týsdagur 6. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 190 - 6. oktober 2009
Nú fríggjadagin er
seinasta freist at tekna
seg til ráðstevnu
um demografi í
Norðuratlantshavi,
sum verður í Alta í
Norðurnoregi seinni í
mánaðinum
Demografi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fólkaflyting, kvinnumangul
og
ungdómsútflutningur.
Hvussu fáa vit dýrabaru
hendurnar og heilarnar at
støðast betri í londunum í
Norðuratlantshavi?
Hesi evni verða viðgjørd
á aktuellari ráðstevnu, sum
samstarvsbólkurin NORA
skipar
fyri
í
Alta
í
Norðurnoregi dagarnar 21.-
22. oktober.
Endamálið við ráðstevn-
uni er at varpa ljós á demo-
grafisku, ella fólkafrøðiligu,
avbjóðingarnar, í londunum
í Norðuratlantshavi: Íslandi,
Grønlandi, Føroyum og
Noregi. Eisini er ætlanin, at
ráðstevnan skal koma við
nøkrum niðurstøðum um,
hvussu til ber at koma
trupulleikunum til lívs.
Á skránni verða viðkom-
andi fyrilestrar og work-
shops við serfrøðingum
innan evnið.
Eitt nú leggur Dr. Rasmus
Ole Rasmussen frá Nord-
regio fyri undir heitinum
”Why demograhy matters”,
har hann gevur eitt yvirlit
yvir broytingar í fólka-
samansetingini í póløkinum,
og
avbjóðingarnar,
sum
hava staðist av hesum.
Eisini verður varpað ljós
á viðurskiftini í einstøku
londunum. Á Ísland, har
álvarsliga
fíggjarkreppan
hevur fólkaflytingar við
sær. Á Føroyar og Grønland,
har stóra avbjóðingin er at
fáa tey ungu, sum leita sær
til Danmarkar at lesa, heim
aftur. Og til Noregi, har
fólk flyta úr smáplássunum,
og har tey, sum fluta til, eru
skjót avstað aftur.
Á ráðstevnuni greiðir
Lindis Sloan frá KUN,
Senter for Kunnskap og
Likestilling, Norge, frá, at
tað snýr seg alt um javn-
støðu ”It’s all about Gend-
er”, meðan Magni Laksá-
foss, demografur, fíggjar-
frøðingur og politikari úr
Føroyum sigur, at alt snýr
seg um fíggjarviðurskifti,
”It’s all about Economics”.
Umrøtt
verður
eisini,
hvussu tey hava gjørt í
øðrum økjum við líkandi
avbjóðingum, so sum í
Newfoundlandi, Labrador,
Australia og á Bornholm.
Á seinna degnum verður
skipað fyri fýra workshop,
har evnini eru javnstøða, út-
búgvingar og starvsmøgu-
leikar, mentan og branding
og almennar tænastur.
Millum føroysku umboð-
ini á ráðstevnuni finna vit
eisini Súsonnu Sørensen,
Beintu í Jákupsstovu og
Kristiannu Winter-Poulsen.
Freistin at tekna seg er
fríggjadagin
9.
oktober.
Sjálv ráðstevnan er ókeypis.
Les meira á www.nora.fo.
NORA er nevnd undir
Norðurlendska Ráðharraráðnum,
sum arbeiðir við økissamstarvi í
Norðuratlantshavinum. NORA
verður fíggjað av Norðurlendska
Ráðharraráðnum og við partvísari
fígging úr teimum fýra NORA
londunum, Føroyum, Grønland,
Íslandi og Noregi.
Kvinnurnar og tey ungu
støðast ov illa
Landsfólkayvirlitið fyllir 60
Byrjað varð í 1949 at savnað grundleggjandi persónsupplýsingar um allar borgarar í Føroyum. Endamálið við
Landsfólkayvirlitinum er at allir persónar fáa eitt persónstal og verða skrásettir, har teir búgva. Somuleiðis
goymir Landsfólkayvirlitið grundleggjandi upplýsingar um hvønn einstakan, sum hevur eitt persónstal, og kunnu
upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt latast øðrum almennum myndugleikum ella privatum,
sum hava ein heimilaðan áhuga í hesum. Í 2006 vórðu m. a. Landsfólkayvirlitið, Matrikulstovan og Tinglýsingin
løgd saman í Umhvørvisstovuna. Samanleggingin ger tað munandi lættari at savnað skipanir, skráir og dátur hjá
fyrrnevndu stovnum við at nýta samkoyringar og felagslyklar v.m. Henda tilgongd vil veita borgarum og við-
skiftabólkum eina munadyggari tænastu. Í 2007 kom nýggj lóg um landsfólkayvirlit og í hesum sambandi er
neyðugt at menna eina nýggja landsfólkayvirlitsskipan sum liva upp til ásetingarnar í nýggju lógini. Nýggja
skipanin hevur verið í útboð og sæð verður fram ímóti at henda skipan verður sett í verk.