mánadagur 5. oktober 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 189 - 5. oktober 2009
Uppskot er lagt fyri
norska Stórtingið
um eina nýggja gjald
førislániskipan,
ið hevur eina láni
rammu á tilsamans
250 milliónir norskar
krónur. Skipanin
skal umsitast av
Innovasjon Norge
FISKIVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sambært norska fiskimála
ráðharranum, Helgu Peder
sen, fer hetta saman við
øðrum tiltøkum at tryggja,
at fiskiskapurin í 2010 kann
fara fram so vanligt sum
møguligt.
Uppskot er eisini lagt fyri
Stórtingið um at tillaga
málbólkin, ið er fevndur av
verandi garantirammu á
97,5 mió.nkr., soleiðis at
garantiirnir koma at galda
fyri alla móttøku av fiski
og uttan avmarkingar í mun
til uppbygging av goymslu.
Norska stjórnin ber ótta
fyri, at partar av fiskivinnuni
ikki hava nøktandi gjaldføri
til at tryggja neyðugu mót
tøkuorkuna til at avgreiða
toskafiskiskapin í 2010.
Hetta kann viðføra óhepnar
avleiðingar fyri fiskimenn
og tær bygdir, ið liva av
toskafiskiskapinum. Stjórn
in kann kortini ikki endur
rinda vinnuni tey tap hon
hevur havt, og við einari
nýggjari gjaldførislániskip
an og tillagaðum garanti
rammum ynskir stjórnin tí
at geva sítt íkast til at bøta
um gjaldførisavbjóðingina,
sum nógvar fiskivinnufyri
tøkur hava.
Tað verða framvegis still
að krøv til kredittvirði hjá
fyritøkunum, og um tær
skulu fáa lut í gjaldføris
lánunum
ella
garanti
rammuni, er eisini neyðugt,
at peningastovnarnir luttaka
við at átaka sær partar av
økta váðanum.
Gjaldførislán kunnu játt
ast upp til 3 ár, og skulu
latast við vanligum treytum.
Gjaldførislánskipanin kem
ur ikki í staðin fyri vanligar
rakstrarfíggingar, men er
ætlað at styrkja fíggjarliga
grundarlagið í feløgunum.
Hóast Stórtingið fyrst má
samtykkja bæði gjaldføris
lániskipanina og tillaging
arnar av garantiskipanini,
áðrenn Innovasjon Norge
kann geva nakra endaliga
tilsøgn, mælir norski fiski
málaráðharrin
einstøku
fyritøkunum til at seta seg í
samband við Innovasjon
Norge,
fyri
at
kanna,
hvørjar
møguleikar
tær
hava at fáa tilsøgn um lán
og garantiir., skrivar Vinnu
húsið á heimasíðu síni.
250 milliónir til norsku fiskivinnuna
25 feløg hava nú
sent eina eftirlýsing
út eftir vælferðar
samfelagnum
Føroyar. Feløgini
mótmæla harðliga
niðurlagingini, ið
samfelagið er fyri
MótMælI
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
25
feløg
mótmæla
nú
raðfestingunum hjá útinn
andi valdinum í landinum.
Vælferðin hevur ikki
fingið nøktandi raðfesting í
góðum tíðum, og tá tíðirnar
gerast
verri,
verður
vælferðin munandi skerd.
Hetta hevur verið serliga
ringt seinasta árið, og einki
bendir á, at lagt verður á
annan bógv, siga feløgini í
tíðindaskrivi.
Tvørturímóti so er
nærum hvørja viku, at lagt
verður eftir tilboðum ella
skipanum, ið fólk hava fyri
neyðini. Tað seinasta álopið
var á børn við serligum
tørvi, og næst á skránni eru
tey sálarsjúku. Áðrenn hetta
hava pensjónistar, fólk, ið
hava tørv á heilivági, børn
og ung við serligum tørvi,
staðið fyri skotum. At landi
num vantar pening er ongin
umbering fyri at leggjast á
tey, sum mest hava brúk
fyri, at vit hava nøkur
tilboð, sum kann javnseta
borgararnar her á landi,
staðfesta
feløgini,
sum
eisini telja stóru fakfeløgini
Føroya
Arbeiðarafelag,
Føroya Fiskimannafelag og
Havnar Arbeiðsmannafelag,
sum saman mynda Samtak.
Løgtingið má leggja
á annan bógv
Tey 25 feløgini eftirlýsa
einum sosial politikki, sum
tekur atlit til tey, sum hava
tørv á einum sosialum
trygdarnetið. Í tíðindaskriv
inum siga tey seg óttast
gongdina og heita inniliga á
politisku skipanina um at
leggja á annan bógv.
Tørvur er á raðfestingum,
og at hesar eru samhalds
fastar. Hetta kann Føroya
Løgting gera nakað við, nú
fíggjarlógin 2010 er til við
gerðar, sláa feløgini fast.
Sorla verandi tilboð
Feløgini heita á landsins
myndugleikar um at halda
ásetingarnar í STsáttmál
anum fyri fólk við breki, og
at ásetingarnar í nýggja
psykiatrilógini vera virdar.
Tað er ikki haldbart at
lóggeva við aðrari hondini
og
skerja
við
hinari.
Samsvar má vera ímillum
lóggávu og fíggjarliga rað
festing. Undirritaðu feløg
eftirlýsa eini greiðari og
miðvísari sosialpolitiskari
ætlan, sum mennir Føroya
land á vælferðarøkinum, og
ikki einum politikki, sum
sorlar tey tilboð sum eru.
Tey 25 feløgini, sum hava
sent eftirlýsingina út eru:
Almanna- og heilsurøkt-
arafelag
Føroya Barnabati
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Epileptikarafelag Føroya
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Heilsuhjálparafelag
Føroya
Javni
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Landsfelag
Handverkaranna
Landsfelag Pensjónista
Ljósmøðrafelagið
Musikklærarafelagið
Magistarafelag Føroya
Nýrafelagið
S & K Felagið
Samtak
Sclerosufelagið
Eftirlýsa vælferðar-
samfelagnum
Helga Pedersen, norskur
fiskimálaráðharri
Lesið
Sosialin