týsdagur 6. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 190 - 6. oktober 2009
Teir
fýra
fiskimenninir,
sum nú eru burturvístir úr
Føroya
Fiskimannafelag,
sluppu ikki at verja seg,
áðrenn burturvísingin varð
sett í verk.
Tað siga onkrir av teim
um, vit hava tosað við, men
sum vilja verða ónevndir.
Men Jan Højgaard, for
maður í Føroya Fiskimanna
felag, váttar, at menninir
fingu ikki ætlanina um
burturvísingina til hoyringar
so at teir sluppu at siga sína
hugsan.
Tað halda menninir, átti
at verið eitt minstakrav tá
ið
hugsað
verður
um,
hvussu álvarligar avleiðing
ar ein burturvísing hevur, tí
tað merkir í veruleikanum,
at teir sleppa ikki aftur til
skips á føroyskum kjøli.
Teir spurdu ikki okkum
um tað var rætt, sum teir
gørdu, so tað má ganga
báðar vegir, er svarið frá
Jan Højaard.
Annars er brævið, har teir
verða burturvístur, rættiliga
stuttorðað.
Har stendur bara at ….
Vit gera vart við, at tygum
xxxx ikki eru limir hjá
okkum.
Hetta hendi, tá tygum
mynstraðu umborð á Carl
ton, sum var í stríð við § 13,
ið gevur burturvísing frá
Føroya Fiskimannafelag.
Brævið er undirskrivað
av Jan Højgaard.
Her kann leggast afturat,
at grein 13 í viðtøkunum
sigur ikki, at limur skal
verða burturvístur, men at
hann kann verða burtur
vístur.
Men tað stendur eisini í
viðtøkunum hjá Fiskimanna
felagnum, at…. felagsfor
maðurin hevur ábyrgd av
dagligu leiðslu felagsins og
tekur avgerð í dagliga
fyrikomandi málum....
Sostatt eru tað nógv, sum
eru sannførd um, at tað var
ólóglig
framferð
av
formanninum, tá ið hann
einsamallur tók avgerðina
um at burturvísa teimum
fýra fiskimonnunum, sum
hann sjálvur váttar í aðrari
grein her á síðunum.
At burturvísa fólki úr
felagnum,
kann
neyvan
kallast eitt dagligt fyri
komandi
mál,
sum
er
arbeiðsøkið hjá formanni
num og tí skuldi tað verið
lagt fyri nevndina. Og sum
tað sæst á hinari greinini, er
tað nettupp tað, sum næst
formaðurin í Fiskimanna
felagnum krevur.
Formaðurin í Føroya
Fiskimannfelag hevur
av sínum eintingum
burturvíst fýra fiski
monnum úr felagn
um, uttan at tað er
viðgjørt í nevndini.
Næstformaðurin í
felagnum sigur, at
málið má viðgerast
av nýggjum
Burturvísing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jan Højgaard, Højgaard, for
maður í Føroya Fiskimanna
felag, ráðførdi seg ikki við
nevndina í felagnum, tá ið
hann
herfyri
burturvísti
fýra monnum úr felagnum,
sum vit greiddu frá í fríggja
dagsblaðnum.
Og tað er samstundis
púra vist, at seinasta orðið í
málinum er ikki sagt enn.
Næstformaðurin í Fiski
mannafelagnum,
Eyðun
Johannesen, ger í øllum før
um greitt, at hann vil hava
málið tikið upp til nýggja
viðgerð.
Annars er hann rættiliga
fámæltur um avgerðina at
burturvísa fýra fiskimonn
um úr felagnum.
Hann staðfestir, at málið
er ongantíð viðgjørt á
nevndarfundi.
Men samstundis staðfestir
hann púra avgjørdur, at
hetta málið er so mikið
álvarsligt, at tað kann forða
teimum at sleppa til skips
við føroyskum skipi.
Tí skuldi málið avgjørt
verðið viðgjørt á nevndar
fundi, áðrenn nøkur stig,
sum hesi, vórðu tikin og vit
mugu nú fáa málið til við
gerar í nevndini
Sostatt má tað sum er
hent, standa fyri formansins
egnu rokning, sigur Eyðun
Johannesen.
Jan kúvendir
Sjálvt um Jan Højgaard
segði
fyri
Sosialinum
fríggjadagin, at nevndin í
felagnum var samd um at
burturvísa
menninar
í
felagnum, váttar hann nú,
at málið hevur ikki verið
fyri á nevndarfundi.
Tað helt hann annars, at
tað hevði, men eftir at hann
nú hevur leitað í gerðar
bókini, ásannar hann, at tað
málið hevur ikki verið
viðgjørt á nevndarfundi.
Hann sigur, at talan var
um tveir mans, sum vóru
limir í felagnum, sum vórðu
útihýstir. Samstundis var
talan um tveir aðrar mans,
sum ikki vóru limir í
Fiskimannafelagnum, men
sum hava fingð boð um, at
teir heldur ikki sleppa at
verða limir.
Men nú stendur í við
tøkunum hjá tykkum, at for
maðurin tekur støðu í dag
liga fyrikomandi málum.
Tað kann hetta valla sig
ast at vera og sostatt eru tað
nógv, sum eru sannførd um,
at tað var ólóglig framferð
av formanninum, tá ið hann
einsamallur tók avgerðina
um at burturvísa teimum
fýra fiskimonnunum, sum
hann sjálvur váttar í aðrari
grein her á síðunum.
Vit spyrja eisini Jan Høj
gaard um málið ikki skuldi
verðið lagt fyri nevndina.
Tað kundi tað gott, men
viðhvørt má mann handlað
sjálvur. Í hesum føri tóku
teir eitt arbeiði upp, vit
høvdu blokerað og tað
hevði onki fakfelag góð
tikið, sigur hann.
Annars sigur hann, at
hann tosað við nevndarlim
irnir umvegis telefon um
hetta málið. Kanska hevur
hann ikki fingið fatur á
øllum, men hann tosaði við
nakrar.
Men, nú er Carlton málið
meiri enn hálvtannað ára
gamalt, hví koma burturvís
ingarnar ikki fyrrenn nú?
Tað er tí at vit hava fingið
nógvar afturvendandi áheit
anir frá limum í Fiski
mannafelagnum, sum hava
kravt, at tað skuldi fáa avleið
ingar, sigur Jan Højgaard.
Jan Højgaard einsamallur
um at tveita fýra mans út
Jan Højgaard var í sjálvdrátti, tá ið hann burturvísti fýra fiskimonnum úr Føroya Fiskimannafelag, tí hann legði ikki málið fyri
nevndina, men nú krevur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum, at málið verður lagt fyri nevndina
Útblakaðir fiskimenn sluppu ikki at verja seg
Reyður meiriluti
Samstundis sum Fólkatingið fór undir nýggja setu fyrrapartin, vísir
ein meiningakanning, at stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, for
sætisráðharra hevði fallið, var val nú. Kanningin, sum danska kring
varpið hevur latið gera, vísir, at andstøðan hevði vunnið, um fólka
tingsval var nú. Men sigurin hevði verið sera tepur, tí andstøðan
hevði fingið ein tinglim fleiri enn teir tríggir flokkarnir aftan fyri
stjórnina. Kanningin gevur Sosialdemokratunum framgongd. Teir
tríggir flokkarnir aftan fyri stjórnina fáa at kalla somu undirtøku
sum í seinastu kanning, sigur DR.
Ongan fisk úr Kanada
Djóraverndarfelagsskapurin Humane Society International vil
hava matstovur í ESlondunum at gevast við at borðreiða við
fiskavørum úr Kanada. Talsmaðurin hjá felagsskapinum, Mark
Glover, fegnast um, at ES hevur sett forboð fyri øllum handli
við kópaskinnum, men leggur afturat, at bannið eigur eisini at
umfata allar kanadiskar fiskavørur. Humane Society Internatio
nal hevur roynt at fáa matstovur í USA at strika kanadiskar
fiskavørur av matskránni, men tiltakið eyudnaðist ikki til
fulnar, skrivar AP.