týsdagur 6. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. oktober 2009 – Nr. 190
Sleppa undan Ribery
Tá franska landsliðið tann 12. august vann tepurt 1-0 á Føroyum á
Tórsvølli, var Franck Ribery ivasamur, men kom kortini inn, tá 20
minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá hevði Frakland longu
fingið málið, men venjarin, Raymond Domenech, kendi seg ikki nóg
tryggan, og valdi tí at spæla trumfin út. Framvegis er tað knæið, ið
gevur Ribery trupulleikar, og nú Frakland skal spæla teir báðar
seinastu dystirnar í HM-undankappingini, kennir hann seg noyddan
at geva avboð. Frammanundan hevur Yoann Gourcuff, ið spældi
allan dystin í Føroyum, eisini givið avboð vegna skaða.
Henrik ætlar sær ongan veg
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, er saman við
John Faxe Jensen undir stórum trýsti í Randers. Í fleiri dagar hava
donsku bløðini skrivað, at uppsøgnin til teir báðar er á veg, men
við bold.dk sigur Henrik Larsen, at hann ikki ætlar sær nakran veg.
– Mær dámar væl mítt arbeiði, og eg vóni eisini, at teimum dámar
mátan, sum vit arbeiða uppá. So eg havi als ikki hugsað tankan
um at fara nakran veg sjálvur, sigur Henrik Larsen.
Dysturin millum KÍ og
Skála vardi bara í einar
10 minuttir, so var hann
avblástur fyri veður. Enn
er ógreitt, um hann skal
avgreiðast kortini ella
ikki. AB og Víkingur vunnu
hinvegin stórsigrar á
teimum báðum niðastu
liðunum
– Tað, sum eg havi fingið at vitað,
var dysturin millum KÍ og Skála
avblástur, tí veðrið at spæla var ov
vánaligt. Men eg veit einki um, at
Fótbóltssambandið annars verið
inni í málinum, sum fyrst skal
viðgerast í kappingarnevndini,
áðrenn støða verður tikin til, hvat
hendir við dystinum.
Tað sigur formaðurin í
kappingarnevndini, Sveinur
Tróndarsson, ið sostatt einki kennir
til, at KÍ skal hava vunnið dystin 0-0,
sum tað hevur ljóðað, at semja
fekst um aftaná – enntá í samráð
við Fótbóltssambandið. Sostatt er
kvinnukappingin ikki heilt liðug
enn, tí lagnan hjá hesum eina
dystinum framvegis bíðar eftir
einari endaligari avgerð.
Veðrið var annars so vánaligt, tá
KÍ og Skála skuldu spæla, at
dysturin var ikki meiri enn góðar 10
minuttir gamal, tá dómarin valdi at
floyta hann av. Tá var støðan enn
0-0, og liðini høvdu havt eitt álop í
part, umframt hvør sítt hornaspark,
ið hvørki kundi takast, uttan at
onkur helt bóltinum, tí hann annars
fór fúkandi avstað.
At dysturin var avblástur, broytir
tó einki í avgerandi støðuni, har KÍ
longu frammanundan var meistari
og Skála átti fjórðaplássið. Eftir
dystin fingu KÍ-kvinnurnar eisini
bæði steyp og gullheiðursmerki,
sum formligt prógv fyri, at tær
tíggjunda árið á rað eru
føroyameistarar í bestu
kvinnudeildini.
Tveir stórsigrar
Hini bæði liðini, ið eisini fingu
heiðursmerki leygardagin, AB og
Víkingur, ið ávikavist fingu silvur og
bronsu, høvdu í sínum seinasta
dysti lætta mótstøðu, tí tey spældu
ímóti ávikavist B68/NSÍ og EB/
Streymi, ið eru tey bæði niðastu
liðini á stigatalvuni.
AB vann heili 8-0 á B68/NSÍ, eftir
at hava verið á odda 5-0 í
hálvleikinum, og umframt at Ásleyg
Súnadóttir hevði ein góðan dag við
trimum málum, var tað mest
merkisverda, at AB-málverjin,
Simona Heinesen, skoraði tey bæði
síðstu málini. Ikki við brotssparki,
sum ofta plagar at vera, tá
málverjar skora, men eftir
hornaspørk, har hon var komin
fram við og kom at standa væl fyri.
Dysturin millum EB/Streym og
Víking var longu spældur týs-
kvøldið, tí fleiri spælarar á báðum
liðum longu mikudagin skuldu á
námsferð uttanlands. Her gjørdist
talan um ein greiðan stórsigur til
Víking, ið vann 9-1, eftir hálvleiks-
leiðsl una 5-0. Longu eftir níggju
minuttum var støðan 3-0, so her
gjørdist ongantíð spennandi. Heidi
Sevdal, ið sunnukvøldið var kosin
ársins spælari hjá kvinnum, skoraði
ikki færri enn fimm av teimum
níggju málunum hjá Víkingi!
1. deild kvinnur
Nr
Lið
Dystir
V
J
T
Mál
+/÷
Stig
1
KÍ
19
16
2
1
94- 7
+87
50
2
AB
20
15
3
2
50-11
+47
48
3
Víkingur
20
11
4
5
38-23
+21
37
4
Skála
19
7
1
11
24-46
÷22
22
5
EB/Streymur
20
2
2
16
10-76
÷66
8
6
B68/NSÍ
20
1
2
17
8-77
÷69
5
Úrslit, 20. umfar
KÍ-Skála (avblástur)
AB-B68/NSÍ 8-0 (5-0)
1-0: Bjørg Syderbø, 8.
2-0: Ásleyg Súnadóttir, 11.
3-0: Ásleyg Súnadóttir, 15.
4-0: Bjørg Syderbø, 30.
5-0: Barbara á Dunga, 45.
6-0: Ásleyg Súnadóttir, 48.
7-0: Simona Heinesen, 75.
8-0: Simona Heinesen, 88.
EB/Streymur-Víkingur 1-9 (0-5)
0-1: Mary Ann Isaksen, 5.
0-2: Heidi Sevdal, 7.
0-3: Anna Malena Højgaard, 9.
0-4: Hanna Isaksen Højgaard, 31.
0-5: Hanna Isaksen Højgaard, 41.
0-6: Heidi Sevdal, 46.
0-7: Heidi Sevdal, 50.
0-8: Heidi Sevdal, 59.
1-8: Ann Tóra Láadal, 71.
1-9: Heidi Sevdal, 77.
Kvinnukappingin
ikki heilt liðug enn
Veðrið var ikki tespiligt, og dómarin sá seg noydda at blása dystin
av. Men tað forðaði ikki Malenu Josephsen, liðskipara, at fara út á
vøllin at taka ímóti 10. FM-steypinum á rað hjá KÍ-kvinnum
Mynd: Norðlýsið
Tvær av avgjørdu lyklaspælarunum hjá
KÍ hava aftur í ár verið systrarnar, Ragna
Patawary og Rannvá Andreasen
Mynd: Norðlýsið
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen