mánadagur 5. oktober 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Rangers vann Old Firm
Um vikuskiftið spældu Celtic og Rangers ímóti hvørjum øðrum fyri
385. Ferð. Dysturin millum stóru feløgini í Glasgow verður kallaður
Old Firm, og hesaferð vann Rangers dystin. Úrslitið gjørdist 2-1, og
bæði málini skoraði Kenny Miller. Hóast Rangers vann hendan
dystin, er tað Celtic, sum í løtuni liggur á odda í skotsku
landskappingini. Men nú er bert eitt stig á muni millum tey bæði
stórfeløgini.
Kongafelagið fall
Real Madrid tapti fyri fyrstu ferð í ár landskappingardyst. Real
Madrid spældi ímóti Sevilla, og tað endaði við, at Sevilla vann
dystin 2-1. Og tað var uppiborið, tí málmaðurin hjá Real Madrid
vísti satt stórspæl í dystinum. Real Madrid spældi uttan
superstjørnuna Cristiano Ronaldo, og hann varð saknaður. Nú er
Barcelona einsamalt á odda í sponsku landskappingini – trý stig
frammanfyri Real Madrid og Sevilla.
Neistakvinnur fingu ikki
eitt bein til jørðina, tá
tær tóku móti Stjørnuni
sunnudagin
Stjørnan læt ongan sum helst iva
vera um, at tær aftur í ár eru ein av
mest seriøsu FM-biðlunum.
Móti Neistanum, sum aftur í ár
hevur verið fyri stórum skiftingum
á liðnum, settu klaksvíkarkvinnur
seg á tað allar mesta frá fyrsta
bríksli.
Roknað varð annars við, at talan
kundi verða um eitt slag av
styrkisroynd, men tað gjørdist talan
tó ongan tíð um. Styrkismunurin
var snøgt sagt alt ov stórur, og
sterku bakketuni á odda streyk
Stjørnan alt fyri eitt avstað.
Sum dysturin leið, so var
spurningurin bara, hvussu stórur
sigurin hjá Stjørnuni skuldi verða,
og mest av øllum mundu bláu
heimakvinnurnar vera glaðar, tá
hallarfloytan ljóðaði fyri seinastu
ferð.
VÍF slapp ongan tíð at
kløkka Tjaldur, og so
gjørdist talan um trivaligan
stórsigur til meistararnar
Fyri viku síðani lat VÍF eitt lítið
ávaringarskot av, tá tær eina løtu
loyptu hvøkk á steypavinnararnar
úr Klaksvík.
Tí var Tjaldur ávarað um, at hóast
tær vóru favorittar, so kemur eingin
sigur av sær sjálvum, og frá fyrsta
bríksli trumlaðu tær VÍF niður.
Ungu genturnar á heimaliðnum
sluppu veruliga at royna, hvussu
tað er at spæla móti nøkrum av
bestu útlendsku spælarunum í
føroyskum hondbólti, og bæði
Adina Petrea og Cornelia Rimbu
dusaðu sær av álvara í VÍF-verjuni,
sum eingi vápn tóktist at hava
yvirhøvur móti sterku skjúttunum.
Tapið stafðestir støðuna hjá VÍF
sum eitt av veikaru liðunum í
deildini. Men hinvegin hava tær nú
spælt móti teimum báðum
liðunum, ið á pappírinum verða
roknað sum tey sterkastu, og so er
spurningurin, hvussu stórar
royndirnar eru, sum eru komnar
burtur úr hesum báðum dystunum.
mørk
Neistin-Stjørnan 17-32 (8-15):
Stjørnan í stórformi
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
2
2
-
0
-
0
65
36
29
4
2 Tjaldur
2
2
-
0
-
0
72
49
23
4
3 Neistin
2
1
-
0
-
1
42
53
-11
2
4 VB
1
0
-
0
-
1
21
25
-4
0
5 StÍF
1
0
-
0
-
1
25
32
-7
0
6 VÍF
2
0
-
0
-
2
43
73
-30
0
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin
2
2
-
0
-
0
63
49
14
4
2 StÍF
2
2
-
0
-
0
60
47
13
4
3 VÍF
2
1
-
0
-
1
58
54
4
2
4 Kyndil
2
1
-
0
-
1
56
61
-5
2
5 H71
2
0
-
0
-
2
48
55
-7
0
6 KÍF
2
0
-
0
-
2
46
65
-19
0
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
VÍF-Tjaldur 24-40 (7-23):
Meistararnir
vóru til reiðar
VÍF-Tjaldur 24-40 (7-23)
Málskjúttar
VÍF: Tóra Seloy 6, Liljan
Djurhuus 5(1), Rannvá á Rógvu
4, Heidi Joensen 4, Halla
Midjord 3, Rakul Joensen 1,
Finngerð Jensen 1
Tjaldur: Adina Petrea 12(2),
Cornelia Rimbu 11, Marinela
Patru 6, Annika Thomsen 5,
Sarah Ann B. Thomsen 3,
Elinbjørg Hammer 2, Jóhanna í
Króki 1
Brotskøst: VÍF 3, Tjaldur 3
Útvísingar: VÍF 1, Tjaldur 6
Dómarar: Eyðun Samuelsen &
Andreas F. Hansen
FAKTA
Neistin-Stjørnan 17-32 (8-15)
10 min: 3-5
20 min: 7-11
40 min: 11-21
50 min: 13-26
Málskjúttar
Neistin: Jacklin Durhuus 5,
Unnur Danielsen 3, Katrin á
Neystabø 2, Anja Heinadóttir 2,
Louisa Andreasen 2, Birita
Wardum 2, Rakul
Augustinussen 1
Stjørnan: Valentina Suciu 7(2),
Joan Midjord Djordjevic 5,
Durita Ljósstein 4, Simona
Petersen 4(2), Maria við Neyst
3, Hanna Mikkelsen 2, Ella
Petersen 2, Edith Hansen 2,
Durita Mikkelsen 1, Shari
Mikkelsen 1, Una Olsen 1
Brotskøst: Neistin 1, Stjørnan
4
Útvísingar: Neistin 6, Stjørnan
2
Dómarar: Hans Thomassen &
Hanus Kúrberg
FAKTA
Stjørnan hevði greitt fokus á uppgávuni, tá tær uttan nakað sum
helst hóvasták vundu burtur úr Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen