mánadagur 5. oktober 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Benitez trýr upp á gullið
Hóast Liverpool, sum seinasta kappingarár bert tapti tvær
ferðir, longu hevur tapt tríggjar ferðir í ár, so heldur venjarin
hjá felagnum, Rafael Benitez, at teir framvegis hava
møguleika fyri gullinum. – Í fjør spældu vit eina rúgvu av
javnleikum, og tað kostaði kanska í seinasta enda. Í ár hava vit
tapt tríggjar ferðir, men vit hava ongan javnleik, so tað kundi
hent seg, at vit hóast alt fáa fleiri stig burturúr, segði Rafael
Benitez, eftir at Liverpool í gjár tapti 2-0 móti Chelsea.
Fabregas verður verandi
Við fýra uppleggum og einum máli var eingin ivi um, at
Cesc Fabregas var dagsins maður hjá Arsenal í stórsigrinum
móti Blackburn. Tí fall tað eisini í góða jørð, tá miðvallarin
eftir dystin staðfesti, at hann stórtrívist í felagnum. Eftir at
hava skorað, kysti Fabregas búmerkið á troyggju síni, og
hann staðfesti seinni, at hetta varð gjørt, fyri at vísa øllum,
hvussu góður hann er við felagið.
Nicklas Bendtner
skoraði seinasta málið í
stórsigrinum hjá Arsenal
sunnudagin. Stóra
gjøgnumbrotið er heilt
nær, sigur Arsene Wenger,
venjari, um unga mannin,
sum enskir fjølmiðlar
elska at hata
Sunnudagin fekk hann eitt korter á
vøllinum. Tað var nóg mikið hjá
honum til at staðfesta stórsigurin
hjá Arsenal, tí í seinasta minuttinum
av vanligu leiktíðini høgdi Bendtner
kúluna í kassan.
Hetta var fyrsta málið hjá Bendt-
ner í ár, men neyvan tað síðsta,
sambært Arsene Wenger, venjara
hjá Arsenal og Nicklas Bendtner.
– Stóra gjøgnumbrotið er heilt
nær og Bendtner verður betri fyri
hvørt ár, segði Arsene Wenger
millum annað um vikuskiftið. Tveir
ítøkiligir førleikar mugu tó bøtast –
tekniski parturin av spælinum hjá
Bendtner og hansara flytingar og
rørslur á vøllinum, staðfesti Arsene
Wenger fyri ensku fjølmiðlunum,
sum heldur vildu hoyra um avrikini
hjá Bendtner uttanfyri vøllin.
Gølurnar
21 ára gamli danin var í farnu viku
nevniliga ógvuliga heppin við at
sleppa snikkaleysur frá einum
ógvusligum ferðsluóhappi. Við 160
km/t fór hann sendandi av vegnum
í sínum dýra Aston Martin, sum fór í
knús. Bilurin hevði ikki færri enn
510 hestakreftir, men eisini
trygdarútgerð, sum vildi nakað, og
tað bjargaði Bendtner, staðfesti ein
danskur motorserfrøðingur eftir
óhappi.
Í maimánaði prýddi Bendtner
eisini forsíðurnar. Hesaferð hevði
hann verið ein túr í býnum, har
nakað nógv var komið niður um, og
á veg út frá diskotekinum var
Bendtner so óheppin at missa
buksurnar. Dýrandi fullur, við
buksunum niðri um reyvina og í
berum boxershorts – hetta var guff
hjá fotografunum.
Nakrar mánaðir frammanundan
hesum – í november í fjør – valdi
Bendtner at spæla í ljósareyðum
gaggum. Hetta var av mongum
mett at vera rættiliga óseriøst, og
tað fekk Bendtner at hoyra fyri.
Millum annað The Guardian gjørdi
eina myndarøð av Bendtner, sum
rann runt á fótbóltsvøllinum í
høghælaðum og ljósareyðum
skóm.
Harumframt gjørdi Bendtner seg
rættiliga ópopuleran við at
klandrast við stóru stjørnuna hjá
Arsenal, Adebayor, mitt undir
dystinum í Liga Cup í móti
Tottenham í januar í 2008. So galið
varð tað, at Adebayor stútaði eftir
Bendtner.
Hesar gølur hava allar havt við
sær, at Bendtner næstan er vorðin
eitt offur í ensku fjølmiðlunum. Ein
maður, ið øll elska at hata.
Hevur evnir
Bendtner hevur tíbetur eisini gjørt
vart við seg upp á ein positivan
hátt. Tað var eisini tí, at Arsenal á
sumri 2004 valdi at gera sáttmála
við Bendtner, sum enn ongan dyst
hevur spælt í bestu donsku
fótbóltsdeildini.
Tvey ár seinni – í august 2006 –
spældi Bendtner sín fyrsta
landsdyst, har hann eisini skoraði,
og Bendtner er yngsti danski
landsliðsleikarin, sum hevur spælt
25 landsdystir. Hetta met setti hann
í apríl í ár, tá hann 21 ár og 75 dagar
gamal tók metið hjá Michael
Laudrup.
Kappingarárið 2006-2007 var
eisini árið, Bendtner varð útleigaður
til Birmingham. Her var hann við at
tryggja liðnum uppflyting í Premier
League, áðrenn leiðin gekk aftur til
Arsenal, har Bendtner nú hevur
spælt fleiri enn 100 dystir – sum 21
ára gamal.
Álitið á landsliðnum
Tað er eisini sum 21 ára gamal, at
Bendtner er vorðin álitið í fram-
rættaða spælinum á danska lands-
liðnum. Hann skal syrgja fyri
málunum og harvið tryggja, at
Danmark kemur við til HM-enda-
spælið í 2010.
Í Arsenal hevur tað bara gingið
væl higartil í ár. Eitt mál í Champ-
ions League og fyrsta málið í
Premier League kom sunnudagin.
Sambært Arsene Wenger eru fleiri á
veg.
Gjøgnumbrotið er heilt nær
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
8
7
-
0
-
1
18
6
12
21
2 Man Utd.
8
6
-
1
-
1
19
8
11
19
3 Tottenham
8
5
-
1
-
2
19
12
7
16
4 Arsenal
7
5
-
0
-
2
24
10
14
15
5 Liverpool
8
5
-
0
-
3
22
12
10
15
6 Man City
6
5
-
0
-
1
14
7
7
15
7 Sunderland
8
4
-
1
-
3
16
13
3
13
8 Aston Villa
6
4
-
0
-
2
9
5
4
12
9 Burnley
8
4
-
0
-
4
7
16
-9
12
10 Everton
7
3
-
1
-
3
9
11
-2
10
11 Stoke
8
2
-
3
-
3
6
10
-4
9
12 Wigan
8
3
-
0
-
5
8
15
-7
9
13 Bolton
7
2
-
2
-
3
10
11
-1
8
14 Blackburn
6
2
-
1
-
3
6
9
-3
7
15 Birmingham
8
2
-
1
-
5
5
8
-3
7
16 Fulham
7
2
-
1
-
4
6
10
-4
7
17 Wolves
8
2
-
1
-
5
7
14
-7
7
18 Hull
8
2
-
1
-
5
8
20
-12
7
19 West Ham
7
1
-
2
-
4
8
11
-3
5
20 Portsmouth
8
1
-
0
-
7
4
13
-9
3
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Úrslitini um vikuskiftið:
Chelsea - Liverpool 2-0
West Ham - Fulham 2-2
Everton - Stoke 1-1
Arsenal - Blackburn 6-2
Manchester United - Sunderland 2-2
Wolverhampton - Portsmouth 0-1
Burnley - Birmingham 2-1
Bolton - Tottenham 2-2
Hull - Wigan 2-1
Manchester City - West Ham 3-1
FAKTA
Nicklas Bendtner hevur ofta funnið vegin fram í ensku yvirskriftirnar. Sunnudagin var tað tó fyri avrikið á vøllinum, at 21 ára gamli
danin slapp framat
Mynd: Polfoto/AP