Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 2009 15 nøvn 6. oktober er ein dagur, sum mangir føroyingar seint fara at gloyma. Fyri 17 árum síðani var hetta ein lagnu­ dagur fyri føroyska bú­skapin og føroysku bankaverðina. Men hetta var samstundis dagurin, tá Don Petersen á Tvøroyri fylti 43 ár. Tíðin hevur broytt mangt og hvat í mannalívinum hesi árini síðani 1992. Og í dag ­ týsdagin 6. oktober 2009 ­ er dagurin, tá hesin garpurin av Tvøroyri verður 60 ár. Ja, hvør skuldi trú­ð tí? Síðani Don fyri mongum árum síðani byrjaði lívs­ starv sítt sum pleygari inn­ an psykiatriska økið, hava mong fólk notið gott av tí fakliga dugnaliga, altíð so vælupplagda og orðsnilda suðringinum. Á psykiatriska økinum hevur Don ikki spart seg, men hevur við síni sermerktu dialekt sett dám á tað fakliga tjakið millum starvsfólkini fyrst og fremst, men eisini mótvegis læknunum, og hevur ongatíð óttast fyri at siga frá, hvønn viðgerðarhátt hann helt vera tann rætta fyri tann einstaka sjú­klingin. Hann hevði altíð eyga fyri tí einstaka sjú­klinginum. Hann hevur pú­ra greiðar meiningar um, hvør heilivágur er bestur og hvør viðgerð annars hann helt vera tann rættasta. Og tað er ikki frítt, at bæði røktarfólkið og læknarnir hava lurtað eftir honum og hava mangan tikið hansara metingar til eftirtektar. Don hevur arbeitt fulla tíð sum pleygari á psykiatr­ iska deplinum, og her hevur hann ikki spart seg á nakran hátt. Hann hevur altíð tikið eitt eyka tak tá ástóð, og ser­ liga um kvøldarnar og um náttina hevur hann trivist best. Og tað er eisini í hes­ um vaktum at fólk hava upp­ livað Don frá teirri bestu síðuni: Altíð skemtiligur, sakligur og pú­ra pú­ra greið­ ur, m.a. tá talan er um polit­ ikk, fótbólt og ú­tjaðaran. Okkara kæri Don hevur eisini mong ymisk áhuga­ mál. Familjan telur nógv hjá honum, og haraftrat hevur seyðahald nógv at siga, eins og hansara arbeiðsroyndir, skjóthugsan og tora­at­siga­ tað­beint­fram­holdningur hava verið fakfelagi hansara at gagni. Hóast Don ú­teftir kann tykjast harður og cool, so hava hann og hansara allar­ nærmastu eisini upplivað álvarsamar løtur, tá skalið fall og tann sanni Don kom fram og vit skiltu, at handan fasaduna bankaði eitt gott, erligt og bleytt hjarta. Henda stóra dagin í dag kundi verið so nógv annað gott at sagt um Don Petersen. Tað lata vit liggja hesaferð. Eingin ivi er um, at meiri verður at “frætta” um Don, tá hann seinni í mánaðinum hevur boðið til stórt føð­ ingardagshald á Tvøroyri. Hav ein góðan føðingar­ dag Don, og mangar góðar dagar eftir henda! Starvsfelagi á Deild 2 Don Petersen fer um tey 60 Ráðgeving & tænastuR til virkisleiðslur innan: Fíggjarstýring Rakstrarætlan Bókhald og MVG-uppgerð Prosjektleiðslu Marknaðarkanningar Kundakanningar Dali Consulting sp/f Tel. 21 73 66 & 50 82 34 steinbjorn@dali.fo Vit hava meira enn 30 ára royndir innan tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata vinnulívinum og tí almenna sektorinum Grønlandstíðindi Kári við Stein Kári við Stein greiðir frá seinastu tíðindini úr Grønlandi. Tað eru nógvar avreiðingar, og Tórsvík er eisini á hesum leiðum 16. september Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun við fullari last. Markus er í Aasiat og millumlandar. 17. september Akamalik kom inn seinnapartin at landa. Teir hava eisini fulla last. Krabbakvotan her i Sisimiutøkinum er liðug. Allir teinar skulla vera uppi ú­r sjógnum mánadagin, og tað er eisini síðsta freist at avreiða. 20. september Natarnaq kom inn í nátt við hálvari last. So skuldu teir koyra tvey nýggj trol undir. Tey vóru komin ú­r Føroyum frá Vónini. 21. september Natarnaq var liðugur at landa í kvøld. Teir skulla sigla í morgin árla. Teir skiftu fólk eisini. Lómur kom til Illulisat við 150 tonsum av ísaðum rækjun eftir knapt trimum samdøgrum. Tað er nokk tað mesta, sum har hevur verið. 24. september Tað er hvítt í bakka. Ocean Tiger kom inn at landa og skifta fólk. Teir hava 270 tons inni. Tveir av manningini fóru á flot við mob­ bátinum. Teir fingu 15 kurvar, um 1000­1100 pund, og slagið var gott. Hetta er tað mesta, teir hava fingið við snøri eftir góðum trimum tímum. Agnið er eitt loyndarmál, men tað kemur ú­r frystaranum hjá kokkinum. Og so kom Tórsvík hjá Tor­ monnunum ú­r Hósvik. Teir komu inn at skifta manning, og taka nakað av provianti ú­t til Atlantic Explorer. Teir høvdu ein sjú­kan mann inn við frá trolaranum Sisimiut, sum liggur har vesturi saman við øðrum trolarun og fiskar svartkalva. Enniberg er komin her upp eftir einari kvotu uppá 200 tons. Ocean Tiger loysti kl 20 í kvøld. Teir koma inn aftur 8. oktober at landa. Frætt er frá Polar Assik. Teir hava gjørt fleiri tú­rar, og tað hevur veri í lagi við mongdini, sum teir hava landað. 28. september Vit hava haft hvítt í bakka í eina góða viku og lorta veður. Nú­ hálvdi hann heilt yvir um við regni í gjár og tað sama í dag, so kavin minkar. Polar Qassiut kom inn í morgun at landa við fullari last. Har var alt fult hjá teimum. Regina C er inni í Manitsoq og landar í dag. 29. september Tað er Mikkjalsmessudagur og tíð at fara eftir veðrum. Polar Nanoq er inni í Aasiat og landar svartkalva . Akamalik kom inn seinnapartin at millumlanda, tá Polar Qaasiut var liðugur at landa. Akamalik hevur gott og væl hálva last. Manu, sum fór ú­t 11 septem­ ber, hevur fingið gott 200 tons av svartkalva, síðani teir fóru ú­t aftur. Teir skulla inn at landa 6. oktober í Manitsoq. Polar Natar­ naq hevur verið í Nuuk og landað sekkjarækjur. Har var næstan fult hjá teimum. Nú­ er so nýggj manning komin umborð . 30. september Tað er av besta veðri. Kavin er við at vera horvin. Tann lítli kanadiarin OUJUKOAQ kom inn við fullari last av svartkalva. Teir royna við gørnum beint vestur ú­r Sisimiut. Steffen C er inni í Manitsoq og landar í dag. 1. oktober Tað er dýrdarveður. Markus kom inn at landa í morgun við fullari last. Teir fóru á flot við Mobbar­ anum, vóru burtur í ein lítlan tíma og fingu um 200 pund av fiski. Í dag tók fiskurin gummibeituna. Markus skal sigla í morgin árla so skjótt sum skiparin kemur ú­r Streymfjøðinum. Har var sum vanligt hjá Air Greenland, seinkan vegna tekniskar trupulleikar. Grønlandstíðindi: Tórsvík verið inni í Grønlandi Tað er hugaligt at føroy­ ingar fáa viðurkenning aðra staðni sum tað sæst í hesum stubba í grønlendskum blaði. Anna er abbadóttir kenda skiparan Kaj Johannesen