Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 Zlatan vil seta met Við fimm málum í fyrstu fimm dystunum fyri Barcelona gjørdi tað ikki so nógv, at Zlatan Ibrahimovic ikki kundi feira sín 28 ára føðingardag við máli, tá Barcelona vann 1-0 á Almeria. Men sjálvur segði Zlatan, at hann ætlar sær at skora nógv mál afturat í ár. Mítt mál er seta persónligt met, og tað merkir, at eg skal skjóta fleiri enn tey 25 málini, sum eg fekk í Inter, sigur Zlatan. Eftir fyrstu seks umførini er Barcelona á odda í sponsku Primera Division við 18 stigum. Óttast dopingveitslu Svenski IOC-limurin, Arne Lungqvist óttast, at talan verður um doping-veitslu, tá Russland í 2014 skal hýsa vetrar-OL. Fýra ferðir á IOC-fundinnum herfyri spurdi hann, um lokalu myndugleikarnir vilja samstarva kring doping-royndirnar, men hóast hann fekk eitt ja hvørja ferð, er hetta ikki nóg mikið. – Tað er eingin ivi um, at tað skal bera til at máta dopingstríðið, og tað nyttar ikki, at vit halda OL í einum landi, har lóggávan mótvegis doping er so lin, sum hon er í Russlandi, sigur Arne Ljungqvist millum annað við danska Ekstra-Blaðið. Hóast unga manningin á Skála hevur spælt fleiri góðar dystir, hevur úrtøkan í báðum endum á kappingini verið ov tunn, og tí flytur Skála niður annað árið á rað. Eisini MB má niður í 2. deild, meðan VB/Sumba og B71 flyta upp í Vodafonedeildina sum ávikavist gull- og silvurvinnarar Undan síðsta umfari í næstbestu deildini var størsti spenningurin um seinna niðurflytingarplássið, tí har vóru ikki færri enn trý lið, sum vóru í beinleiðis vanda. Ringast var støðan á stigatalvuni hjá FC Hoyvík, ið var aftast av teimum trimum, men í evstu løtu fekk yvirhálað bæði NSÍ og Skála, sum bæði taptu. Hinvegin hevði FC Hoyvík lættastu mótstøðuna av teimum trimum, tí MB var longu langt síðani farið niður í triðbestu deildina, meðan tey bæði liðini í Runavíkar kommunu máttu taka til takkar við at gerast partur av kappingini um gullið og silvurið í 1. deild hjá monnum, har bæði vóru við undirluta. Sostatt gjørdist tað Skála, ið annað árið á rað mátti flyta niður. Fyri bara tveimum árum síðani vóru skálamenn partur av bestu mansdeildini, men noyddust í fjør at fara niður saman við B71. Og nú hetta árið er liðugt, er munur á úrtøkunum hjá teimum báðum niðurflytarunum, tí meðan Skála fer longur niður, hevur B71 aftur vunnið sær sæti í bestu deildini. Liðini, sum hinvegin flyta upp úr triðbestu deildini, eru AB og EB/ Streymur, so næsta ár verða ikki færri enn seks av teimum 10 liðunum í næstbestu deildini lið, ið eru tey næstbestu í sínum feløgum, tí tey eru umboðað í Vodafonedeildini. Talan verður um HB, Víking, B68, NSÍ, AB og EB/ Streym, meðan hini verða TB, FC Hoyvík, 07 Vestur og KÍ. Einki óvæntað Í teimum fimm dystunum leygardagin vóru sum so eingi óvæntað úrslit, og tí broyttist lítið og einki á stigatalvuni, burtur sæð frá, at FC Hoyvík slapp upp um strikuna og Skála datt niðurum. Skála hevði vitjan av VB/Sumba, sum í fyrra hálvleiki kom framum 2-0 og í seinna hálvleiki fekk eitt mál aftrat. Sostatt varðveitti suðuroyarliðið fremsta plássið og vann deildina, umframt at hava vunnið sær uppflyting. Hin uppflytarin, ið eisini var greiður undan seinasta umfarinum, B71, gjørdi sína skyldu ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Í fyrra hálvleiki fingu liðini eitt mál í part – B71 skjeyt tó bæði – men í seinna hálvleiki fingu sandoyingarnir fimm mál, harav Mads Hentze skoraði tey trý. Tí fekk B71 silvur. Á Sevmýri tók aldursforsetin, TB, ímóti B68, sum í ár hevur argað fleiri av góðu liðunum. Og tað gjørdi B68 eisini fyrstu løtuna, tí gestirnir komu á odda 2-0, áðrenn TB kom í gongd og vann seg upp á 3-2. B68 javnaði, men so fór TB upp á 5-3 og vann at enda 5-4. Tað rakk til bronsu, men enn eina ferð mátti TB síggja onnur lið flyta upp. Víkingur og HB møttust í Leirvík, har Víkingur royndist drúgvari og vann 3-1. Tað skumpaði Víking upp á fimta plássið, meðan HB misti møguleikan at taka bronsuna og endaði á fjórða plássi. Í fimta dystinum tók MB ímóti FC Hoyvík, sum bókstaviliga spældi fyri lívinum. Og so hvørt sum tey fýra málini komu inn, frættu hoyvíkingar frá dystunum hjá NSÍ og Skála, at tey fingu alsamt fleiri mál ímóti sær, og so kundu tey í FC Hoyvík gleðast um, at liðið hevði bjargað sær í deildini. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Skála niður við MB Skála-VB/Sumba 0-3 (0-2) 0-1: Jón Krosslá Poulsen 0-2: Jón Krosslá Poulsen 0-3: Dan Djurhuus B71-NSÍ 6-1 (1-1) 1-0: Ikechuckwu Onyema 1-1: sjálvmál 2-1: Mads Hentze 3-1: Guðbjørn Sæmundsson 4-1: Mads Hentze 5-1: Mads Hentze 6-1: Símin Hansen TB-B68 5-4 (1-2) 0-1: Kristian Anton Andreasen 0-2: Fróði Johannesen 1-2: Petur Mortensen 2-2: Tórur Mortensen 3-2: Arthur Poulsen 3-3: Emil H. Olsen 4-3: Heini Mortensen 5-3: Dan Mortensen 5-4: Kristian Anton Andreasen Víkingur-HB 3-1 (2-1) 1-0: Dánjal Pauli Lervig 2-0: Sonni Dalheim 2-1: Kristian Eli Zachariasen 3-1: Hans Jákup á Reynatrøð MB-FC Hoyvík 0-4 (0-2) 0-1: John T. Poulsen 0-2: John T. Poulsen 0-3: Jákup Lamhauge 0-4: John Eystberg Úrslit, 27. umfar Á seinasta leikdegi vann FC Hoyvík seg upp um niðurflytingarstrikuna, og so noyðist Skála ístaðin niður í triðju bestu deildina – bara fýra ár eftir, at Skála var um reppið at vinna Føroyameistaraheitið í føroyskum mansfótbólti