Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 226 - 22. november 2001 Nr. 226 - 22. november 2001 11 -Tað er ilt at siga nær og hvar, men vit vænta at finna hann um nakrar dagar, sigur amerikanska verjumálaráðið. Servandir amerikanskir hermenn og hermenn hjá Norðursamgonguni leita nú eftir Osama bin Laden og mullah Mohammad Omar í fjallalendinum í lands- synningspartinum av Af- ghanistan. Samstundis hevur amer- ikanska verjumálaráðið Pentagon boðað frá, at stórar deildir av servandum hermonnum standa til reiðar at taka lut í leitingini, í hesum døgum er mið- savnað á leiðini millum bý- irnar Kandahar og Jalala- bad. Alment vil amerikanska verjumálaráðið einki siga um sjálva leitingina, men keldur í Pentagon søgdu í gjár, at tað gongur framá, og at teir báðir eftirlýstu menninir væntandi verða funnir fyrsta dagin. -Tað er ilt at siga, nær teir verða tikinir, ella hvar vit koma fram á teir, men eg vænti, at teir verða tiknir um nakrar fáar dagar, segði ein kelda í Pentagon í gjár. Samstundis hevur ameri- kanska uttanríkisráðið boð- að frá, at tann, sum kann avdúka bin Laden, fær 200 mió. krónur í finningarløn. Rættiligt átak Teir amerikansku hermenn- inir, sum hava fingið til uppgávu at finna Osama bin Laden, skulu taka hann deyðan ella livandi, sum George W. Bush fyrr hevur sagt. Leitingin er nú so umfatandi, at talan er í veruleikanum um eitt rætti- ligt hernaðarátak, sum hev- ur fingið sín egna ovasta. Tað er generalurin Tony Franks, og hann segði í gjár, at 2300 hermenn afturat standa til reiðar at fara til Afghanistan at leita. Tony Franks var mána- dagin í Usbekistan, har hann vitjaði amerikansku hermenninar, sum hava havt støð har, síðani amerikansku álopini á Afghanistan byrjaðu. Týsdagin var ameri- kanski generalurin í Kabul, har hann hitti umboð fyri Norðursamgonguna. Hetta var fyrstu ferð, at ein amerikanskur generalur setti fótin á afghanska jørð, síðani amerikansku loft- álopini byrjaðu tann 7. oktober. Bin Laden væntandi tikin um nakrar fáar dagar TÍÐINDASKRIV Á stovnandi aðalfundinum 14. november 2001 vóru hesu vald í nevndina fyri Náttarravnarnar; eisini stendur, hvussu nevndin hevur skipað seg: Carl August Arge, for- maður Guðrið Rubeksen, næst- formaður Hans Jákup Olsen, kassa- meistari Tone Kjeld, skrivari Arni Clementsen, nevdar- limur Ella Müller, nevndarlimur Jóanes Hansen, tiltakslimur Niels Juul Akraberg Poul- sen, tiltakslimur Poul Müller, grannskoðari Sólfríð Danielsen, eyka grannskoðari Opin nevndarfundur verður mikukvøldið 21. november í hølunum hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum, Skálatrøð ( í erva á am- boðshandilinum hjá Valde- mar Lütsen) kl. 19:00. M.a. skal skráin fyri restina av árinum leggjast. Allir limir felagsins eru væl- komnir. Vit eru farin til verka við okkara gongutúrum. Royndartúrur var fríggja- kvøldið 16/11 frá 10:00 til 23:45 við luttøku av 21 ravnum. Fyrsti regluligi túrur var leygarkvøldið 17/11 frá 01:00 til 05:00. 9 ravnar vóru úti í trim- um bólkum. Øll lótu sera væl at. Tey ungu vóru blíð og fyrikomandi. Vit heita á foreldur og onnur ábyrgdarfull vaksin at royna ein túr við okkum. Boðið frá til : nattarravnarnir@hotmail.com ella ringið 215155 ella 220019 Náttarravnarnir skipaðir C M Y K 11 10