hósdagur 22. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 • hósdagur • 22. november 2001 • 75. árg.
Síðst í oktober var
verkførarin á last-
biladeildini hjá VR
Bilum, Torleif Nón,
saman við 135 øðrum
lastbilaumboðum í
Gøteborg, tá nýggju
FH og FM røðirnar av
Volvo lastbilarnir
vóru avdúkaðir.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tá Volvo avdúkar nýggjar
bilar, er tað ofta við eini
stórari
leiksýning.
Tá
nýggju FH og FM lastbila-
røðirnar vóru sýndar fram í
oktober, var onki undatak.
Har vóru nógvir artistar
sum
sýndu
fram
síni
kynstur, og á stórskíggja
sást ein tyrla koma við
einari byngju hangandi
undir sær. Tá tyrlan steðgar
og skal lora byngjuna niður,
kemur ein ein Volvo FH 12
niður úr loftinum, og lendir
á gólvinum millum borðini
har áskoðarnir sótu og ótu.
Hetta kom heilt óvart á teir,
tí hetta var ein spildur-
nýggjur bilur, sum teir ikki
høvdu sæð áður.
Volvo FH og FM
Talan var um nýggjastu
Volvo FH12, FM9 og
FM12 lastbilarnar. FH 12
fæst við 12 litur motorum
frá 340 til 500 hk., og FM9
fæst við 9 litur motorum frá
260 til 380 hk. FM 12 fæst
við 12 litur motorum frá
340 til 420 hk. Næsta ár
kemur ein nýggjur 16 litur
motorur. Fýra ymiskir gear
kassar verða at velja ímill-
um: Powertronic er ein
heilautomatiskur gearkassi.
Geartronic er ein 14 trins
gearkassi. I-shift er ein
heilt nýggjur heilautomat-
iskur ella manuelt stýrdur
elektroniskur gearkassi. VT
er ein gearkassi ið hevur
kaðalsamband ístaðin fyri
stengur.
ABS og ESP
Allir Volvo lastbilar við
luftfjaðraskipan
hava
skivubremsur
á
øllum
hjólunum. Eisini hava teir
elektroniskt stýrdan re-
tardara, ið kann aktiverast
automatiskt tá man brems-
ar, og heldur ferðina sum
bilførarin hevur sett hann
til í undanbrekku. Við tað at
ABS bremsur eru standard,
fæst bilurin eisini við ESP
(Elektronisk Stabilitet Pro-
gram). Við hesi skipan fær
bilførarin hjálp í torførum
umstøðum,
tí
skipanin
regulerar til dømis bremsu-
kraftina og motorkraftina
eftir tørvi. Hetta er við til at
bøta munandi um trygdina
á vegunum.
Til Gøteborg í januar
Hetta er bert nakað av tí
nýggjasta sum Volvo last-
bilarøðirnar koma við í
næstum. VR Bilar skipa
fyri einum túri til Volvo
miðstøðina í Gøteborg í
januar mánaða. Tey sum
hava áhuga, kunnu venda
sær til VR Bilar, at fáa
meira at vita um túrin. Ann-
ars verður eitt skriv sent út
til allar lastbilakundarnar,
har møguleiki er at tekna
seg.
Nýggir Volvo lastbilar
á marknaðin í 2002
Torleif Nón, verkførari á lastbiladeildini hjá VR Bilum, var í Gøteborg tá nýggju Volvo lastbilarnir vóru sýndir fram fyrstu ferð
Instrumentborðið er heilt
nýtt og sera arbeiðsligt fyri
bilføraran
Volvo FH 12 við heilt nýggjum designi. FH røðin fæst við fýra ymiskum førarahúsum
Volvo FM 12, ið fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998, kemur næsta ár við heilt nýggjum designi
15
14
Nr. 226 - 22. november 2001
FÓLKATINGSVAL
Magnus Dam,
Keypmannahavn
Lagið var gott á ferjuni
Sjælland týskvøldið, har
Vinstra hátíðarhelt søguliga
valsigurin, sum gav flokk-
inum 56 fólkatingsessir.
Við rungandi fagnarrópum
tóku tey fleiri hundrað
vinstrafólkini móti for-
manninum, tá hann trein á
pallin at takka fyri stuðulin
í valstríðnum.
- Eg fegnist um álitið,
sum er víst mær og Vinstra.
Eitt álit, sum eg fari at gera
mítt ítarsta at liva upp til.
Eisini tey, sum hava tapt
her í kvøld, skulu vita, at eg
fari at verða forsætisráð-
harri fyri øll, segði Anders
Fogh
Rasmussen
við
ovurfegnu viðhaldsfólkini,
sum svaraðu aftur við at
skjóta
propparnar
av
sjampagnufløskunum.
Flokkurin
yvirhálaði
Socialdemokratarnir fyri
fyrstu ferð síðani 1920, og
saman við hinum borgar-
ligu flokkunum, Konserv-
ativa, Kristiliga og Danska
Fólkaflokkinum
hevur
nýggi forsætisráðharrin ein
stóran meiriluta aftanfyri
seg.
Tá teir fýra føroysku og
grønlendsku fólkatingslim-
irnir ikki eru taldir við,
hevur borgarligi vongurin
98 sessir og vinstravong-
urin 77.
Drotningin lat í gjár
Anders Fogh Rasmussen
upp í hendur at skipa
nýggja stjórn, eftir at Poul
Nyrup Rasmussen hevði
boðað henni frá, at stjórnin
leggur frá sær.
Truplar tingingar
Eingin veit, hvussu nýggja
stjórnin í Danmark fer at
síggja út. Anders Fogh fór í
gjár undir tingingar við
flokkarnar, fyrst og fremst
teir konservativu, sum við
vissu verða við í nýggju
stjórnini. Tað er ikki sann-
líkt, at Danski Fólkaflokk-
urin við Piu Kjærsgaard
sleppur upp í stjórnina, og
somuleiðis er óvist, hvussu
verður við Kristiliga Fólka-
flokkinum.
Tað mest sannlíka er, at
Vinstra og Konservativu
skipa minnilutastjórn, men
Pia Kjærsgaard fer at
krevja týðilig fingramerki
á politikkin — fyrst og
fremst útlendingapolitikkin
— fyri at styðja stjórnini.
Og nakað av ávirkan skal
hon hava, um metast skal
eftir góða úrslitinum hjá
flokkinum. Flokkurin fekk
eina
framgongd
uppá
níggju fólkatingssessir og
situr nú sum triðstørsti
flokkur við 22 sessum í
fólkatingssalinum.
Anders Fogh skal ikki
rokna við nógvum stuðuli
frá vinstravonginum. Soc-
ialdemokratarnir, Sosialist-
iski
Fólkaflokkurin
og
Eindarlistin fara at gera alt,
teir eru mentir, at koppa
stjórnini skjótast gjørligt.
Ótrygg støða
Tað er sostatt langt frá nøk-
ur trygg politisk støða, sum
Danmark er í eftir valið
týsdagin. Anders
Fogh
Rasmussen hevur lovað
nógv í valstríðnum, og velj-
ararnir fara at krevja av
honum, at hann heldur
mongu lyftini.
Útlendingapolitikkurin
skal herðast, bíðirøðirnar til
sjúkrahúsini skulu burtur,
tey gomlu skulu hava betri
heimarøkt og fleiri røktar-
heimspláss, og barnafamilj-
urnar skulu hava longt
barsilsfarloyvi. Samstundis
hevur Anders Fogh lovað,
at
skatturin
ikki
skal
hækkast í hansara tíð sum
forsætisráðharri.
Lyftini eru stór og gylt,
og vónirnar frá veljarunum
upp aftur størri. Anders
Fogh Rasmussen hevur
vunnið fyrsta slagið, men
tað fara at koma nógv onn-
ur í tíðini, sum kemur.
Danmark fór til høgru
Danmark tók eitt risalop til høgru á Fólkatingsvalinum. Vinstra og Danski
Fólkaflokkurin vunnu stórsigur. Men hjá Anders Fogh Rasmussen standa truplar stjórnarting-
ingar fyri framman. Pia Kjærsgaard skal ikki hava ov stóra ávirkan,
men hon verður ikki til at koma uttanum.
C
M
Y
K
14