týsdagur 6. oktober 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 190 - 6. oktober 2009
Í gjár komu nýggir
mjólkapakkar á
marknaðin, sum
MBM hevur latið
gjørt fyri at stuðla
landsinnsavningini
Føroyar móti krabba.
MBM stuðlar
tiltakinum við 10
oyrum fyri hvønn
mjólkapakka
Stuðul
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Mjólkavirkið
Búnaðar
manna, MBM, er nú farið
undir at stuðla landsinn
savningini
Føroyar
móti
krabba, sum verður 31. okto
ber í Norðurlandahúsinum.
Tað ger MBM við nýggj
um
mjólkapakkum,
sum
vóru sendir á marknaðin í
gjár. Talan er um uppruna
ligu mjólkapakkarnar, men
við nýggjari baksíðu, har ein
stuttur tekstur um krabba
mein og um landsinnsavn
ingina stendur skrivaður.
Umframt á hendan hátt at
hjálpa við at varpa ljós á
innsavningina, letur MBM
10 oyru av hvørjum seldum
mjólkapakka til Føroyar
móti krabba og stuðlar har
við
virkseminum
hjá
Krabbameinsfelagnum við
fyribyrging, gransking og
sjúklingastuðli.
Tað hevur ómetaliga
stóran týdning, at føroyingar
hjálpast at í stríðnum móti
krabbameini, sum hevur so
stóra ávirkan á okkum øll.
Til landsinnsavningina er
okkara boðskapur, at hvørt
oyra ger mun og at onki
oyra er ov lítið. Vit vóna, at
føroyingar geva landsinn
savningini ans og hjálpa
okkum at hjálpa øðrum,
sigur Jansy Gaardlykke, ið
er dagligur leiðari í Krabba
meinsfelagnum.
Landsinnsavningin verð
ur 31. oktober í Norður
landahúsinum, og verður
send beinleiðis í sjónvarpin
um.
MBM móti krabba
Nýggju mjólkapakkarnir, sum komu á marknaðin í gjár. Við
hvørjum seldum pakka stuðlar MBM landsinnsavningini
Føroyar móti krabba við 10 oyrum mynd: Álvur Haraldsen
Áhugin fyri at læra
til løgreglufólk hevur
í ár verið størri enn
nakrantíð áður. Tað
vísa tøl hjá donsku
løgregluni. 400 nýggj
løgreglufólk eru sett
í 2009
løgregla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Áhugin fyri at gerast løg
reglufólk tykist verða vaks
in munandi millum fólk.
Tað skrivar danska løgregl
an á heimasíðu sínari. Mána
dagin 2. november byrjar
síðsta liðið á árinum við
144 næmingum á Politiskúl
anum. Har við hevur danska
løgreglan sett í alt 400
nýggj løgreglufólk í 2009.
Ríkisløgreglan metir, at
20 av teimum nýsettu í ár
hava annan etniskan upp
runa enn danskan, meðan í
alt 80 av nýggju løgreglu
fólkunum upp á prøva eru
kvinnur.
Áhugin fyri at gerast løg
reglufólk er eftir øllum at
døma størri enn nakrantíð
áður. Um 1900 fólk hava
higartil í ár søkt um at verða
tikin upp á Politiskúlanum
og harvið verða sett sum
løgreglufólk upp á prøva,
og hvønn dag eru um 1000
fólk, sum klikkja seg inn á
rekrutteringssíðuna hjá løg
regluni,
www.blivpoliti
betjent.dk. Økti áhugin er
næstan ein tvífalding saman
borið við sama tíðarskeið í
fjør.
Nógvir føroyingar søkja
árliga inn á politiskúla í
Danmark, men fella inn í
danska
statistikkin,
og
sostatt er ikki til at vita,
hvussu áhugin millum før
oyingar er fyri starvinum
sum løgreglufólk.
Ovurstórur áhugi fyri
at gerast løgreglufólk
Lestrarstuðulin til
lesandi uttanfyri
Norðurlond skal
niðurlagast úr
120.000 krónum
niður í 80.000 krónur
frá komandi skúlaári
at rokna. Eisini er
prístalsviðgerðin av
stuðlinum útsett enn
eitt ár
Stuðul
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Landsstýriskvinnan
í
Mentamálum,
Helena
Dam á Neystabø, hevur
lagt eitt uppskot fyri Løg
tingið, har skotið verður
upp at minka stuðulin til
lesandi uttanfyri Norður
lond – ÚSUNstuðulin.
Broytingin kemur í gildi
frá 1. August 2010, og fær
tí virknað frá næsta skúla
ári at rokna.
Studningur til skúlagjald
til lesandi, ið fara undir
hægri lestur í londum utt
anfyri Norðurlond lækkar
úr 120.000 krónum um
árið til 100.000 krónur um
árið
í
lestrarárinum
2010/2011,
og
lækkar
síðani til 80.000 krónur í
lestrarárinum 2011/2012.
Høvuðsendamálið
við
lógaruppskotinum er at
tálma útreiðsluvøkstrinum
nakað. Í lógaruppskotinum
verður víst á, at við so
stórum halli á fíggjarlógini
er umráðandi, at tann saml
aði játtanarkarmurin, sum
verður tillutaður útbúgv
ing, verður gagnnýttur so
væl sum gjørligt.
Fleiri næmingar
og fleiri lán
Orsøkin til at neyðugt er at
tálma útreiðsluvøkstrinum,
er at framskrivingar av
útreiðslunum til lestrar
stuðul vísa, at útreiðslurnar
í 2009 verða 5 milliónir
krónur hægri enn mett, og
at útreiðslustøðið í 2010
kemur at liggja 11,5 milli
ónir krónur oman fyri játt
anina í 2009. Í viðmerking
unum til lógaruppskotið
stendur, at tað eru fleiri
orsøkir til vøksturin. Mill
um annað eru fleiri næm
ingar í skipanini, og gongd
in í ár hevur víst munandi
broytingar í lánspartinum í
mun til árini frammanund
an. Sostatt taka fleiri lán,
samstundis sum afturgjald
ingin av lánum minkar.
Meira enn hini
Verandi
studningur
til
skúlagjald er sera stórur í
mun til hini Norðurlondini.
Samlaði stuðulin til før
oysk
lesandi
er
um
210.000 krónur um árið,
harav stuðulin til skúla
gjald er 120.000 krónur,
meðan samlaði stuðulin í
Noregi er góðar 170.000
krónur og knapt 150.000
krónur í Svøríki.
Við verandi búskapar
støðu verður tí ikki mett
rætt at halda á fram við
hesi serskipan við eini so
stórari upphædd. At minka
studningin til skúlagjald
úr 120.000 um árið fer
helst at raka einar 30 næm
ingar av teimum um 160,
sum eru í ÚSUNskipan
ini, og sum frálíður fer
broytingin at merkja eina
sparing upp á 1,1 millión
krónur í 2012.
Harafturat er ætlanin eis
ini at taka prístalsjavning
ina av stuðlinum burtur í
eitt ár aftrat soleiðis, at lestr
arstuðulin heldur ikki verð
ur prístalsjavnaður kom
andi lestrarár, sum byrjar 1.
august 2010. Mett verður,
at prístalsjavningin í 2010
hevði verið um 0,9 millión
krónur. Tann 1. august 2011
verður prístalsjavningin sett
í gildi aftur.
Samanumtikið
verður
stóri stuðulin til skúlagjald
minkaður nakað, og prístals
javningin verður sett úr
gildi í eitt ár, um lógarupp
skotið
verður
samtykt.
Hetta verður gjørt fyri at
tálma útreiðsluvøkstrinum,
millum annað fyri at neyð
ugt
útbúgvingarvirksemi
kann halda fram.
Stuðulin til livikostnað
og ferðastuðulin verður
framvegis tann sami.
Stuðulin til lesandi
uttanlands minkar
Áhugin fyri at gerast løgreglufólk hevur verið ovurstórur í 2009.
Tá seinasta liðið er sett við mánadagin 2. november, eru 400
nýggj løgreglufólk sett
mynd: www.politi.dk
Norðurkorea slakar
Okkurt bendir á, at Norðurkorea er sinnað at slaka í spurn
inginum um landsins kjarnoprkuætlanir. Í hvussu er hevur
stjórnin sagt kinesiska forsætisráðharranum, Wen Jiabao, at
Norðurkorea er sinnað at taka kjarnorkusamráðingarnar
uppaftur. Men norðurkoreanska stjórnin vil hava samráðing
ar við USA fyrst. Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jongil,
skal hava sagt, at tað loysir seg ikki at tingast við hini
londini, fyrr enn tey fíggindaligu viðurskiftini millum USA
og Norðurkorea eru fingin av vegnum.
Nýggj umhvørviskrøv
Í USA vil Barack Obama, forseti, hava teir almennu
myndugleikarnar at ganga undan á umhvørvis og
veðurlagssøkinum. Tí hevur hann nú givið øllum
landsmyndugleikum tríggjar mánaðir til at seta sær mál
fyri, hvussu nógv teir skulu skerja CO2útlátið tey næstu
tíggju árini. Samstundis hevur hann biðið
myndugleikarnar spara orku. Millum annað skulu teir
brúka minni bensin til bilarnar og spara vatn.
Frammanundan hava ráðstovurnar hjá stjórnini fingið boð
um at skerja bensinnýtsluna 30 prosent innan 2020.