týsdagur 6. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 6. oktober 2009
At KÍ nú flytur niður í
næstbestu deildina,
staðfestir samstundis
tann søguliga veruleika,
at nú er bara HB eftir av
teimum liðunum, sum hava
verið við í landskappingini
uttan slit síðani 1942.
Tann seinasti klassikarin í
føroyskum fótbólti verður
ongantíð tann sami aftur
Neyvan kann sigast annað, enn at
tað veruliga var lagnunnar
speisemi, at HB næstsíðsta
sunnudag sendi KÍ niður í
næstbestu deildina, samstundis um
HB vann sítt tjúgunda
føroyameistaraheiti í mansfótbólti,
sum hjá høvuðsstaðarfelagnum er
ein øking av egnum meti.
Í landskappingarhøpi hava hesi
bæði verið avgjørt tey størstu, tí tey
hava vunnið nógv fleiri
meistaraheiti enn nøkur av øllum
hinum føroysku fótbóltsfeløgunum.
Men tað hevur tó fyri tað mesta
verið í hvør sínari tíð – næstan sum
»fyrr og nú« – at tey hava verið
stórmaktir.
KÍ var oddafiskur frá fyrstu løtu,
tá fyrsta landskappingin í fótbólti
var í 1942, og áðrenn HB vann sítt
fyrsta meistaraheiti í 1955, hevði KÍ
longu verið meistari fimm ferðir. KÍ
helt fram við at vinna við jøvnum
millumbili og onkrum háli, eitt nú
við tiltikna 66-liðnum, og tá KÍ í
1972 kom upp á meistaraheiti
nummar 15, hevði HB bert verið
meistari seks ferðir.
Bert HB eftir
Tá kom stígur í hjá klaksvíkingum,
og í staðin hevur HB síðani havt
sína stórheitstíð, ið nú var krýnd við
tí tjúgunda meistaraheitinum. Tað
tók kortini sína tíð at taka KÍ, tí ikki
fyrr enn í 2002 fór HB framum og
hevði vunnið fleiri landskappingar
enn KÍ. Men í nýggju øldini hevur
yvirhøvur hildnast væl hjá HB, sum
hevur vunnið fimm meistaraheiti
bara hesi síðstu átta árini!
HB og KÍ eru javnaldrar, tí bæði
feløgini eru sett á stovn í 1904, men
tó byrjaði KÍ ikki við fótbólti fyrr
enn í 1911. Men tá kappingin um
føroyameistaraheitið kom í 1942,
var KÍ beinanvegin til reiðar og
vann longu fyrsta árið. Hinvegin
kom HB ikki »á talvuna«, fyrr enn
tað fylti 51 ár.
Spælt hevur verið øll árini síðani
1942, uttan í 1944, tá kríggið gjørdi,
at trot var á bóltum, og at tað tí bar
illa til at fáa avgreitt nakra kapping.
Frá 1976 hevur landskappingin
stórt sæð verið skipað, soleiðis sum
vit kenna hana í dag, við upp- og
niðurflyting millum deildir, alt eftir
úrtøkuni.
Síðani henda skipan kom, eru
upprunaliga feløgini frá 1942 fallin
frá, eitt fyri og annað eftir, og í
mong ár hava bara HB og KÍ verið
eftir, sum enn ikki hava vikið
plássini á ovastu rók. Nú KÍ fall, er so
bara HB eftir, ið enn ikki hevur roynt
niðurflyting ella av øðrum ávum er
farið úr bestu mansdeildini.
Langt ímillum
At KÍ nú ikki longur megnaði at
halda fast í serstøðuni, er kanska ikki
so øgiliga óvæntað, tí langt hevur
verið millum tey stóru úrslitini hjá
besta mansliðnum, og seinnu árini
hevur talan beinleiðis verið um
vandasjógv. Í fjør eydnaðist akkurát
at halda liðnum uppi, og sjeynda-
plássið í fyrraárið var neyvan tað,
norðoyingar ynsktu sær, tí málið
hevur altíð verið sett ríkiliga høgt.
Síðsta føroyameistaraheitið liggur
afturi í 1999, tá KÍ við Tony Paris á
odda enntá vann greipuna, og eftir
tað var frægasta úrslitið í 2002, tá KÍ
vann bronsu. Men sam an borið við
fyrstu árini hjá KÍ – og ikki minst
samanborið við HB – hevur í mong
ár verið sera langt millum snapsirnar,
sum tikið verður til.
Hagtølini gjøgnum árini stað festa
greitt, at HB er nógv mest vinnandi
felag gjøgnum allar tíðir í føroyskum
fótbólti, tí havast skal í huga, at
umframt øll meistara heit-ini, so
hevur HB vunnið steypakappingina
heilar 26 ferðir, síðani farið var undir
hana í 1955, tá HB eisini vann ta
fyrstu av sínum 12 greipum.
Hjá mongum er tað við sorg blídni,
at biðið verður KÍ farvæl í bestu
mansdeildini. Og hóast tey í HB ríða
á aldukambinum í hesum døgum,
man tað ikki vera minst har, at sakn-
ur verður í KÍ, nú seinasti klassikarin í
føroyskum fótbólti er farin í søguna
– og so hendi tað enntá júst í hesum
sama klassikara, ið ongantíð aftur
verður tann sami…
Nú er bara HB eftir
HB
KÍ
1942
0-1
1945
0-2
1952
0-3
1953
0-4
1954
0-5
1955 *
1-5
1956
1-6
1957
1-7
1958
1-8
1960
2-8
1961
2-9
1963 *
3-9
1964 *
4-9
1965
5-9
1966 *
5-10
1967 *
5-11
1968
5-12
1969
5-13
1970
5-14
1971 *
6-14
1972
6-15
1973 *
7-15
1974
8-15
1975 *
9-15
1978 *
10-15
1981 *
11-15
1982 *
12-15
1988 *
13-15
1990
14-15
1991
14-16
1998 *
15-16
1999 *
15-17
2002
16-17
2003
17-17
2004 *
18-17
2006
19-17
2009
20-17
* greipuvinnari (12-3)
FM 1942-2009 HB-KÍ
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Seinasta meistaraheitið hjá KÍ varð vunnið í 1999. Hetta var næsta FM-heitið í nærum 30 ár
Savnsmynd
Bara síðani aldarskiftið hevur HB vunnið fimm meistaraheiti. Tað seinasta av hesum sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen