Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. oktober 2009 – Nr. 189 Egg til Caroline Ein hálvsjúk Caroline Wozniacki mátti lúta longu í fyrsta umfarinum av Chin Open, sum hesa vikuna verður spælt í Beijing. Danska tennis-drotningin spældi móti sponsku Maria José Martinez Sánchez, sum vann 7-6, 6-7, 6-0. Sjálv vildi Wozniacki tó ikki staðfesta, at sjúkan var orsøkin til, at hon ikki orkaði meira í triðja settinum, men staðfesti hon ístaðin, at spælið ikki var nóg gott. Mexicanskur høsnarungi Danski Michael Rasmussen ætlar nú eftir øllum at døma at søkja um mexicanskt pass. Síðani hann byrjaði at súkkla aftur eftir doping-gøluna í Fraklandi í fjør, hevur hann ferð eftir ferð rent seg í forðingar frá danska súkklusambandinum, og tí kannar hann í løtuni, um hann fær statsborgaraskap, so hann kann súkkla fyri Mexico í HM-høpi. Bæði hjá kvinnum og monn­ um átti KÍ bestu mál verjarnar í farna kapp ingarárinum, Randi S. Wardum og Jákup Mikk elsen. Tey hava annars havt hvør sítt kappingarár – hon sum meistari og hann sum niðurflytari Samstundis sum KÍ-kvinnurnar vunnu sítt tíggjunda føroya meistara heiti á rað, noyddust menninir at boyggja seg og fara ta tungu leið niður í næstbestu deildina – fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Men tó vóru ítróttarfólk og fjølmiðlar samd um, at bestu málverjarnir spældu í Klaksvík. Í teimum 20 dystunum í kvinnu kappingini eydnaðist bara mótstøðuliðunum at fáa bóltin sjey ferðir fram við Randi, meðan Jákup 50 ferðir í 26 dystum – hann sat uttanfyri tann eina – noyddist at fara í netið eftir bóltinum. Randi S. Wardum var kosin ársins málverji hjá kvinnum í kapping við málverjarnar hjá AB og Víkingi, meðan Jákup fekk heiðurin sum ársins málverji í kapping við málverjarnar hjá Víkingi og NSÍ. – Hetta er ikki fyrstu ferð, at eg vinni henda heiðurin, men tað er so fyrstu ferð, at steypið sær soleiðis út, segði Randi S. Wardum, meðan hon sjónliga fegin stóð við steypin um, ið var ein gyltur málmans- handski. – At eg gerist ársins málverji, hongur saman við fleiri tingum. Rutinan og teir nógvu dystirnir gera sítt, men so havi eg eisini eitt gott lið framman fyri mær. Tað hevur øgiliga nógv at siga. Sympatiprísur… Jákup Mikkelsen var eyðmjúkur, tá hann hevði fingið sín gylta handska, og hann hevði hug at niðurtóna sín egna innsats í farna árinum eitt sindur. – Hetta er eitt herðaklapp at fáa, men eg hugsi, at hetta er líka nógv ein sympatiprísur sum nakað annað. Men hetta er ið hvussu er eitt fínt farvæl at fáa, og tað eri eg takksamur fyri, segði Jákup, sum næsta ár verður málverji í næst bestu deildini og tí ikki verður við í kappingini um at gerast ársins málverju tá. – Vit hava latið rættiliga nógv mál inn, so eg havi ið hvussu er havt nokk at gjørt. Tað hevur kanska gjørt sítt til, at valið er fallið á meg. Mikudagin fer hann saman við restini av landsliðnum av landinum at spæla teir báðar síðstu dystirnar í HM-undankappingini, sum eru á útivølli ímóti fyrst Fraklandi og síðani Rumenia. Hetta verða teir báðir síðstu dystirnir hjá Jákupi, ið hevur verið knýttur at landsliðnum líka síðani 1988. Máltindurin Vodafone-deildin Finnur Justinussen Víkingur 19 Arnbjørn Hansen EB/S 17 Ahmed Keita B68 15 Andrew av Fløtum HB 14 Karoly Potemkin NSÍ 14 Hjalgrím Elttør KÍ 12 Jens Erik Rasmussen 07 Vestur 11 Fróði Benjaminsen HB 10 Rógvi Poulsen HB 9 Andy Olsen ÍF 9 Bogi Løkin NSÍ 9 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 9 Milan Kuljic HB 8 Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur 7 Brima Koroma B36 7 Sorin Anghel EB/S 7 Bjarni Jørgensen HB 7 Rógvi Jacobsen ÍF 7 Andreas Lava Olsen Víkingur 7 Toppskjúttin í Vodafone-deildini fær eftir kappingarárið handað gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti Bestu málverj­ arnar eigur KÍ einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 27 16 - 7 - 4 59 37 22 55 2 EB/S 27 15 - 5 - 7 56 34 22 50 3 Víkingur 27 14 - 5 - 8 51 36 15 47 4 NSÍ 27 13 - 5 - 9 56 46 10 44 5 B68 27 12 - 7 - 8 48 41 7 43 6 AB 27 9 - 7 - 11 29 35 -6 34 7 ÍF 27 8 - 6 - 13 45 48 -3 30 8 B36 27 7 - 7 - 13 37 53 -16 28 9 KÍ 27 6 - 6 - 15 30 57 -27 24 10 07 Vestur 27 4 - 7 - 16 39 63 -24 19 Formbarometrið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 6 4 - 1 - 1 14 8 6 13 2 Víkingur 6 4 - 1 - 1 12 6 6 13 3 B68 6 3 - 1 - 2 10 6 4 10 4 NSÍ 6 3 - 1 - 2 12 11 1 10 5 HB 6 2 - 2 - 2 9 10 -1 8 6 ÍF 6 2 - 1 - 3 15 13 2 7 7 B36 6 2 - 1 - 3 11 13 -2 7 8 KÍ 6 2 - 1 - 3 6 13 -7 7 9 AB 6 1 - 2 - 3 5 10 -5 5 10 07 Vestur 6 1 - 1 - 4 8 12 -4 4 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 27 16 - 6 - 5 67 40 27 54 2 B71 27 15 - 7 - 5 63 36 27 52 3 TB 27 14 - 5 - 8 58 48 10 47 4 HB 27 13 - 6 - 8 56 39 17 45 5 Víkingur 27 9 - 10 - 8 46 39 7 37 6 B68 27 10 - 6 - 11 68 59 9 36 7 FC Hoyvík 27 11 - 1 - 15 36 53 -17 34 8 NSÍ 27 9 - 6 - 12 45 57 -12 33 9 Skála 27 9 - 5 - 13 38 41 -3 32 10 MB 27 2 - 2 - 23 27 92 -65 8 Jákup Mikkelsen og Randi S. Wardum spæla bæði við KÍ og landsliðnum. Sunnudagin varð staðfest, at tey bæði hava verið bestu málverjarnir hetta kappingarárið