Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 226 - 22. november 2001 Nr. 226 - 22. november 2001 13 Sjúkrasystrafelag Føroya Jana H. Dalsgaard, forkvinna Støðan, sum heimarøktin í Suðuroy er sera álvarslig, ikki minst fyri sjúklingin og Sjúkrasystrafelag Før- oya góðtekur als ikki, at limir felagsins arbeiða undir slíkum umstøðum Tænastubilar til Heimarøktina Málið um tænastubilar til Heimarøktina er eitt gamalt mál. Við verkfallinum, ið var fyrst í nítiárunum, vunnu vit tey rættindi, at tað ikki longur skuldi standa í setanarskrivinum hjá heilsu- og heimasjúkra- systrum at tær skuldu hava egnan bil tøkan til ar- beiðsbrúk. Undan verkfall- inum var hetta eitt krav. Nógv hevur síðani tá verið tosað og skrivað um hetta mál, uttan at tað hevur givið nakað úrslit. Uppgávan og ábyrgdin hjá arbeiðsgevara Fyrsta dagin ið undirritaða var til arbeiðis her á skriv- stovuni ( 19.mars 2001) setti heimasjúkrasystir í Suðuroy seg í samband við meg og segði frá, at tær har suðuri ikki høvdu bil aftaná 1.okt. 2001.Grundgevingin var, at tær bókstavuliga ikki høvdu bil eftir henda dag. Á nevndarfundi í Sjúkra- systrafelag Føroya nakrar dagar seinni varð málið tikið upp, og niðurstøðan varð, at SFF skuldi taka málið upp fyri allar Før- oyar. SFF hevur ta áskoðan, at tað er uppgávan hjá ar- beiðsgevaranum at skipa so fyri, at sjúkrasystrarnar fáa tey arbeiðsamboð ið eru neyðug, harundir bilar. SFF boðaði síðani (3. apr. 2001) skrivliga leiðar- anum í Heimarøktini frá, at Heimasjúkrasystrar ikki høvdu egnan bil tøkan til arbeiðsbrúk eftir 1. okt 2001 Somuleiðis hevur SFF kunnað arbeiðsgev- aran um serligu støðuna í Suðuroy. Støðan í dag, aftaná nógv arbeiði og drúgvar samráð- ingar, er tann, at tað hevur eyðnast pørtunum, at ”sannføra” Almanna og Heilsumálastýrið og Fíggj- armálastýrið um, at tað er arbeiðsgevarans uppgáva at syrgja fyri, at neyðug arbeiðsamboð eru til taks og at tað er ein góð íløga at keypa bilar. Teir fyrstu 8 bilarnir eru ein beinleiðis sparing fyri Heimarøktina, so tað er ikki lætt hjá Landsstýrismanninum ikki at taka av tilboðnum. Hetta hevur so ført til, at pengar til fyrstu bilarnar eru settir á eykajáttanar- uppskotið fyri okt. 2001. Nú er bert eftir at tað verður samtykt í Tinginum. Eftir teimum úttalilsum frá politikarum ið hava verið m.a. í Sjónvarpi Føroya verður málið samtykt. Um tað verður samtykt í tinginum, sum vit vænta, er okkara mál í ár, rokkið, og um so verður, er tað at fegnast um. Semja var millum SFF og allar heilsu og heimasjúkrasystrar um, at okkara mál var, at fáa nakrar bilar í ár, tvs. at fáa gongd á málið, alt annað mettu vit vera órealistiskt. SFF setti tí ikki bilarnar sum fráboðað 1.nov.2001 tí málið verður loyst, hetta var breið semja um, eisini sjúkrasystrarnar í Suðuroy eru samdar í tí, tí vit fara sjálvsagt ikki í verkfall tá ið málið verður loyst. (nevnda freist varð longd frá 1.okt. til 1.nov, tí Heimarøktin og Almanna og Heilsumálastýrið høvdu brúk fyri tíð til at fyrireika málið) Ongir bilar í Suðuroy Trupulleikin í Suðuroy er tó sum nevnt tann, at Heimasjúkrasystrarnar hava bókstaviliga talað ikki bil longur. Tær hava strekt seg so langt sum tær kundu, men tann 5. nov. bar ikki til longur, tá var ongin bilur eftir. Her er ikki talan um verkfall, men ta einfalda orsøk, at heimasjúkrasystr- arnar hava slitið sínar pri- vatu bilar upp í arbeiðs- gevarans tænastu. SFF kunnaði sum nevnt fyri langari tíð síðani Leið- aran í Heimarøktini um hesi serligu viðurskifti í Suðuroy, men hetta málið er ikki loyst enn. SFF boðaði frá og heldur fast við, at tað er arbeiðsgevar- ans uppgáva at loysa henda trupulleika. SFF stuðlar fult út okkara limum í Suðuroy í stríðnum, tí vit meta, at tað er ein sjálv- sagdur rættur at fáa 2 bilar so tær fáa røkjt sítt arbeiði. Nú er fyrsta vikan við ongum bili farin. Har tað ber til ganga tær, men í flestu førum verður hýru- vognur nýttur til arbeiðis. Vit vóru mong við teim- um, ið vórðu sera illa við, tá ið tvær súkklur vórðu sendar teimum suður frá Heimarøktini. Hetta meta vit vera at halda okkum øll fyri gjøld- ur, hugsið tykkum at fara á súkklu úr Vági til Sumbiar ella av Tvøroyri til Sand- víkar í kavaroki?!!?. Har- afturat er arbeiðsbyrðan hjá sjúkrasystrunum so stór frammanundan, at tað er ivaleysa trupult at røkja tær neyðugu uppgávurnar inn- anfyri ásettu tíðina við bili. Álvarslig støða Hetta er sera álvarslig støða fyri allar partar, ikki minst fyri sjúklingin. SFF hevur enn einaferð heitt á ar- beiðsgevaran um sum skjótast at loysa málið. Tá ið arbeiðsgevarin ikki kann krevja at sjúkrasystrarnar hava egnan bil tøkan, má hann loysa málið á annan hátt. SFF hevur eisini boðað frá, at vit meta, at einasta loysn á málinum er, at Suðuroyggin fær tveir bilar beinan veg. Um hetta ikki verður gjørt, kann tað hava sera álvarsliga avleið- ingar, í ringasta føri, at Heimarøktin í Suðuroy verður niðurløgd tí ongin heimasjúkrasystir er eftir, ein er júst farin úr starvi av somu orsøk og fleiri eru á veg. Hetta hevur bráskund. SFF hevur somuleiðis boð- að arbeiðsgevaranum frá, at vit góðtaka als ikki, at limir okkara arbeiða undir slík- um korum. Fundur var millum part- arnar mikudagin, og tað frættist at eitt svar kemur frá arbeiðsgevaranum týs- dagin. Um ikki ein loysn verður funnin skjótt, má SFF taka spurningin upp um tiltøk skulu setast í verk. Vónandi verður hetta ikki neyðugt. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vunnu fólkatingsvalið. Úrslitið er eisini sera áhugavert verður tað mett sum ein nærum fullkomin veljarakanning. Tað er í veruleikanum ein dómur yvir samgonguna og ein týðulig ávaring til bæði Fólkaflokk og Sjálvstýrisflokk. Tað er eisini ein áváring til Tjóðveldisflokkin ætlar hann sær í Tinganes aftur. Valúrslitið reisir spurningin, hvat Fólkaflokkurin hevur fingið burtur úr hesum samgonguskeiðnum. Hann er fangaður í polariseringini. Fullveldisfólkini eru farin til Tjóðveldisflokkin og samríkisfólkini í Sambandsflokkin. Tað setur spurningin, um flokkurin ikki átti at valt eina meira hóvliga loysn saman við eitt nú Javnaðarflokkinum frá byrjan. Javnaðarflokkurin varð ov stuttur men helt borg og væl tað. Hann var bara 400 atkvøður aftanfyri Tjóð- veldisflokkin. Jóannes Eidesgaard, sum misti sessin, fekk tó eitt sera gott persónligt val við nærum 4000 atkvøðum. Hetta gevur eisini eina ábending um, hvønn persón stórur partur av veljarunum sær sum komandi løgmansevni. Var talan um løgtingsval, hevði samgongan mist meiri- lutan. Úrslitið er m.a. ein útpurring til Tjóðveldisflokkin, tí flokkurin ger einki við 24% einsamallur. Tað var væntandi, at hvør vongurin skuldi fáa hvør sín mann, men tað kom óvart á, at Sambandsflokkurin skuldi fáa so nógv. Tað er úrslit av lítið semjusøkjandi politikki Tjóð- veldisfloksins. Hann ræðir veljararnar. Tað byggir ikki land og tað fær okkum ikki fram á sjálvstýrisleið. Tað fastlæsir støðuna. Tjóðveldisflokkurin hevur tí stóran part av skylduni av, at Sambandsflokkurin gjørdist so sterkur. Valið er ein staðfesting av, at føroyingar framvegis ganga í tveimum bólkum, og soleingi man ikki kann finna eina loysn, ið sameinir fleiri føroyingar enn nú, koma vit stuttan vegin. Tað ber ikki til at gera nakra stóra loysn við eini helvt av føroyingum og eini aðrari ímóti. 70 til 80% av føroyingum mugu standa aftan fyri tað, sum man ger. Og tað merkir, at skal nøkur realistisk og virðilig loysn finnast í ríkisrættarliga spurninginum, so má hon fevna um tríggjar stórar flokkar. Tað merkir í veruleikanum, at tað er ringt fyri ikki at siga ógjørligt at fáa eina loysn uttan um Javnaðarflokkin, havandi í huga, at Sambands- flokkurin er partur av polariseringini, sum ger, at vit koma ikki víðari. Fólkaflokkurin hevur fingið nakað at hugsa um. Roknast má við, at hann nú av álvara fer at hugsa um seg sjálvan, og tað merkir, at hansara markeringar í samgonguni fara at vera kraftigar. Eisini kann hugsast, at markeringarnar innanhýsis í Fólkaflokkinum verða kraftigar. Alt hetta týðir uppá, at vit fara at fáa eitt valstríð longu nú og inni í sjálvum landsstýrinum. Tað er ein trupulleiki. Og rímuliga avleiðingin av hesum átti at verið, at løgmaður umhugsaði møguleikan at skriva út val fyrr. Sær man valið týsdagin sum eina fólkaatkvøðu um politikkin hjá samgonguni, so tapti hon. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Samgongan misti meirilutan VIÐMERKINGAR Heimarøktin komin í álvarsliga støðu Poul Nyrup Rasmus- sen satsaði og tapti stórt. Valið gjørdist ein svíðandi ósigur hjá stjórnarflokk- inum. - Men vit koma aftur, segði fráfarandi forsætisráðharrin FÓLKATINGSVAL Magnus Dam Keypmannahavn Líka so gott sum lagið var á ferjuni Sjælland, har Vinstra helt til, líka ringt var lagið í gamla Lands- tingssalinum á Christ- iansborg. Í hølunum hjá Socialdemokratunum drukku tey gravøl í staðin fyri sjampagnu. Har var einki at hátíðar- halda. Sosialdemokratiski flokkurin fekk ringasta valið síðani 1988, og eftir níggju ár inni á heitu stjórnarskrivstovunum noyðist flokkurin nú út í andstøðukuldan. Nyrup hevði trupult við at halda tárunum aftur, tá hann mátti ásanna, at flokkurin hevði fingið ein dyggan framm- aná. Mistók seg Nyrup vónaði at fáa gagn av viðrákinum í veljara- kanningunum, tá hann skrivaði út valið. Danmark hevur havt rúkandi fram- gongd seinastu mongu árini og er í dag eitt samfelag, sum telist millum tey rík- astu í heiminum. Nyrup vónaði, at veljarin enn einaferð fór at løna stjórn- ini fyri førda politikkin. Men hann mistók seg. Veljarin var troyttur av Nyrup og vildi síggja nýggj andlit og royna eina nýggja stjórn. So skjótt, Nyrup hevði skrivað út val, byrjaði flokkurin at klára seg illa í veljarakanningunum. Og hann kom ongantíð fyri seg aftur. Valstríðið gekk illa, og tað eydnaðist ongantíð Nyrup at varpa ljós á allar trupulleikarnar, sum stjórn- in veruliga hevur loyst og at koma við góðum boðum um loysnir á trupulleikum, sum enn ikki eru loystir. Andstøðan átti valstríðið og gjørdi av, hvørji evni skuldu á dagsskránna. Høv- uðsevnið hjá andstøðuni var útlendingapolitikkur, og her stóð Sosialdemo- kratiski flokkurin seg ikki væl Socialdemokratiski flokkurin gjørdi eina roynd at sannføra veljararnar um sín útlendingapolitikk men hetta miseydnaðist. Eftir hetta lá vegurin inn í For- sætisráðið opin hjá Anders Fogh Rasmussen og Vinstra, sum eisini førdu seg fram við at lova størri vælferð enn stjórnarflokk- arnir kundu bjóða. Fer ikki frá Poul Nyrup Rasmussen var týðiliga vónbrotin av val- úrslitinum, tá hann helt røðu fyri floksfeløgunum á midnátt týskvøldið. - Í einum flokki eru tað eins og í lívinum upp- og niðurtúrar, sorg og gleði. Soleiðis er politikkur, so- leiðis er lívið, segði floks- formaðurin, sum sjálvur varðveitti fólkatingssessin men mátti siga farvæl við 11 av floksfeløgunum í Fólkatinginum. Har verður Poul Nyrup Rasmussen í øllum førum sitandi til næsta val, men spurningurin er, hvussu leingi hann verður sitandi í formanssessinum í flokk- inum. Sjálvur lat hann ong- an iva vera um, at hann heldur fram. - Skuldi nakar spurt meg, um eg haldi fram sum formaður, so kann eg vátta, at svarið er eitt rungandi ja. Minst til: Vit koma aftur, segði formaðurin. Men socialdemokratarnir vóru ikki meira enn lidnir at syngja slagsangin, tá ið fólk í krókunum byrjaðu at tosa um, hvør skal avloysa Poul Nyrup Rasmussen. Nógvir eygleiðarar rokna ikki við, at hann fer at standa á odda fyri flokk- unum, tá ið Fólkatingsval aftur er í hondum. Poul Nyrup Rasmussen var týðiliga vónbrotin av ósigrinum. Nógv rokna ikki við, at hann verður sitandi leingi afturat sum formaður í Socialdemokratiska flokkinum Nyrup sleikir sárini Pia Kjærsgaard verður ofta rópt fyri drotningin í donsk- um politikki. Týsdagin var hon enn einaferð drotningin á valinum og staðfesti støðuna hjá sær í Fólkatinginum við at vinna 22 sessir. FÓLKATINGSVAL Magnus Dam Keypmannahavn Tað hevur gingið skjótt hjá heimahjálparanum Piu Kjærsgaard og Danska Fólkaflokkinum í donskum politikki. Hon stovnaði flokkin í 1995, tá ið hon saman við fleiri øðrum fór úr Frambursflokkinum. Við valið í 1998 vann hon níggju fólkatingssessir, og víðgongda valskráin tryggjaði henni týsdagin 13 sessir afturat. Tað gekk sum eftir ánni hjá Danska Fólkaflokkinum. Hann setti dagsskránna í valstríðnum meira enn nakar annar flokkur við áhaldandi tos- inum um flóttafólk og innflytarar. - Vit settu dagsskránna, og hinir flokkarnir kundu ikki lata vera við at tosa um okkum. Annaðhvørt við at skýra okkum sum ræðslu- mynd ella sum tað øvugta, segði Pia Kjærsgaard. Flokkurin er nú trið- størsti flokkur við 22 fólka- tingslimum, og hon fer at krevja ávirkan hareftir. Hon styðjar Anders Fogh Ras- mussen og einari borgar- ligari stjórn, men tað verð- ur undir ongum umstøðum treytaleyst. Flokkurin krevur bein- harðan politikk settan í verk mótvegis flóttafólkum og innflytarum, og tað verður á hesum økinum, at hann fer at royna at fáa sum mest burturúr. Ræðast flokkin Danski Fólkaflokkurin verður ofta skýrdur at vera ein tann mest høgra- víðgongdi í Evropa, og tað eru nógv sum stúra fyri gongdini, nú hann situr so sterkur í Fólkatinginum. Flestallir flokkar vilja halda honum so langt burturi frá ávirkan sum gjørligt, men hesuferð verður tað trupult. Hon verður parlamentariska støðið undir einari borg- arligari stjórn, og hevur longu boðað frá, at hon fer at koppa stjórnini, um flokkur hennara ikki fær ávirkan á førda politikkin. Anders Fogh Rasmussen hevur tí neyvan annað í at velja enn at lata Danska Fólkaflokkin seta síni fingramerki á fleiri av hjartamálunum hjá flokk- inum. Innflytarar stúra fyri gongdini, og útlendskir eygleiðarar hava eyguni eftir gongdini í Danmark. Sjálv hevur Pia Kjærs- gaard góðar vónir. - Vit vita væl, hví vit hava fingu atkvøðurnar, og vit vita væl, at vit nú skulu syrgja fyri at herða út- lendingapolitikkin, revs- ingina fyri harðskap og neyðtøku og virka fyri betri viðurskiftum hjá teimum gomlu, segði Pia Kjærs- gaard - valdrotningin í Danmark. Drotningin á høgravonginum Pia Kjærsgaard gjørdist saman við Anders Fogh Rasmussen stóri sigursharrin á Fólkatings- valinum við einari framgongd uppá 13 fólkatingssessir. Danski Fólkaflokkurin er nú triðstørst í Fólkatinginum C M Y K 13 12