Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 190 - 6. oktober 2009 Millum eina ør­­ gr­ynnu av donsk­um undir­haldssend­ ingum er­ ’Dagens Mand’ á TV2 ein tann best umtók­ta fyr­i tíðina. Í hesi ser­a vælumtók­tu sending, sum hevur­ bestu senditíð mik­uk­vøld, er­ før­oysk­a Elsa Ber­g at síggja. Lesið her­ um, hvussu Elsa hevur­ upplivað at ver­a í milliónum av donsk­um heimum hvør­ja vik­u Reality-tV Óli Jákup Jacobsen Elsa Berg er 23 ára gomul og er uppvaksin í Havn. Síðan 2007 hevur hon búleikast í Glostrup í Keyp­ mannahavn, har hon hevur tikið útbúgving sum stylist. ­ Mínar vinkonur og eg hyggja sum flest aðrar ungar gentur eftir teimum ymsu undirhaldssending­ unum, sum koyra í danska sjónvarpinum. Vinkonurnar fingu so knapliga hugskotið at melda meg til eina av hesum sendingunum, sigur Elsa um byrjanina sum kent andlit í Danmark. ­ Orsøkin, at vinkonurnar valdu júst meg, er nokk, at eg tori rættiliga væl og mær dámar væl avbjóðingar. Tær tosaðu so aftur og fram, hvat sending, tað skuldi vera, og blivu tær við at koyra upp á Paradise Hotel. Men tað segði eg so kortanei til. Eg haldi, at tað er eitt sindur yvir mítt privata mark, og familjan hevði heldur ikki dámað tað, sigur Elsa sera avgjørd. ­ At enda gav eg meg, men við teirri treyt, at eg sjálv skuldi velja eina sending og sjálv skriva eina umsókn. Eg hevði hugt eitt sindur eftir ’Dagens Mand’ á TV2 og helt, at tann send­ ingin var rættiliga festlig, so avgerðin fall á hana, sig­ ur Elsa og útstrálar, at hetta var ein sera røtt avgerð. 20 gentur um ein drong Í stuttum snýr sendingin seg um, at tað standa tjúgu gent­ ur í einum hálvrundingi við hvør síni lampu. Inn kemur so ’dagens mand’, sum gent­ urnar í fyrsta umfari einans sleppa at síggja lítla løtu og skulu so avgera, um tær eru áhugaðar ella ikki. Um tær ikki eru áhugaðar, so sløkkja tær sína lampu. Tað eru trý umfør, og eftir triða umfar eru gjarna einar 4­5 gentur eftir. Síðani er tað maðurin, sum skal velja og vraka mill­ um tær eftirstandandi gent­ urnar. ’Dagens mand’ og valda gentan fara so á eina marglætis ”date,” sum TV2 skipar fyri. Tær 19 genturnar, sum ikki fóru á date, halda so fram, inntil tær til síðst møguliga sleppa á eina date. Fór í baklás Eftir at Elsa hevði sent um­ sóknina til TV2, gekk tað skjótt fyri seg. ­ Eitt, tvey, trý so hevði eg fingið svar frá TV2, hvar og nær eg skuldi møta til upptøkuroynd. Sjálvsagt var eg ótrúliga spent, men eg var ikki beinleiðis ner­ vøs. Komin inn hagar, fekk mann eitt spurnarblað við 32 spurningum. Hetta vóru mest spurningar um mann­ fólk, hvat vit síggja í mann­ fólki, hvørjum typum vit fella fyri o.s.fr. Síðani fóru vit tríggjar og tríggjar gent­ ur inn til eina roynd, har tey spurdu okkum nakrar spurningar, og so skuldu vit royna at svara sum best. Hetta var ein formur fyri venjing til ta veruligu send­ ingina, sigur Elsa. ­ Líka inntil eg fór inn til royndina, hevði eg full­ komiliga stýr á støðuni. Eg helt meg yvirhøvur ikki vera nervøsa, og hevði eg fyrireikað nógvar spurning­ ar áðrenn. Men so skjótt sum eg trein inn um dyrnar, og tey byrjaðu at spyrja meg ymiskt, fór eg fullkomi­ liga í baklás og fekk næstan ikki sagt eitt orð. Útaftur­ komin var eg ørg og skuffað av mær sjálvari. Men aftaná royndina tosaðu vit víðari, og tá var eg sum hamskift, og var eg næstan ikki til at steðga aftur. Eg trúgvi, at tað var hetta, sum bjargaði mínari luttóku, sigur Elsa smílandi. Mátti fyri ein og hvønn prís koma við Einar fýra til fimm dagar seinni ringdu tey frá TV2 og góvu henni boðini, at hon var ein av teimum útvaldu. ­ Konan, sum ringdi, segði, at eg fyri ein og hvønn prís mátti koma við, og at eg nú ikki mátti prøva uppá at fáa mær sjeik ella gera nak­ að annað, ið kundi forstýra mínari luttøku. Tað helt eg vera rættiliga stuttligt, og tók eg tað sum eitt ordiligt komplement, sigur Elsa. Grátur og tár undir upptøkunum Um at gera upptøkurnar sigur Elsa: ­ Tað var ótrúliga stuttligt. Serliga stuttligt varð tað, at vit vóru 45 gentur saman frá klokkan 10 um morgunin til midnátt í seks heilar dagar. Vit komu ordiliga at kenna hvørja aðra. Eg havi fingið nakrar ordiliga góðar vinkonur, og eru vit fleiri, sum enn møtast regluliga.” ­ Men tað var ikki bara stuttligt,” er Elsa skjót at leggja aftrat. ”Eina ferð und­ ir upptøkunum vóru allar genturnar so kritiskar og avvísandi fyri øllum monn­ unum, at redaktiónin á TV2 gjørdi bart. Vit blivu allar tiknar afturum, og har fingu vit eina ordiliga skolu frá tveimum konum. Tær løgdu ikki fingrarnar ímillum og søgdu m.a., at tær vóru ógvuliga skuffaðar av okk­ um, og at vit máttu taka okkum saman, tí sendingin Elsa Berg á dat 23 ára gamla Elsa Berg er partur av Dagens Mand á TV2, har hon á skíggjanum roynir at finna sær rætta mannin. Men tað krevst eisini, at maðurin velur hana Mynd: Símun J. Hansen Vil ikki hitta Lama Í næstu viku fer Dalai Lama til USA, men fyri fyrstu ferð í átjan ár fær hann ikki høvi til at hitta amerikanska forsetan. Amerikanskir embætismenn siga við blaðið Washington Post, at Barack Obama vil fegin tosa við Dalai Lama, men at tað má bíða til aftan á fundin, sum Obama skal hava við kinesiska forsetan, Hu Jintao, í næsta mánaði. Ein talskvinna fyri Dalai Lama sigur við blaðið, at tann andaligi leiðarin skilir avgerð­ ina hjá Hvítu Húsunum, og at hann eisini heldur tað vera umráðandi við góðum viðurskiftum millum USA og Kina. Frakland stóra skuld Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, plagar at rósa sær av, at hann heldur tey lyfti, sum hann gav veljarunum, tá hann bleiv valdur. Millum annað hevur hann hildið lyftini um skattalætta til tey múgv­ andi, og at miðstætin skal varðveita síni livikor. Men sambært AFP hevur forsetin ilt við at fáa samsvar ímillum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna. Úrslitið er, at Frakland noyðist at læna fimm milli­ ardir krónur hvønn einasta dag. Tað hevur við sær, at tann almenna skuldin svarar til 60 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu og fer upp um 80 prosent næsta ár, skrivar AFP úr París.