Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 190 - 6. oktober 2009 misti sítt undirhaldsvirði, tí tað ikki stóðst nøkur date burturúr við hatta lag. Skeld­ aríið var so ógvusligt, at hóast tað ikki var persónligt, so fór ein genta at gráta og mátti halda pausu frá upptøkunum eina løtu, sigur Elsa. Í upptøkunum beint eftir skeldaríið kom ein drongur inn, og ongin tordi at sløkkja fyri honum. Men tá so fyrsta gentan eftir einari góðari løtu sløkti fyri hon­ um, vóru tað einar átta aðrar, sum sløktu í sama sekundi, sigur Elsa flennandi. ”På grund af dig” ­ Dagarnir vóru øgiliga strævnir, og skuldu vit upptaka seks menn dagliga. Tá til endans kundi mann siga slíkt, ein á ongan hátt undir vanligum umstøðum hevði sagt. Eg minnist ser­ liga væl eina ófatiliga tápu­ liga aftursvar hjá mær, og sum eg eisini havi fingið nógv at hoyra fyri. Ein av monnunum spurdi, hví eg hevði meldað meg til send­ inga. Eg svaraði so heilt spont­ ant og kiksað ”For at møde dig”, sigur Elsa flennandi. Vrakað sjey ferðir Tað slepst ikki uttanum, at onkrar av gentunum verða vrakaðar upp til fleiri ferðir, tá tað bara er ein, sum slepp­ ur á date. Tí verður ein veru­ liga testaður sálarliga. Tað slapp Elsa veruliga at merkja. ­ Eg bleiv vrakað ikki færri enn sjey ferðir. Tað var yvirhøvur ikki stuttligt at standa har og blíva vrak­ að ferð eftir ferð. Fyrstu ferð hugsaði eg bara: ”Tað koma aðrir dreingir”. Aðru ferð hugsaði eg: ”Altso, hvat hendir her”. Triðju ferð hugsaði eg: ”Nei, hetta tími eg ikki meira”. Fjórðu ferð byrjaði eg blíva rættiliga ørg, og hugsaði, at hetta tímdi eg ikki. Tá eg bleiv sløkt fimtu ferð, mátti eg spyrja programleiðarar­ nar, um eg gjørdi nakað galið. Men teir flentu bara og søgdu, at eg skuldi vera júst tann, sum eg var. Ein av orsøkunum, at eg so sjálvdan sjálv sløkti, var, at eg gjarna vildi geva dreingj­ unum ein kjans. Men tá eg bleiv sløkt sættu ferð, varð eg forstokkað og avgjørdi, at nú sløkti eg fyri hvørjum sum helst. Beint áðrenn eg bleiv sløkt sjeyndu ferð, ivaðist eg ikki í, at eg fór at blíva vald. Men tað bleiv eg ikki, sigur Elsa. ­ Eg fekk ongantíð undir­ lutakenslir, tí eg hugsaði meira, at orsøkin, at eg varð vald so seint, var, at eg tori at vera og klæða með øðr­ vísi enn aðrar gentur. Møgu­ liga tað reyða hárið hevur rætt nakrar dreingir, sigur Elsa sjálvsikkur. Prinsurin á hvíta hestinum Tað er ikki lætt at verða sløktur sjey ferðir. Men sum so ofta tolin trívst. ­ Eg hevði enn ikki mist vónina. Eg var sjálvsagt rættiliga ørg, men trúði enn uppá tað. So einaferð kemur ein drongur inn. Høgur, væl­ bygdur, kongablá eygu og eitt sjarmerandi smíl. Hóast eg varð sløkt sjey ferðir, so visti eg bara frá fyrsta sekundi, at hann var mín. Hann hugdi so at siga alla tíðina eftir mær, so har var einki at ivast í. Tvær av mín­ um vinkonum sótu millum áskoðararnar, og tær søgdu seg eisini síggja tað. Hesa ferð var eg als ikki nervøs, og bíðaði eg bara, inntil hann sløkti tað síðstu gent­ una, sigur Elsa avgjørd. ­ Tað endaði so eisini, sum eg visti, at hann valdi meg. Eg var sjálvsagt sera glað, men tað kom ikki sum nakað yvirraskilsi. Við til søguna hoyrir eisini, at hesin drongurin var nógv tann flottasti drongurin í sending­ unum, og var tað eisini nógv harðast kapping um hann. Tá tað vanligt til endans einans eru einar fýra gentur tendraðar, so vóru tað nú heili fimtan, sum vóru tendraðar. Tá var tað ikki so galið at standa sum ”vinn­ arin”, sigur Elsa smílandi. ­ Sæð í bakspeglinum eri eg øgiliga glað fyri, at eg bleiv sløkt av hinum dreingj­ unum, tí eg kundi ikki fingið eina betri date enn tann, eg fekk við hesum dronginum. Haraftrat var eg ikki veruliga áhugað í øllum teimum undanfarnu, men vildi bara geva teimum ein kjans. Nógvir hava í roynd og veru vent sær aftur til mín og sagt, at teir angra, at teir sløktu meg. Men tað kunnu teir gloyma alt um, sigur Elsa. ­ Date’in gekk ordiliga væl. Vit fóru á eina fína restaurant mitt í býnum klokkan 22 og sótu har líka til klokkan 1 um náttina. Kemiin var beinanveg til stað­ ar, og høvdu vit eina sera góða løtu. Vit sóust í einar tríggjar vikur eftir send­ ingina, men so flutti hann til Amsterdam, og tað gjørdi líkasum ein natúrligan enda á tí heila, sigur Elsa. Mátti fáa sær loyninummar ­ Um eg skal vera heilt erlig, so hevði eg ikki væntað so nógv fokus eftir sendingina. Eg trúði ikki, at tað vóru so nógv, sum hugdu eftir henni. Men eg fór skeiv. Tað er blivið so ringt at vera so kend, at eg varð noydd til at fáa mær loyninummar, tí fremmandir dreingir ringdu ella skrivaðu alla tíðina. Somuleiðis á Facebook hava ein rúgva av fólki addað meg. Eisini fólk, sum eg bara líka kenni navni á, men eg noyðist bara at vera køld og avvísa tey flestu. Men sjálvsagt ikki øll. Onkuntíð skriva fólk á Facebook, har tey bara líka vilja siga, at tey hava sæð meg og halda, at eg riggi mega væl. Onkrir dreingir skriva eisini og bjóða mær á date við sær, sigur Elsa. ­ Tað er tó mest í býnum, at eg merki, at eg eri eitt kent andlit í Danmark. Tá hendir tað í heilum, at bæði gentur og dreingir steðga og venda sær fyri at hyggja. Onkuntíð rópa tey: ”Handan er í ’Dagens Mand’”, meðan aðrar tíðir koma tey at práta við meg. Sum heild haldi eg hetta vera ótrúliga stuttligt, og royni eg bara at njóta tað, so leingi tað varir, sigur Elsa flennandi. Verturin populerur mill­ um damurnar Ein av orsøkunum, at ’Dagens Mand’ er so væl umtókt, er ikki minst takkað veri vertinum, Pelle Hvene­ gaard. Við nógvari útstráling og góðum replikkum leiðir hann hyggjaran hegnisliga gjøgnum sendingina. ­ Tað er heilt ótrúliga stuttligt at vera vertur fyri ’Dagens Mand’, sigur Pelle og heldur fram. ­ Tá man stendur har sum vertur, er tað ofta, at ein er veruligu noyddur til at kíta seg fyri at halda maskuna. Eg havi ongantíð í mínum lívi upplivað, at eg so ofta uppá so stutta tíð havi hugs­ að: ”Ok, det var godt nok dumt sagt”, og vísir hann til tær genturnar, sum úttala seg tápuligt, tá tær fáa ymiskar spurningar. ­ Hetta er undirhald, so einki er so gott sum, tá eg hugsi ”Det sagde du bare simpelthen ikke”, tí tá veit eg, at sendingin verður stuttl­ igari, sigur Pelle flennandi. ­ Hóast sendingin er reint undirhald, so er tað ikki altíð so stuttligt fyri menn­ inar, ið ikki sleppa á date. Tá er tað, at eg skal standa klárur at geva teimum eitt klapp á herðarnar og troysta teir. Eitt, ið er áhugavert við at vera vertur fyri ’Dag­ ens Mand’, er, at nógvir av eins fordómum veruliga verða settir uppá spæl. Eitt nú tá ein maður stendur eftir og skal velja millum tvær, har eg bara hugsi við mær sjálvum, at her kann tað ikki vera tann minsti ivi um, hvørja hann velur. Tá er tað ofta, at eg verði tikin á bóli, og hann velir júst hina gentina, sigur Pelle, men leggur aftrat: ­ Eg eri ordiliga glaður fyri, at hesir fordómarnir verða fyribeindir.” ­ Tá vit sóu Elsu til cast­ ingina, ivaðust vit ikki eitt sekund, um at hon skuldi við. Tað var einki, sum æt. Elsa skilti seg veruliga út frá hinum, men tað týdning­ armiklasta við henni var, at hon var so sjálvsikkur. Somuleiðis hevði hon eina sera góða útstráling, og vit sóu, at hon hevði nógv at geva sendingini, sigur Pelle avgjørdur. Umframt at vera vertur í ’Dagens Mand’ hevur Pelle eisini nógvar aðrar sjónvarps­ og filmsleiklutir. Í løtuni er hann at síggja í sera vælumtóktu dramaseri­ uni hjá TV3, 2900 Happi­ ness. Somuleiðis kenna vit hann sum Pelle í danska stórfilminum frá 1987 Pelle Erobreren. Hóast Pelle er umgyrdur av konufólkum í ’Dagens Mand’, so er hann tað ikki privat. ”Eg havi als ikki tíð til at fáa mær damu ella konu fyri tíðina, tí eg eri alt ov upptikin við at gera sjónvarp. Men ikki tað, eg havi fingið nøkur tilboð,” sigur Pelle við einum skeivum smíli at enda Ongin áhugi fyri føroyskum mannfólki Tað er vist, at nærmasta framtíðin hjá Elsu ikki liggur í Føroyum. ­ Eg elski at búgva í Danmark, og eg flyti avgjørt ikki aftur til Føroya við bræði. Eg vænti í roynd og veru heldur ikki, at eg fari at fáa mær ein føroyskan sjeik. Veit ikki ordiliga hví, men teir føroysku eru ikki akkurát eg. Men tað skal sigast, at tá eg einaferð eri gift og havi fingið børn, tá kundi eg hugsað mær at flutt aftur til Føroya, tí eg síggi Føroyar sum eitt paradís hjá børnum at vaksa upp. Hvussu eg tá fái ein útlendskan mann at flyta til Føroyar, mugu vit fáa at síggja til ta tíð, sigur Elsa flennandi at enda og skoytir uppí. ­ Eitt er tó heilt víst, at tann einasta eina fari eg so ikki at finna í sjónvarpinum. te í TV2 Pelle Hvenegaard, vertur, sigur, at hann frá fyrsta sekundi var púrasta vísur í, at Elsa riggaði perfekt til sendingina Mynd: Símun J. Hansen Dómari misnýtti fangar Um stutta tíð fer dómsvaldið í amerikanska statinum Alabama at viðgera eitt heldur sjáldsamt mál. Ákæruvaldið hevur ákært ein fyrrverandi dómara fyri at hava noytt fangar til kynsliga samveru, og sum samsyýning skal hann hann lovað teimum linari revsing. Formliga er tann 48 ára gamli Herman Thomas ákærdur fyri burturflyting og kynsligan ágang, og hann kann fáa lívlangt fongsul, verður hann funnin sekur. Sjálvur noktar hann seg sekan, men 15 fyrrverandi og núverandi fangar hava játtað at vitna ímóti honum, skrivar AP. Færri Havana-sigarir Myndugleikarnir í Kuba kunngjørdu í gjár, at lendið, sum nú verður brúkt til at dyrka tubbak, verður skert næstan ein triðing. Myndugleikarnir skarvaðu eisini av tubbakslendinum í fjør, men úrslitið kemur ikki fyrr enn næsta ár, tá tubbaksheystið verður nógv minni enn undanfarin ár. Ein stórur partur av kubanska tubakkinum fer til tær væl kendu Havana­sigarirnar, sum hava stóran týdning fyri landsins búskap. Myndugleikarnir siga, at tubbaksframleiðslan verður skerd, tí alt fleiri lond fremja átøk ímóti royking, og búskaparkreppan ger eisini sítt.