mánadagur 5. oktober 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189
Spælararnir stuðla Faxe
Tað gongur heilt illa hjá danska felagnum Randers FC i
superliguni. Felagið, sum áður hevur gjørt um seg væl uppi á
stigatalvuni liggur eftir 11 umfør aftast í superliguni, og
stólurin undir venjaranum John Faxe Jensen er glóðheitur.
Hjálparvenjari hjá honum er fyrrverandi føroyski
landsliðsvenjarin Henrik Larsen. Nú siga spælarar, at teir stuðla
venjaranum, hóast tað hevur gingið trupult.
Chelsea-venjarin nøgdur
Venjarin hjá Chelsea var nøgdur við sítt lið, eftir at liðið vann
toppdystin ímóti Liverpool í gjár. Fyri viku síðani tapti Chelsea
heldur óvæntað 3-1 ímóti Wigan, men í gjár var Chelsea aftur í
rætta lagnum. - Hesin dysturin vísir, at vit hava loyst okkara
trupulleikar. Tað vóru ikki stórir trupulleikar, men tað var
umráðandi fyri okkum at vinna hendan dystin, segði Ancelotti
við SkySports.
KÍF var ongan tíð í
nær námind at hótta
heimaliðið, sum uttan
at imponera vann ein
knúsandi stórsigur
Hóast málini vóru mong á Hálsi, so
var talan ikki um nakað serligt
stórspæl frá Neistanum sunnu dagin.
Kollfirðingar vóru á vitjan, men
mest av øllum, so var styrkismun-
urin millum liðini ov stórur, til at
nakar spenningur veruliga kundi
koma í dystin.
Heimamenninir vóru vaknir frá
fyrsta bríksli, og áðrenn gestirnir
veruliga høvdu vent sær, vóru fleiri
mál á muni.
Og tað var ein munur, sum ongan
tíð hevði hug at tódna. Heldur var
tað hinvegin, at Neistin støðugt
hótti við at talan veruliga skuldi
gerast um sorl, og eina løtu í seinna
hálvleiki tóktist hetta eisini skula
gerast veruleiki.
Seinastu løtuna tók Neistin tó
ferðina av spælinum, og so fingu
gestirnir pyntað nakað um úrslitið.
Men tað nart ikki niðurstøðuna um,
at styrkismunurin millum hesi bæði
liðini í løtuni er meira enn bara stórur.
Eftir eitt ár í dvala, er
Kyndil um at vakna aftur.
Sunnudagin vunnu teir á
útivølli móti VÍF
Kyndil hevði í fjør eitt av sínum
heldur lakaru kappingarárum.
Hóast teir vunnu seg í finaluna í
steypakappingini, har teir taptu
tepurt, so var avrikið í
landskappingini ikki av tí slagnum,
sum er Kyndil so øgiliga líkt.
Í stóran mun var orsøkin tá, at
stuðulsspælarar ikki longur vóru á
liðnum, sum hevði ein sera tunnan
hóp, men tann parturin tykist nú
vera broyttur.
Høgni Klein og Josef
Abrahamsen eru nú aftur at síggja
á liðnum, og landsliðsbólturin í fjør
hevur givið Bárði Johannesen hug
at halda fram við hondbóltinum.
Og á vøllinum sæst eisini aftur, at
royndirnar nú eru fleiri. Hóast VÍF
stóran part av dystinum í gjár var
við yvirlutan, so fullu teir hjá Kyndli
ongan tíð í fátt. Eftir steðgin settu
teir veruliga ferð á, og alt fyri eitt
ótu teir seg framum
vestmenningarnar. Ein støða, sum
teir ongan tíð sleptu aftur í
dystinum.
mørk
StÍF-H71 28-22 (13-13):
Preda
bumbaði
meistararnar
niður
Cristian Preda eitur
nýggi stórskjúttin í bestu
føroysku mansdeildini í
hondbólti. Sunnudagin
skeyt hann meira enn
helmingin av málunum,
tá H71 varð sent heim við
ongum
16 mál frá einum spælara í
einum dysti. Tað er avgjørt ikki
á hvørjum degi, at tað kemur
fyri í bestu føroysku manskapp-
ingini í hondbólti, men tað var
tað, sum Cristian Preda stóð
fyri, tá StÍF tók ímóti meistarun-
um úr H71 sunnudagin.
Longu í fyrsta dystinum móti
Kyndli vísti Preda, at hann kann
gerast stórur fongur hjá strand-
ingum, og tann metingin
stendur so ruddiliga við enn.
Ógvuliga hóskandi skeyt
hann bæði fyrsta og seinasta
málið hjá StÍF sunnudagin, og
hoyvíkingar vistu sjáldan,
hvussu teir skuldu gera í roynd-
unum at steðga stórskjútt an-
um.
Og tað var fyrst og fremst
Preda, sum var munurin millum
liðini. Hoyvíkingar fylgdu væl
við stóran part av dystinum,
hóast StÍF hevði hug at toga
seg avstað, men tað var ikki fyrr
enn um miðjan seinna hálvleik,
at tað veruliga skrædnaði.
mørk
StÍF-H71 28-22 (13-13)
10 min: 5-4
20 min: 10-7
40 min: 16-15
50 min: 24-17
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 12(2),
Gabriel Stanciu 7(2), Bárður B.
Danielsen 1, Esbern Jacobsen 1,
Mortan Hansen 1, Rúni Niclassen
1, Borgar Danielsen 1
H71: Poul Kjartan Dam 7(4),
Bárður Brimvík 4, Janus
Sørensen 3, Hans Kári Hansen 2,
Tróndur Vatnhamar 2, Dánial
Tórgarð 1, Gunnar Bláberg 1,
Dánial Kjærbo 1, Rúni Højgaard
1
Brotskøst: StÍF 5, H71 5
Útvísingar: StÍF 5, H71 3
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar
Simonsen
FAKTA
Neistin-KÍF 36-23 (18-11):
Eingin ivi á Hálsi
VÍF-Kyndil 29-31 (16-12):
Kyndil er aftur við
VÍF-Kyndil 29-31 (16-12)
10 min: 6-4
20 min: 11-8
40 min: 20-18
50 min: 22-23
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 12(4), Agnar
Joensen 7, Regin Joensen 4, Joen
P. Høgnesen 2, Bjarti Hansen 2, Áki
G. Olsen 1, Sjúrður Poulsen 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 7,
Bárður Johannesen 6, Hans Áki
Dal-Christiansen 5(1), Høgni Klein
Olsen 3, Julian Johansen 2, Josef
Abrahamsen 2(1), Ken
Zachariassen 1
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 3
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 5
Dómarar: Eyðun Samuelsen &
Andreas F. Hansen
FAKTA
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Neistin-KÍF 36-23 (18-
11)
10 min: 5-2
20 min: 12-5
40 min: 25-12
50 min: 30-16
Málskjúttar
Neistin: David
Edvardsen 8(1), Heini
Hanusarson 7, Birgir
Poulsen 6, Jugoslav
Djumic 5, Jens Mohr 5,
Beinir í Ólavstovu 3, Ingi
Olsen 2
KÍF: Gert Hansen 5, Ingi
Johannesen 4, Regin
Petersen 3, Ási Dam 3(2),
Áki Müller 2, Hallur
Hansen 2, Suni
Johannesen 1
Brotskøst: Neistin 1, KÍF
2
Útvísingar: Neistin 2,
KÍF 6
Dómarar: Hans
Thomassen & Hanus
Kúrberg
FAKTA
Heini Hanusarson og liðfelagarnir í Neistanum vunnu ein tryggan sigur,
tá KÍF ongan tíð megnaði at geva nakað álvarsligt mótspæl
Mynd: Álvur Haraldsen