týsdagur 6. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 190 - 6. oktober 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kirsten Vestergaard, fødd á Heygum, Tvøroyri,
andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsið mánadagin, 78 ára
gomul. Kistan fer av kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi týskvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður úr
Tvøroyrar Kirkju mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minn
ast Kirstin kunnu lata sjúklingahotellinum Hotel
Tórshavn í Keypmannahavn eina peningagávu, konta í
Den Danske Bank 4400311.311.4401.
Frans Malling Mortensen, Dragør, andaðist miku
dagin, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Dragør
kirkju fríggjadagin 9. oktober.
Eyðbjørn Petersen, Fuglafjørður, andaðist mána
dagin 28. september, 68 ára gamal. Kistan fer úr
kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin kl. 17 í
Fuglafjarðar kirkju. Jarðarferðin verður úr Fugla
fjarðar kirkju mikudagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast
Eyðbjørn, kunnu lata Fuglafjarðar kirkju eina
peningagávu.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
5. oktober. eitur Broderus. Ókent halgimenni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Nú fýkur følv um fjallatindar,
nú elsti bróðir er ei meir,
nú kennast kaldir allir vindar
um farna sál og lívleyst leir.
Nú fórst tú elsti bróðir vár
ta síðstu foldarferð,
tín hugur væl við fjallið bar
í tíni góðu gerð.
Tú vart tann stilli millum oss,
tó hollur millum menn,
tú royndist væl við alt títt knoss,
tú dugdi alt í senn.
Tín hugur stóð til alt og øll
frá lív við grúgvueim,
til bø og ong og líð og fjøll,
tó mest títt kæra heim.
Vit skilja ei, hví fótur gleið
hin vonda lagnudag,
tí ofta fyrr tín fótur steig
á hesum sama stað.
Vit skilja ei, hvat tók tín fót,
har fyrr hann stinnur steig
og kravdi sína beisku bót:
títt lív á lívsins leið.
Vit syrgja bráða deyða tín,
vit sakna sárir teg,
nú sál so brátt um evstu sýn
fleyg ævinleikans veg.
Vit takka tær for alt tað lív,
vit saman fingu her,
og biðja at títt hús og vív,
Várharra styrki ber.
Vit minnast teg for manga stund,
for felags lívsins søgur,
vit takka tær av hjartans grund,
vit, allir tínir brøður.
At enda vit tær heilsa blítt,
nú lagnan legði miðið,
har lívið er um ævir frítt:
“ Vár bróðir hvíl í friði”.
Brøður tínir við familjum
Eyðbjørn
Petersen
5. juni 1941 - 28. sept. 2009
in memoriam
Mikudagin 7. oktober fyllir
Johannes Berg bilasølu
maður í Havn 80 ár.
Jóhannes er gøtumaður
ella rættari frá Gøtugjógv.
Foreldrini vóru Benadikta
og Marius Berg.
Sum ungur fór hann í
bakaralæru og arbeiddi sum
bakari, áðrenn hann flutti
til Havnar og fór at koyra
hýruvogn. Eina tíð koyrdi
hann hjá Mortani Simonsen
á Hotel Djurhuus, áðrenn
hann keypti hann sær egnan
hýruvogn.
Johannes hevur altíð ver
ið ein undangongumaður.
Saman við øðrum stovnaði
hann bilstøðina Taxa, sum
seinni skifti navn til Auto.
Tað var í 1955/56 at fyrsta
bilstøðin varð bygd, har
sum Auto er enn í dag.
Johannes var eisini koyri
lærari og koyrdi eitt skiftið
gravimaskinu, tá Oyggjar
vegurin bleiv gjørdur. Ann
ars er hann best kendur bila
sølumaður. Bilasølan hjá
honum byrjar, tá hann í
1959 fær umboð fyri amerik
onsku Rambler bilarnar.
Hann koyrdi í Auto eina tíð
eftir tað, men tað var skjótt,
at hann fór at selja bilar
burturav. Bilasølan og verk
staðurin byrjaðu í J. Paturs
sonargøtu,
men
skjótt
gjørdist ov trongligt har, tí
leigaði hann ein bygning
við Heygsvegin til verkstað
og eykalutagoymslu.
Sølan av bilum var so
góð, at hann í 1966 fekk
diplom frá Rambler verk
smiðjuni, American Motors,
fyri at hava selt flest bilar í
mun til fólkatalið í land
inum. Í 1967 fekk Johannes
teir fyrstu japonsku Mazda
bilarnar, og í 1968 gjørdi
hann sáttmála við japanarar
nar um beinleiðis innflutn
ing
av
Mazda
bilum.
Umframt virksemið í Havn
keypti Johannes eisini ein
bilverkstað á Glyvrum, tí
sølan av Mazda bilum var
vorðin góð í Eysturoynni.
Um hesa tíðan fekk hann
eisini umboð fyri Chrysler
og seldi Simca og Sunbeam
bilar, sum tá hoyrdu til
Chryslerkonsernina. Í hes
um sambandi keypti hann
eisini eina stóra nøgd av
Plymouth og Dodge bilum
úr Íslandi.
Í
sjeytiárunum
keypti
Johannes elementvirkið á
Norðskála. Tá bygdi hann
sær tveir stórar virkisbygn
ingar, ein á Hálsi í Havn og
hin á Glyvrum, har sum
verkstaðið hjá honum var –
har sum Bónus er í dag. Tað
kom væl við at hava stór
hølir, tá hann stutt eftir fekk
umboð fyri Scania lastbilar
og bussar. Berg Motors er
ein av størstu bilasølum í
landinum og umboðar í dag
bilmerkini: Suzuki, Land
Rover, Subaru, Kia, Renault
og Scania, umframt at teir
eisini umboða Avis bilút
leigan.
Hóast høga aldurin er
Johannes framvegis virkin.
Hann hevur fingurin á puls
inum í fyritøkuni og fylgir
væl við øllum, sum rørir
seg í samfelagnum. Hann
giftist við Karolinu, vanliga
nevnd Linnebeth, f. Mikkel
sen, av Toftum. Tey fingu
fimm børn: Bjarni (1955
2007), Ann Mari, Rúni,
Maibritt og Magnus. Linne
beth andaðist í 2007.
Føðingardagurin verður
hildin á Hotel Føroyum
mikudagin
kl.18,
har
Johannes bjóðar øllum at
vera vælkomin.
-red
Johannes Berg 80 ár
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 17. okt. kunnu hjúnini Aud og Siggvard,
Joensen, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í heiminum:
Lauritsargøta 7, 100 Tórshavn, frá kl. 17.
70 ára føðingardagur
Mikudagin 7. okt. fyllir Hákun Debes, Kollafjørður, 70 ár.
Dagurin verður hildin heima mikudagin frá kl. 17.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 9 okt. verður Lena Petersen, Rituvík, 90 ár.
Føðingardagurin verður hildin á sjókaféini í Runavík kl. 18. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
merkisdagar