mánadagur 5. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Føroya Banki heldur fram
EB/Streymur spælir eisini við búmerkinum hjá Føroya Banka
á bringuni tey bæði næstu kappingarárini. Tað varð staðfest
leygarkvøldið, tá EB/Streymur skipaði fyri ársvetislu. Føroya
Banki hevur verið høvuðsstuðul hjá EB/Streymi tey bæði
seinastu kappingarárini, og við tveimum gull- og tveimum
silvurmerkjum er einki at ivast í, at talan higartil hevur verið
um lukkuligt hjúnarband millum partarnar. Og nú hava teir
so fingið pappír upp á hvønn annan tey bæði næstu árini
eisini.
Ronaldinho bjargaði Milan
Tað stóð nógv á hjá AC Milan, tá teir um vikuskiftið spældu á útivølli
móti Atalanta. Heimaliðið var á odda 1-0, men við 10 minuttum eftir
at spæla, traðkaði Ronaldinho av álvara í karakter. Við eini góðari
temjing og knallhørðum skoti fekk hann javnvág í roknskapin. Milan
spældi annars størsta partin av seinna hálvleiki við einum manni í
yvirtali, eftir at Ivan Raduvanovic hjá Atalanta fekk reytt kort.
Deiligt at vinna
Pætur Jørgensen, sum alt árið hevur
spælt á høgra bakki hjá HB, mátti
leygardagin síggja síðsta dystin frá
síðulinjuni, tí hann fekk skaða í
næstsíðsta dystinum ímóti KÍ.
– Sjálvandi var tað keðiligt, at eg
ikki fekk verið við, men tað var
øgiliga deiligt at vinna síðsta dystin
og so at fáa steypið. Tá 07 Vestur
kom upp á javnt, var bara at vóna,
at vit kundu fáa eitt mál aftrat, og
tað fingu vit eisini, segði ein
stórbrosandi Pætur eftir dystin í
Sørvági.
– Nú er ein vika, síðani vit vistu, at
vit blivu meistarar, men tað er ikki
fyrr enn nú, at vit kunnu feira tað
ordiliga. Vit hava havt tað stuttligt
og hugna okkum hesa vikuna, men
nú kann tað vera ordiligt ball.
hil
Líka gott
hvørja ferð
Vagnur Mohr Mortensen hevur
havt eitt kappingarár, ið fyrst var
merkt av sjúku og nú ímóti endan-
um eisini var darvað av skaða, men
hann kom sterkt aftur og spældi
allan dystin í Sørvági leygardagin.
– Tað er altíð stuttligt at verða
føroyameistari. Vit hava trúð upp á
tað alla tíðina, og eg var vísur í, at
vit fóru at verða meistarar, segði
Vagnur ovurfegin leygardagin,
samstundis sum hann vísti aftur, at
HB hevði fingið nervar ímóti
endanum á kappingini.
– Gummibein óttaðist eg ikki, tí
teir flestu hava vunnið tað einar
fýra ferðir, so teir eru vanir við
trýstið, sum er ímóti endanum. Og
tað er tað sama hvørja ferð. Tað er
akkurát líka stuttligt hesa ferð, sum
tað var síðst.
hil
Vaknaðu í
tøkum tíma
Formaðurin í Pf. Havnar Fótbóltur, Jan
Otto S. Holm, strálaði sum ein sól í
regninum í Sørvági leygar dag in, tá
hann eftir lokna handan stóð á vøllin-
um við einum blómutyssi í hondini,
sum HB hevði fingið frá 07 Vestur.
– Vit hava ligið á odda alla tíðina,
men so vóru tað hasar fýra dystir-
nar, har vit snávaðu eitt lítið sindur.
Men leiðslan hevur verið greið alla
tíðina, so hetta var ongantíð tann
stóri trupulleikin, segði hann.
– Kappingin hevur verið hørð,
men hon hevur víst, at steðgar tú
eitt lítið sindur á, so kann tað skjótt
enda galið. Vit vaknaðu aftur í
tøkum tíma og koyrdu tað heim.
hil
– Tað hevur verið ein
jøvn kapping í ár við fleiri
góðum liðum allan vegin
ígjøgnum, og eingin
dystur hevur verið lættur,
segði FSF-forsetin, Høgni
í Stórustovu, áðrenn hann
í Sørvági handaði HB
meistarasteypið
Hóast tað var kalt og illfýsið, vóru
mong smílandi og vát andlit at
síggja á vøllinum í Sørvági, tá FSF-
umboðini skuldu avgreiða sína
formligu uppgávu, ið var at handa
gullheiðursmerki og steypið, sum
meistararnir komandi árið hava
sum sjónliga prógvið fyri sínum
tjúgunda meistaraheiti.
– HB hevur fyri sættu ferð í 10 ár
vunnið FM-steypið, og tað sigur
nakað um ein dominans, sum
liggur nokk so fast í
høvuðsstaðnum, segði Høgni í
Stórustovu, FSF-forseti, í síni stuttu
røðu inni í trunkanum mitt á
vøllinum.
– Eftir fyrsta umfar í ár sá út til, at
HB saman við fýra øðrum var til
reiðar at taka dystin upp um
føroyameistaraheitið. Í teimum
avgerandi dystunum ímóti
liðunum, ið vóru avbjóðarar, vístu
tit styrki og hegni, so tit fingu lagt
eina frástøðu.
Síðani nevndi hann eisini nakað
um, hvussu tað hevði sæð út síðstu
vikurnar, tá hann helt, at HB hevði
gjørt sítt til, at kappingin skuldi
vera spennandi líka til næstsíðsta
umfar.
– Tað hevur verið tosað um
»gummibein« síðstu dystirnar, men
tað trúgvi eg ikki, tí tað hevur verið
ein jøvn kapping í ár við fleiri
góðum liðum allan vegin ígjøgnum,
og eingin dystur hevur verið lættur,
segði Høgni í Stórustovu, áðrenn
hann bað »høvuðsmotorin á
liðnum«, sum hann málbar seg,
Fróða Benjaminsen, um at taka
ímóti steypinum.
Sámal Erik Hentze,
gullvenjari hjá HB, viðgekk
eftir seinasta dystin
leygardagin, at hann
avgjørt hevði hugsað um
gummibein og hvussu
hann skuldi forðað fyri, at
HB endurtók tað, sum EB/
Streymur gjørdi í 2006
Enn hevur eingin gloymt, hvussu
landskappingin endaði í 2006, tá
EB/Streymur leingi var klárt á odda,
men í evstu løtu misti
meistaraheitið, tá liðið seks minuttir
fyri tíð mátti lúta fyri KÍ á Mølini á
Eiði, samstundis sum HB við
tveimum málum í næstsíðsta og
síðsta minutti ímóti ÍF í Gundadali
fór við øllum.
Ta ferðina var Sámal Erik Hentze
hjálparvenjari hjá Piotr Krakowski í
EB/Streymi, men hesa ferð var hann
høvuðsvenjari hjá HB. Og tað hevur
ikki verið sørt, at tankarnir hjá
Sámal Eriki hava leitað aftur til
endan á kappingarárinum fyri
trimum árum síðani.
– Eg minnist slett ikki 2006, tí eg
haldi, at eg havi fortrongt tað, sigur
hann fyrst skemtandi, tá hann
verður spurdur um hesi nógv
umrøddu gummibeinini, ið fleiri
hildu seg síggja á HB-liðnum í
nøkrum av síðstu dystunum.
– Nei, hetta hevur absolutt spøkt,
og serliga eg havi hugsað nógv um
tað, hvat kundi gerast øðrvísi. Og
tað hevur kanska verið ein
fyrimunur fyri meg, at eg kanska
fingið brúkt hetta. Í øllum førum
havi eg kunnað hugt at, hvat
kanska var gjørt skeivt tá,
samanborið við í dag.
Droymt um tað
Uttan at koma nærri inn á
uppskriftina, kunnu vit í øllum
førum staðfesta, at Sámal Erik
Hentze onkursvegna fann vegin
fram við forðingunum, ið hann og
Piotr rendu seg í í 2006, og tí var
hann ovurfegin leygardagin, tá
hann hevði fingið
gullheiðursmerkið um hálsin.
– Henda kenslan er heilt góð.
Hetta er fantastiskt og óbeskriviligt.
Alla hesa vikuna havi eg hugsað
um tað. Tankarnir hava fokið
gjøgnum høvdið, og tað er bara
heilt fantastiskt. Og skal eg vera
púra erligur, so havi eg droymt um
hesa løtuna, segði Sámal Erik
Hentze.
– Tú hevur altíð ein dreym, og við
kappingarbyrjan var málið, at vit
skuldu gerast føroyameistarar og
taka avbjóðingina upp við øll hini
liðini. Eitt er, hvat tú sigur og eitt
annað, hvat tú heldur, men tíbetur
helt tað allan vegin ígjøgnum.
Hetta er bara fantastiskt.. Tað var
frálíkt
Eingin lættur dystur
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Við at vinna innanhýsis toppdystirnar staðfesti HB, at teir
vildu verða meistarar, segði FSF-forsetin, áðrenn hann handaði
FM-steypið til Fróða Benjaminsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Fekk forðað fyri
2006-endurtøku
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen