christian Lamhauge Holst fimm minuttir undan leikloki varð skiftur út, vóru viðmerkjararnir í DR1 samdir um, at hann hevði verið ein tann besti spælarin á Silkeborg liðnum. Lamhauge maðurin var um reppið at skora, tá ið ein tími var farin, og støðan framvegis var 1-0 til Silkeborg. Men skotið brast í tvørtræið. Verri veit við hjá Randers. Lítil ivi tykist vera í, at venjarin, John Faxe Jensen, nú fer at fáa sekkin. Hjálparvenjari hjá honum er fyrrverandi landsliðsvenjarin í Føroyum, Henrik Larsen, sum ivaleyst eisini í dag hongur í klønum tráði. Burturúr ellivu teimum fyrstu umførunum hevur Randers vunnið tvey stig og er aftast. Silkeborg hevur skavað 19 stig saman.