hósdagur 22. november 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 226 - 22. november 2001
Nr. 226 - 22. november 2001
21
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi
vil eg
halda
Sosialin
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Tekna teg sum
haldara nú,
so fært tú Sosialin
ókeypis
restina av hesum
ársfjórðinginum
- Eysturoyingar og
serliga mítt nærum-
hvørvi harta meg fyri
tað sum er hent í
mínum privata lívi.
Tað kom óvart á meg,
at tey so dyggiliga
venda mær og
flokkinum bakið,
sigur Sámal Petur í
Grund, formaður
Sjálvstýrisfloksins
VALIÐ
Turið Kjølbro
Fólksins dómur er eirinda-
leysur. Tey vilja ikki lata
seg lynda innanhýsis stríðið
og rumblið sum er og hevur
verið í Sjálvstýrisflokkin-
um. Flokkurin fekk bert
434 atkvøður á valinum
týsdagin ella 1,6 prosent,
og tað eru 1169 atkvøður
færri í mun til seinasta
fólkatingsval.
Formaður
floksins, Sámal Petur í
Grund,
fekk
bert
73
persónligar atkvøður í mun
til 1119 seinast. Sostatt er
úrslitið ikki minst ein
rættiligur frammaná til
formannin sjálvan.
- Vit høvdu ikki góðar
vónir til úrslitið. At hava
formansval í einum val-
dysti hevur verið ógvuliga
óheppið kunnu vit siga
aftaná. Vistu vit, at fólka-
tingsval kom nú, høvdu vit
umhugsað
formansvalið
eina ferð enn. Hvørki
landsnevnd ella starvs-
nevnd eru farnar til verka.
Valstríðið hjá okkum hevur
tí verið hálvhjartað, ongar
plakatir eru hongdar upp,
og vit hava sum heild lítið
og einki gjørt burturúr.
Tískil hava fortreytirnar
fyri einum rímiligum vali
verið ógvuliga vánaligar,
sigur Sámal Petur í Grund.
Einki fólkatingsval hevur
hilnast so illa fyri Sjálv-
stýrisflokkin sum hetta
síðani 1953. Tó vánalig val
hava eisini verið í nýggjari
tíð. Í 1994 førdi rumblið
sum tá var eisini til eitt
vánaligt valúrslit. Valið í
1998 hinvegin hevði flokk-
urin veruliga viðvind við
bert trimum valevnum.
- Tað er nóg mikið at
hava trý valevni, tá ið tað
gongur væl, men alt ov
lítið, tá ið flokkurin er í
mótvindi. Eg rokni við, at
um vit høvdu fleiri valevni
at velja ímillum, høvdu vit
fingið eitt frægari úrslit.
Flokkurin
hevur
fýra
virknar politikarar, men
bara helvtin stillar upp.
Fólk hava helst tikið tað
sum eitt vánaligt tekin, ikki
minst tá ið umboðið fyri
Havnina ikki stillaði upp.
Úrslitið hevði ivaleyst sæð
væl øðrvísi út um Helena
Dam á Neystabø stillaði
upp. Úteftir hevði tað víst,
at flokkurin hóast alt stóð
saman.
Eitt er rumblið, sum hev-
ur verið í Sjálvstýrisflokk-
inum, annað er rumblið
sum hevur verið um per-
sónin Sámal Petur í Grund.
Hann himprast ikki við at
siga, at persónligu viður-
skiftini í hansara privata
lívi eru ein orsøk til, at
valúrslitið er so vánaligt.
Fyri tveimum árum síðani
fóru Sámal Petur í Grund
og konan hvør til sítt, og
hetta verður hann nú revs-
aður fyri, heldur hann.
-
Eysturoyingar
og
serliga mítt nærumhvørvi
harta meg fyri tað sum er
hent í mínum privata lívi,
kann eg lesa út frá valúr-
slitinum. Tað kennist sum
vantandi forstáilsi og sum
so skilji eg tað væl, hóast
eg haldi, at fólk eiga at
skilja ímillum meg sum
privatpersón og politikara.
Tað kom óvart á meg, at tey
so dyggiliga venda mær og
flokkinum bakið.
Men orsøkin til vánaliga
úrslitið er ikki einsamøll at
finna hjá flokkinum og
formanninum, heldur Sám-
al Petur í Grund.
- Polariseringin í før-
oyskum politikki er eisini
ein orsøk til, at Sjálvstýr-
isflokkurin er dottin burtur
ímillum. Í veljarakanning-
um undan valinum fekk
flokkurin umleið 3 prosent,
men so hvørt valið er
nærkast og spenningurin
um, hvør fór at vinna, er
vorðin størri, er flokkurin
púra fallin uttanfyri. Fólk
hava hugsað sum so, at
valið ikki hevur so nógv at
siga fyri Sjálvstýrisflokkin,
og tí hava eisini sjálv-
stýrisfólk valt at stuðla
onkrum øðrum, sum hava
havt størri møguleika at
koma inn. Rumblið, sum
hevur verið í flokkinum,
hevur so ikki gjørt tað betri
fyri okkum.
Sámal Petur í Grund
ætlar at reisa seg aftur sum
politikara og hevur í hyggju
at gera alt fyri, at flokkurin
fær eitt gott løgtingsval.
- Eg stúri ikki fyri, at vit
fáa so vánaligt úrslit til
løgtingsvalið. Vit hava áður
fingið vánalig úrslit á
fólkatingsvalum og góð
úrslit stutt eftir á løgtings-
vali, sigur Sámal Petur í
Grund.
Eysturoyingar
revsa Sámal Petur
- Valúrslitið hevði ivaleyst sæð væl øðrvísi út um Helena Dam á Neystabø stillaði upp, sigur
Sámal Petur í Grund
– Eg vil fegin gera
mítt til at endurreisa
Sjálvstýrisflokkin,
sigur Eyðun Elttør,
sum fekk meira enn
tríggjar ferðir so
nógvar atkvøður sum
formaðurin í
flokkinum
FÓLKATINGSVAL
Eyðun Klakstein
Meðan Sjálvstýrisflokkurin
hevði eitt sera vánaligt val,
kundi Eyðun Elttør onkra-
staðni í meldrinum fegnast
um, at hann hevði fingið
lutvíst
góða
undirtøku
millum veljararnar.
Hann fekk stívliga 250
atkvøður, og tað var meira
enn helvtin av atkvøðunum
hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Eyðun Elttør fekk meira
enn
tríggjar
ferðir
so
nógvar
atkvøður
sum
formaðurin í flokkinum,
Sámal Petur í Grund.
Nú hevur stríð verið í
Sjálvstýrisflokkinum, men
vísir hetta valið, at tað er tú,
sum skalt savna flokkin
aftur?
– Eg vil fegin gera mítt til
at endurreisa Sjálvstýris-
flokkin. Hetta valið var so
ótrúliga vánaligt, at her má
okkurt gerast. Tað er ikki
vist, at eg eri maðurin, sum
skal savna flokkin, men eg
vil gjarna gera mín part,
sigur Eyðun Elttør.
Formaðurin lítla
undirtøku
Landsstýrismaðurin
við
oljumálum heldur, tað eru
næstan bara vánaligar um-
beringar fyri valúrslitinum.
– Tað hevur verið sagt, at
vit mistu atkvøður, tí
undirsjóvartunnilin
er
komin, og at fólk velja
størru flokkarnar á fólka-
tingsvalinum, men tað er
ikki nóg góð frágreiðing.
Vit hava eisini havt stríð í
flokkinum beint undann
valinum, og tað hevur
ivaleyst eisini gjørt sítt til
vánaliga valið, sigur Eyðun
Elttør
Heldur tú, at veljararnir á
hesum valinum hava sagt
sína hugsa um nýggja for-
mannin í flokkinum?
– Vit kunnu staðfesta, at
vit hava mist alt ov nógvar
atkvøður, og at nýggi for-
maðurin ikki fekk serliga
nógvar atkvøður, so okkurt
bendir á, at veljararnir hava
víst sína misnøgd við for-
mansvalið.
– Nú mugu allar góðar
kreftir í flokkinum seta seg
niður fyri at viðgera støð-
una. Her má okkurt gerast,
so vit fáa flokkin á føtur
aftur.
Løn fyri gott arbeiði
Eyðun Elttør er fegin um
sítt persónliga úrslit, hóast
hann sigur seg illa fáa glett
seg veruliga um tað, tí
flokkurin annars stóð seg
so illa.
Tú fekst næstan 60
prosent av atkvøðunum hjá
Sjálvstýrisflokkinum. Hví
fekst tú lutvíst so góða
undirtøku?
– Tað er ilt at meta um,
hví eg havi fingið hesar
atkvøður. Tað hevur verið
sagt, at Oljumálastýrið hev-
ur gjørt eitt gott arbeiði, og
her havi eg verið lands-
stýrismaður, so kanska fái
eg løn fyri tað arbeiðið.
Fyrstu tíðina sum lands-
stýrismaður vart tú sera
varðin og førdi teg ikki so
nógv fram. Nú tykist tú
vera tryggari við leiklutin.
Ert tú komin í politiskan
form og fært atkvøður
burturúr tí?
– Tað er rætt, at eg var
varðin at byrja við. Tað er
umráðandi, at tú setir teg
inn í títt arbeiðið, og eg
haldi eisini sjálvur, eg havi
lært nógv hesi árini. Nú
kenni eg meg púra tryggan,
tá eg havi til dømis við
pressuna at gera. Tað hevur
kanska eisini sína ávírkan á
veljararnar.
– Eg má siga stóra takk
til tey, sum hava valt meg.
Eg vil ynskja Høgna Hoy-
dal og Lisbeth Petersen til-
lukku við valinum, og eg
vil ynskja Jóannes Eides-
gaard tillukku við tí framúr
góða persónliga valinum.
Eyðun Elttør:
Nú skal okkurt gerast
– Vit kunnu staðfesta, at vit hava mist alt ov nógvar atkvøður,
og at nýggi formaðurin ikki fekk serliga nógvar atkvøður, so
okkurt bendir á, at veljararnir hava víst sína misnøgd við
formansvalið, sigur Eyðun Elttør
C
M
Y
K
21
20