Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 190 - 6. oktober 2009 Tilsøgn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá fyrrverandi Fiskirann­ sóknarstovan skifti navn til Havstovan á sínum fimmti ára degi, fekk stovnurin hand­ aða stórfingnað gávu til bygging av nýggjum hav­ rannsóknarskipi. Tað var nevndin í Forskotsgrunni Fiskimanna við Jákupi Sól­ stein á odda, sum handaði Hjalta í Jákupsstovu, leiðara á Havstovuni, tilsøgnina um heilar 10 miljónir krónurnar. Í tilsøgnini stóð, at gávan er treytað av, at løgtingið vil samtykkja broytingar í reglunum fyri grunnin. Nú ein nevnd arbeiðir við at gera tilmæli um nýggja inntøkutrygd fyri fiski­og útróðrarmenn, sum reiðarar og fiskimenn skulu umsita og við tíðini eisini gjalda, hevur fæið, sum Forskots­ grunnur Fiskimanna eigur, verið nevnt sum byrjunarkap­ italur í einum møguligum grunni, sum skal skipast. Forskotsgrunnur Fiski­ manna eigur slakar 30 milj­ ónir krónur, men av hesum hevur nevndin veitt tilsøgn um tær 10 miljónir krónur­ nar til Havstovuna til bygg­ ing av nýggjum havrann­ sóknarskipi. Um henda tilsøgn er í vanda, nú arbeitt verður við at umskipa inntøkutrygdina, veit eingin at siga í løtuni. Formaðuri í forskots­ grunninum, Jákup Sólstein, sigur, at nú landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 hevur sett 20 miljónir krónur av til bygg­ ing av nýggjum havrann­ sóknarskipi, fer nevndin í grunninum til heystar at royna at fáa formellu viður­ skiftini við tilsøgnini á tær 10 miljónir krónurnar upp á pláss. Peningur til havrannsóknarskip ella inntøkutrygd Jákup Sólstein handar Hjalta í Jákupsstovu tilsøgn upp á 10 miljónir krónur til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi Mynd: Álvur Haraldsen - Verður tað so, at hýrukrøv og nýggj krøv fyri gjald til inntøkutrygd fara at koma í somu røð, kemur hetta at leggja eina velduga stóra eykaábyrgd á feløg, ið fáast við fiskiskiparakstur, sigur Jákup Sólstein Rørsla í heystfrítíðini Nú skal verða gjørligt hjá øllum at røra seg í heystfrítíðini. Tað eru ÍSF og Fólkaheilsuráðið, sum hava tikið stig til hetta. Nøkur av ítróttafeløgunum í Føroyum fara at skipa fyri tiltøkum, har øll fólk, eisini tey, sum ikki eru limir í feløgunum, fáa høvi at royna ítróttina/r, sum tey varða av. Skúlabørnini hava frí hesar dagarnar, og tí er tað serliga til teirra, at felagsskapirnir venda sær, men tey siga, at øll sjálvandi eru vælkomin til tiltøkini, eisini ommur og abbar. Eitt hugskot er, at tey­trý ættarlið royna seg, tað vil siga børn saman við foreldrum og ommum og abbum. Felagsskapirnir heita á øll at nýta hetta høvið, nú rørsluár er, at royna onkra ítrótt, sum tey kanska ikki hava roynt áður. Tað er stuttligt og gott at vera aktiv/ur. Til ber at royna ymiskar ítróttagreinar kring um í landinum, til dømis rógving í Norðdepli­Hvannasundi, bogaskjóting í Vágum, golf á Glyvursnesi, familjudag á Tórsbreyt og mangt annað. Til ber at lesa meira um tiltøkini á HYPERLINK „http://www.isf.fo“ www.isf.fo og HYPERLINK „http://www.folkaheilsa.fo“ www.folkaheilsa.fo. Heimasíðurnar verða dagførdar, so hvørt nýggj tiltøk verða fráboðað, siga ÍSF og Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.