Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 226 - 22. november 2001 Nr. 226 - 22. november 2001 19 C M Y K 19 18 FLØGUÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Plátufelagið Tutl hevur júst givið út fløguna »Lemon River« hjá íslendska bólk- inum Klakki. Hetta er fløga nummar tvey í røðini, sum Klakki gevur út á Tutl. Klakki gav í 1999 út »Í kjól úr vatni«, sum hevur fingið góða umrøðu, bæði í Íslandi og aðrastaðni. Sangarinnan í Klakki, Nína Björk Elíason, er íslendsk, men býr í Dan- mark. Hin høvuðspersónurin í Klakki, gittarleikarin Hasse Poulsen, er dani, men spæl- ir mest ymsastaðni runt í Evropa. Hasse er búsitandi í París. Orðini í sangunum á fløguni byggja á gamlar kinesiskar yrkingar. Hóast hvørki sangarin ella gittar- leikarin eru frá Onglandi verða sangirnir sungnir á enskum, tó við einum ávís- um íslendskum orðalagi. Stílurin er meira rokk- kendur á hesi útgávuni enn á »Í kjól úr vatni«. Klakki hevur enn eina- ferð biðið Tutl geva út, tí forlagið hevur gott orð á sær innan fólka- og heims- tónleik. Harafturat hevur Tutl gleði av at útgeva so væl í oyrað fallandi tónleik. Í løtuni verður roynt at breiða fløguna út í handlum í Eysturríki og Týsklandi saman við øðrum heims- tónleiki frá Tutl. Fløgan »Lemon River« hjá Klakki kostar 159 krón- ur. Tutl tutlar íslendskt Íslendska fløgan »Lemon River«, sum Tutl hevur útgivið LIST Ingrid Bjarnastein Fernisering við máln- ingum hjá Kára Svens- son verður í Smiðjuni í Lítlu Vík fríggjadagin 23. november klokkan 16-20. Annars er framsýn- ingin opin leygardagin 24. november frá klokk- an 15-18 og sunnudagin 25. november frá klokk- an 15-20 KIRKJUFUNDUR Ingrid Bjarnastein Sunnudagin 25. novem- ber hittast kirkjuráðs- limir, kirkjutænarar og prestar í Eysturoynni á felags kirkjufundi í Gøtu. Kirkjufundurin byrjar við almennari guðstæn- astu við altargongd í Gøtu kirkju klokkan 17.00. Eftir guðstænast- una verður fundur í Gøtu kirkju fyri kirkju- ráðslimum og kirkju- tænarum, har Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur á Glyvrum, hugleiðir um evnið: »Sangur og tónleikur í guðstænast- uni.« Aftaná fundin verður borðhald í kirkjukjallar- anum, har eisini høvi verður hjá luttakarunum at skifta orð um kirkju- mál. Hetta er ikki fyrsta ferðin ein tílíkur fundur er á skránni. Í fjør varð eisini skipað fyri líkn- andi fundi á Glyvrum. Ætlanin við slíkum fundum er at umrøða kirkjumál, og harvið styrkja og menna sam- starið millum tey, sum hava eina tænastu í kirkjuni. Eysturoyggin telur fimm prestagjøld, fimm prestar, 14 kirkjur, 2 bønhús, umframt fýra onnur guðstænastustøð. Kirkjuráð er til hvørja kirkju, og minsta tal á kirkjuráðslimum er seks, umframt sóknar- prestin, sum er fastur limur í kirkjuráðnum í prestagjaldinum. Smiðjan í Lítlu Vík: Kári Svensson sýnir fram LANDSJÚKRAHÚSIÐ Ingrid Bjarnastein Í ár vóru 500.000 krónur játtaðar til Landsjúkrahúsið um, at gera eina íløgu til eina útslúsingardeild. Hetta umfatar í fyrsta umfari ein sjúkling, sum hevur tørv á røkt alt samdøgrið. Deildin er nú latin upp, og fyrsti sjúklingurin er fluttur inn á deildina saman við røktarfólkunum. Í hes- um sambandi var lítil mót- tøka á deildini fríggjadagin 16. november. Kirkjufundur í Gøtu Eiragarður fingið útslúsingardeild Kári Svensson fer í næstum at sýna fram málningar í Smiðjuni í Lítlu Vík SJÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Nú nærkast dagurin, tá Havnar Sjónleikarafelag fer at hava sína fyrstu sýning av leikinum »Ísbjarnirnar« eftir svianum Jonas Gar- dell. Jonas Gardell er 38 ára gamal, sjónleikari, undir- haldari og rithøvundur. Hann hevur skrivað bøkur og leikrit, og hevur hann eisini skrivað til sjónvarp, operu og film, og er Jonas ein av teimum best umtóktu norðurlendsku »stand-up comedians«. 38 ára gamli sviin hevur eina sjáldsama góða gávu at seta hol á okkara gerand- isdag, og harvið lýsa kensl- urnar aftanfyri. Í hansara skrivihátti er onki »tabu«. Hann flytir seg snildisliga millum stórt og smátt, mill- um dreym og harðan veru- leika. Millum annað var hansara fyrsta bók, Passionsspelet, um sam- kyndan kærleika. Henda bók gav Gardell sera góð ummæli sum rithøvundur. Tekstir hansara eru um- settir til norkst, danskt, týskt, spanskt, estlendskt, russiskt og nú eisini før- oyskt. Egi Dam hevur leik- stjórnað sjónleikin »Ís- bjarnirnar«, og týtt hevur Jytte Joensen. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Eyð Matras, Nora Bærentsen, Ronni Poulsen og Jytte Joensen. Havnar Sjónleik- arafelag stendur fyri leik- uppsetanini. Fyrsta sýningin verður sunnudagin 25.11.2001 klokkan 19.00, og ikki 24.11.2001, sum áður kunngjørt. Hetta kemst av, at Norðurlandi hevur eina finska leiksýning sama dag, og tí hevur Havnar Sjónleikarafelag avgjørt at útseta frumsýningina ein dag. Havnar Sjónleikarafelag: Ísbjarnirnar frumframsýndar