Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 • hósdagur • 22. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hóskvøldið skal felagið hjá Toda til eitt slag av sveinaroynd, tá týska stórfelagið, Borussia Dortmund, kemur á vitjan í Parkini UEFA-CUP Jákup Mørk Hóast Todi Jónsson fram- vegis er uttan fyri við skaða, so munnu nógv før- oysk fótbóltseygu fara at fylgja væl við, tá týska stórfelagið, Borussia Dort- mund, kemur á vitjan hjá FCK í dag. Talan er um triðja umfar í UEFA-Cup kappingini, og hóast talan er um sterka mótstøðu, so er tað ikki heilt frítt, at spenningurin í danska høvuðsstaðnum er stórur. Ikki minst orsakað av, at fleiri av bestu úrslit- unum hjá donskum liðum í europeiskum høpi eru kom- in móti júst týskum mót- støðuliðum. Stóru sigarnir hjá Brøndby og B1909 móti ávíkavist Eintracht Frankfurt og Bayern München standa enn feskir í minninum, og nú er so upp til FCK at prógva, um teir kunnu endurtaka okk- urt av hesum. Skerdir týskarar Umframt Toda Jónsson so noyðist FCK eisini at vera Pascal Simpson og Michael Mio Nielsen fyriuttan, men annars eru allir mans tøkir. Í Dortmund er støðan nakað væl øðrvísi, og venj- arin hjá felagnum, Matthias Sammer, er noyddur at verða fleiri av føstu stuðl- unum fyriuttan. Millum annað eru landsliðsleikar- arnir, Stefan Reuter, Jörg Heinrich, skaddir, umframt at verjuleikarin, Christian Wörns, eisini er úti. Heldur ikki dýrasti leikarin í bun- desliguni, kekkiski Tomás Rosicky, er tøkur. Alt hetta ger, at FCK so avgjørt ikki eru uttan møguleikar, og venjarin hjá Toda og teimum, Hans Backe, tykist eisini hava góðar vónir. Ikki minst eftir stórspælið hjá liðnum um vikuskiftið, tá teir »bert« vunnu l-1 á Viborg. Dysturin byrjar klokkan 17.15, og verður sent bein- leiðis á donsku 3+ frá kl. 17.00. Samstundis sum FCK roynir seg á heimavølli, skal hitt stóra danska liðið, Brøndby, royna seg á úti- vølli móti italska Parma. Tað tykist nú sann- líkt, at suðurafrik- anska stjørnan í FCK fer at gerast dýrasti leikarin, sum nakran tíð er seldur úr einum donskum felag DANMARK Jákup Mørk Tíðliga í heyst ljóðaði, at enska stórfelagið, Arsenal, skuldi vera til reiðar at leggja umleið 60 mió.kr. á borðið fyri suðurafrikanska álopsmannin hjá FCK, Sibusiso Zuma. Hetta varð tó av ongum, men tað merkir ikki tað sama sum, at einki hald var í tíðindunum. Tvørtur ímóti hevur venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, váttað, at hann hevur áhuga í Zuma, men orsakað av trupulleik- um við arbeiðsloyvinum bar ikki til at keypa álops- mannin. Virðið hækkar Støðan í Onglandi er nevn- liga tann, at skulu leikarar úr londum uttan fyri ES fáa sáttmála, krevst at teir lúka ávís krøv, og eitt av hesum er, at leikarin skal hava leikt ein ávísan part av seinastu landsdystunum hjá tjóð sínari. Hesa treyt kundi Zuma ikki uppfylla í heyst, men umboðsmaður hansara boðar nú frá, at verður Zuma á liðnum hjá Suður- afrika, tá Africans Nations Cup verður leikt í januar/- febrar, so lýkur hann bretsku krøvunum. Hetta hevur aftur økt um áhugan fyri Zuma, og tað eru ikki smávegis upp- hæddir, sum tað nú verður tosað um. Eitt nú sigast Arsenal, Sunderland og Leeds vera til reiðar at leggja heilar 130 mió.kr. á borðið, so líkt er nú til, at Todi Jónsson í vár verður ein álopsfelaga fátækari, meðan FCK fær 130 mió.kr. meira í rokaða pengakassan. FCK aftur í eldin 130 milliónir fyri Zuma Fleiri ensk feløg sigast vera til reiðar at leggja 130 mió.kr. á borðið fyri at keypa Sibusiso Zuma frá FCK Á heimasíðuni hevur Flogbóltssambandið boðað frá nøkrum broyt- ingum í kappingarskip- anini í vetur. Ein av hesum er, at dysturin millum TB og Mjølnir í meistaradeild- ini hjá kvinnum verður fluttr frá sunnudegnum, 25. november til sunnu- dagin 9. desember kl. 15.00. Eisini eru nakrar flyt- ingar í øðrum deildum, og kunnu hesar síggjast á heimasíðuni. Slóðin á hesari er www.fbf.fo. -jm Ein dystur í donsku superliguni varð leiktur mánakvøldið, tá OB á heimavølli tók ímóti FC Midtjylland. Johan Byrial Hansan var heldur ikki hesa ferð at síggja á liðnum hjá OB, sum tryggjaði sær ein 2-1 sigur, og harvið togaði seg upp á eitt sætta pláss í deildini. Tað sá annars svart út hjá odensianarunum, tá Mwape Miti fekk reyða kortið, meðan støðan var 1-1, men tað eydnaðist tó Lars Jacobsen at tryggja heimaliðnum sigurin kortini. -jm Flyting Sigur til OB C M Y K 22 Nr. 226 - 22. november 2001 23 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3270 Navn: Sp/f Faroe Leasing Company Ltd. Adressa: 950 Porkeri Kommuna: Porkeris Kommuna Stovningardato: 16.11.2001 Viðtøkudato: 16.11.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: P/F Klettur, 950 Porkeri Stjórn: Johannes Joensen, 900 Vági Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: P/F Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe, statsaut. revisorar, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 16.11.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at eiga og leiga út fiskifør, og annað virksemi, sum hevur samband við hesa vinnu. Skráseting Føroya tann 20. november 2001 Kristin Balle _____________________ Sølufólk Søkt verður eftir sølufólki til heilsøluvirkið okkara at byrja skjótast gjørligt. Útbúgvingin er ikki alt avgerðandi, men roknað verður við,at tú hevur royndir innan handil og sølu. Tú skal duga at samarbeiða, vera sjálvstøðugur, opin og álítiandi. Hava áræði at bjóða av, vera áhugaður og málsøkin. Arbeiðsøkið umfatar allar Føroyar. Løn og aðrar arbeiðstreytir sambært avtalu. Áhugaði kunnu senda inn skrivliga umsókn til P/F Poul Michelsen ella venda sær til Claus Mørkøre sølustjóra á tlf. 314650. P/F Poul Michelsen Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 853, P/F Gjáarsmolt, 476 Gjógv. Viðtøkur broyttar: 10.09.2001. Nevnd: Innkomin í nevndina: Kornelius Johannesen, 476 Gjógv og Jón Purkhús, Undir Hálsi 10, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum, ella av 3 nevndarlimum í felag, ella av allari nevndini í felag. Skráseting Føroya tann 20. november 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 136, P/F Vónin, 530 Fuglafjørður. Nevnd: Farin úr nevndini: Joen Jakob Olaf á Lakjuni, 530 Fuglafjørður. Innkomin í nevndina: Jón Rasmussen Hamarsniðið 14, 700 Klaksvík og Maria á Lakjuni, Brúgv 7, 530 Fuglafjørður. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Joen Jakob Olaf á Lakjuni, 530 Fuglafjørður. Innkomin sum stjóri: Hjalmar Petersen, Stóra Gerði 13, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 20. november 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3271 Navn: Sp/f J.H. Heilsøla Adressa: Mannaskarð 4, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 16.11.2001 Viðtøkudato: 16.11.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Jan Gaard Joensen, Vallalíð 1, 100 Tórshavn og Hans Fróði Hansen, Dánjalstrøð 15, 100 Tórshavn. Stjórn: Jan Gaard Joensen, Vallalíð 1, 100 Tórshavn og Hans Fróði Hansen, Dánjalstrøð 15, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjórunum hvør sær ella í felag. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 16.11.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, herundir heilsøluvirksemi og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 20. november 2001 Kristin Balle _____________________ Heimarøktin Norðstreymoy Heilsuhjápari Søkt verður eftir fólki at arbeiða sum avloysari í nátt- arvakt á Eldrasambýlinum í Vestmanna at byrja skjótast tilber. Ynskiligt er at viðkomandi hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella hevur kunnleika og royndir innan eldrarøkt. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Heilsu- hjáparafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú væl- komin at ringja til økisleiðaran á tlf. 333249. Skrivlig umsókn verður at senda til: Heimarøktin øki 2 Heilsumiðstøðin 370 Miðvágur Umsóknarfreist 06.12.2001 Heimarøktin Norðstreymoy Heimahjálpari Søkt verður eftir fólki at arbeiða sum heimahjálpari í Hósvík 25 tímar um vikuna í skiftandi vaktum at byrja 01. desember 2001 ella eftir nærri avtalu. Ynskiligt er at viðkomandi hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella hevur kunnleika og royndir innan eldrarøkt. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Heilsu- hjálparafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú væl- komin at ringja til økisleiðaran á tlf. 333249. Skrivlig umsókn verður at senda til: Heimarøktin øki 2 Heilsumiðstøðin 370 Miðvágur Umsóknarfreist 06.12.2001 Hús til leigu Dupulthús til leigu við Villingardalsvegin við sera góðum útsýni. 1.hædd: gongd,bryggers,stórt baðirúm við bað og brúsu og stórum klædnarúmi og tvey verilsir. 2.hædd:wc,sovikamar,køkur,stova,gongd og altan + ovasta loft. Eisini er møguleiki at leiga stóra gar- asju, ið hoyrir til húsini. Helst leigusáttmáli í min. 2 ár, til fólk, ið fara væl um ella fyritøku. Prísuppskot 8.000,00 + ljós og hita. Bill. mrk. 3388 Vinnuøki til sølu! Eitt grundøki til støddar 1305 m2 til vinnuenda- mál í Akranesgøtu, Tórshavn, verður við hesum lýst til sølu, um nóg høgt boð fæst. Áhugað kunnu venda sær til Advokatfelagið við Strond 4 Rætti bilurin til mong endamál. Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. 2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar CARNIVAL Sosialurin - 311820 Tel. 310 600 www.safari.fo SJÓ- FRAKT Sosialurin - 311820 Tel. 32 22 22 SAFARI TRANSPORT 23