týsdagur 6. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 190 - 6. oktober 2009
Inntøkutrygd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Jacob Vester
gaard, hevur valt Alfred Pet
ersen, advokat, til formann
í nevndini, sum skal gera
tilmæli til landsstýrismannin
um eina nýggja skipan við
inntøkutrygd.
Í uppskotinum til fíggjar
lóg fyri 2010 hevur lands
stýrið onga krónu sett av til
inntøkutrygd
fiskimanna,
men hevur meldað út, at
partarnir á arbeiðsmarknað
inum, reiðarar og fiskimenn,
í framtíðini sjálvir skulu
syrgja fyri síni egnu trygd.
Ein nevnd við eitt nú
umboðum úr vinnuni er sett
til at gera eitt tilmæli til
landsstýrismannin
um,
hvussu
hesi
viðurskifti
kunnu skipast.
Alfred
Petersen,
sum
frammanundan er formaður
í ALSstýrinum og áður
hevur roynt seg sum “sem
ingsmann” í vinnuloysnum
millum politiska myndug
leikan og vinnuna er settur
formaður.
Tá fiskapakkin í sínari
tíð varð gjøgnumførdur, var
tað eisini Alfred Petersen,
sum megnaði at finna semju
millum myndugleikar og
vinnu.
Hvussu honum fer at
gangast í málinum um at
leggja almennu inntøku
trygdina út til partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, sum
so ella so hevur verið gald
andi í meira enn hálva øld,
dugir eingin at spáa um.
Tá flotin gongur nøku
lunda, hevur almenna inn
tøkutrygdin kostað lands
kassanum einar 1820 milj
ónir krónur, men í ár, nú
eitt nú línuskipavinnan hev
ur havt stórar trupulleikar
við lágum fiskaprísum og
vánaligari veiði, fer inntøku
trygdin helst at kosta stív
liga 40 miljónir krónur, tá
árið er liðugt.
4% í part
Skal inntøkutrygdin leggj
ast út til reiðarar og fiski
menn, er hugsandi, at part
arnir noyðast at rinda hesa
skipan í felag.
Hýruinntøkurnar hjá fiski
monnum eru skiftandi, men
sum gongdin hevur verið í
ár, munnu tær fara at liggja
um hálva miljard krónur.
Siga vit, at brúk verður
fyri 40 miljónum krónum
til inntøkutrygd í 2010, svar
ar tað til 8% av hálvari milj
ard.
Enn er ógjørligt at siga,
hvussu ein møgulig skipan
verður skrúvað saman, men
hugsandi er, at reiðarar og
fiskimenn koma at rinda
hesa skipan í felag, kanska
við 4% í part av útgoldnari
hýru.
Í øllum førum er greitt, at
hetta verður ein stórur eyka
kostnaður hjá bæði reiðarí
um og manningum.
Stór ábyrgd
Jákup Sólstein, sum er fyrr
verandi formaður í Føroya
Reiðarafelag og formaður í
Forskotsgrunni Fiskimanna,
heldur, at politiski myndug
leikin bara átti at sagt sum
var og ikki malið sum hund
ur um heitan greyt í spurn
inginum um inntøkutrygd.
Hann vísir á, at hýrukrøv
eru tey fremstu, tá reiðaríir
koma í trupulleikar.
Verður tað so, at hýru
krøv og nýggj krøv fyri
gjald til inntøkutrygd fara
at koma í somu røð, kemur
hetta at leggja eina velduga
stóra eykaábyrgd á feløg, ið
fáast við fiskiskiparakstur.
Fyrrverandi formaðurin í
Føroya Reiðarafelag vísir
á, at gongdin hjá fiskiskipa
flotanum og tá serliga línu
flotanum
hevur
verið
vánalig í ár.
Vit kunnu bara ímynda
okkum, hvussu árið í ár hevði
sæð út, um eingin almenn
mynstulønartrygd var.
Jákup Sólstein heldur
ikki, at politiski myndug
leikin veit, hvat hann ger, tá
hann eftir so stuttari tíð
væntar at kunna leggja
mynstulønartrygdina, sum
hevur meira enn hálva øld á
baki, út til reiðarí og mann
ingar eftir so stuttari tíð –
og enntá í eini tíð, har stórir
partar
av
fiskiflotanum
frammanundan hava ógvu
liga trupult við at hóra.
Eg ivist stórliga í, um
politiski myndugleikin veit,
hvat tað er, hann er í holt
við, og hvat hetta kann
koma at merkja fyri okkara
fiskiskipavinnu.
Fyrrverandi formaðurin í
Føroya Reiðarafelag heldur
lítið um at broyta almennu
inntøkutrygdina í óðum
verkum, sum líkt er til, at
politiski myndugleikin nú
hevur sett sær fyri.
At tosa um fæið í For
skotsgrunni
Fiskimanna,
sum eg eitt nú havi hoyrt
Jóannes Eidesgaard, fíggjar
málaráðharra, nevna, er í
mínari verð uttanumtos, tí
hetta røkkur ongan veg.
Jákup Sólstein, ið sum
nevnt eisini er formaður í
Forskotsgrunni Fiskimanna,
sigur, at grunnurin eigur
slakar 30 miljónir krónur,
harav nevndin fyri grunnin
fyrr í ár veitti Havstovuni
tilsøgn um 10 miljónir
krónur úr grunninum til
bygging
av
nýggjum
havrannsóknarskipi.
Tørvurin á inntøkutrygd
í ár er omanfyri 40 miljónir
krónur, og tí er tað utopi at
tosa um, at tær slakar 20
miljónir krónurnar, sum
eftir eru, røkka nakran veg,
sigur hann.
Privat inntøkutrygd
kann koppa øllum
fiskiskipaflotanum
”
… eg ivist stórliga í, um politiski
myndugleikin veit, hvat tað er, hann er í
holt við, og hvat ein avtøka av almennu
mynstulønartrygdini kann koma at
merkja fyri okkara fiskiskipavinnu…”
(Jákup Sólstein)
”
… at tosa um fæið í Forskotsgrunni
Fiskimanna, sum eg eitt nú havi hoyrt
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráð
harra, nevna, er í mínari verð uttanum
tos, tí hetta røkkur ongan veg…”
(Jákup Sólstein)
Fyrrverandi formaðurin í Føroya Reiðarafelag og formaður í Forskotsgrunni
Fiskimanna, Jákup Sólstein, heldur, at politisku myndugleikarnir áttu at kallað
spaka fyri spaka og sagt, at teir vilja avtaka almennu mynstulønartrygdina.
– Ein skipan, har reiðarí og manningar skulu gjalda alla inntøkutrygdina, kann
koma at koppa allari fiskiskipavinnuni, sigur hann
Brixtofte tvey ára fongsul
Fyrrverandi borgarstjórin í Farum, Peter Brixtofte, skal aftur tvey ár í fongsul. Hesaferð í teirri
sonevndu høvuðssakini. Tað varð gjørt av í Eystara Landsrætti í morgun, og tað er ein staðfesting
av dóminum í býarrættinum. Brixtofte boðaði longu framman undan frá, at hann fór at kæra dómin
aftur, um talan framvegis gjørdist um fongsulsdóm. 20. juni 2006 varð hann í býarrættinum
dømdur tvey ára fongsul fyri groft mandatsvik í sonevnda sponsormálinum. Tann dómin hevur
hann sitið. Avgerðin í dag viðvíkur einum meira umfatandi máli, har kriminalrætturin í Hillerød
10. apríl 2007 dømdi Brixtofte tvey ára fongsul fyri eina røð av ákærum, millum annað at drekka
dýrt reyðvín fyri kommununar kostnað, fyri at taka ólóglig lán og fyri at skava útyvir, at
búskapurin í Farum kommunu fór út av lagi. Brixtofte kærdi dómin við kravi um at verða
fríkendur, meðan ákærin kravdi dómin skerpaðan til fýra ár, skrivar boersen.dk.