týsdagur 6. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 2009
13
Sjáldsamt og ófrættakent
at lesa viðmerking lands
stýrismansins í heilsumál
um til undirritaða í fjøl
miðlunum í gjár. At ung
ur vællærdur maður,
ístaðin fyri virðiligt
orðaskifti velur persón
liga útspilling, boðar ikki
frá góðum. At leggja á
meg persónliga avdúkar
væl einans egið hjálpar
loysi, tí fullvæl veit mað
urin, at einki av tí, hann
brigdar mær, samsvarar
við veruleikan!
Heldur enn at geva øðini
rúm, átti landsstýrismaður
in at brúkt tíð at kunna
vanliga føringinum, svara
spurningum, ið hanga í
leysari luft og tørva svar,
og afturvíst ella vátta
páhaldum, m.a. teimum,
sum í seinastu viku vórðu
at lesa í Dimmu, sett fram
av serfrøði innan økið.
Spurningar og uppáhald
Niðanfyri loyvi eg mær at
spyrja sera viðkomandi
spurning, og endurgeva úr
samrøðuni Dimmalætting
hevði við stjóran í genfyri
tøkuni Amplexa.
1: hví sigur landsstýrismað
urin, at berarar eru frískir
og tí ikki tørva kanning
ella viðgerð, tá fremsti
serfrøðingurin á økinum í
frálíku sending sínari í Rás
2 legði dent á týdningin av
at finna berarar, so hesir
kunnu verða viðgjørdir? (
Og lat meg enn einaferð
minna á tann einfalda
veruleika, at tveir berarar
kunnu fáa sjúkt barn) !
Uppáhald úr greinini,
sum landsstýrismaðurin
hóskandi kundi viðmerkt:
1: Tað eru eftir øllum at
døma nógv fleiri berarar og
fleiri sjúk av CTD í Føroy
um enn upprunaliga hildið.
2: hann ( stjórin í genfyri
tøkuni Amplexa, har viður
kendir læknar og genetik
arar virka) heldur, at heilsu
myndugleikarnir eru farnir
skeivan vegin runt í leitan
ini eftir teimum sjúku
3: sami stjóri metir, at
4.000 til 5.000 føroyingar
eru berarar av sjúka
geninum og ikki ‘einans’
tey umleið 2.000, sum
upprunaliga hildið.
4: og at talið av lívshættis
liga sjúkum føroyingum við
sjúkuni CTD er onkra
staðni millum 60 og 100 og
ikki 30, sum fyrst hildið.
5: Leiðarin av Amplexa
sigur seg hava roynt at
rópa varskó fyri føroysku
myndugleikunum, sum
eftir hansara tykki eru
farnir skeivan vegin runt í
royndini at finna fram tey
fólkini, sum uttan at vita
tað ganga runt við einari
deyðiligari sjúku.
6: Tey sum Amplexa hev
ur funnið geva eina indika
tión um, at ætlanin sum
fyriliggur ikki riggar. Tey
hava funnið ein sjúkan sum
er føddur í 1983 og tvey
sjúk frá 2005, sum áttu at
verið funnin við PKU carnt
in mátingunum hjá Statens
Serum Institut sum eru frá
2002 . Tvs. helvtin av teim
um teir hava funnið, høvdu
ikki verið funnin í verandi
ætlan, sigur stjórin.
7: Víðari ivast hann persón
liga ikki í, at best hevði
verið at genkannað allar
føroyingar fyri CTD og
hann fer enntá eitt fet
longri, og heldur at allir
føroyingart áttu at verið
genkannaðir fyri fleiri
aðrar gensjúkur, sum raka
føroyingar oftari enn onnur
runt heimin.
8: Heilsumálaráðið hevur
fyribils valt at halda fast í
upprunaligu ætlanini um
bert at genkanna tey, sum
eru beinleiðis í familju við
onkran sjúkan og so annars
at kanna PKUkortini frá
1986 og fram. Ein loysn
sum er óbrúkilig sambært
Hans Atla Dahl, stjóra á
Amplexa og kostnaðar
mikil.
9: Hetta er skrúan uttan
enda, heldur hann fram.
Fyrst eina millión krónur
til Statens Serum Institut
til ónýtiligar PKU kanning
ar, so 2,5 mió. kr. í 2010
og so 1,3 mió kr. í fleiri ár
framyvir til kliniskar genet
iskar kanningar, meðan
Amplexa hevur bjóðað seg
til at gera arbeiðið fyri
Heilsumálaráðið fyri 2,7
mió. kr. fyri screeningina
og við innsavning og upp
fylging fyri 3,5 mió kr.
Við vón um, at lands
stýrismaðurin hesaferð
velur at viðmerkja og svara
omanfyri standandi heldur
enn at leggja á undiritaða.
Allir føringar, sum ynskja tað, eiga rætt til nøktandi
og skattafíggjaða CTD kanning!
Jenis av Rana
Løgreglan verður umskip
að uttan nakað orðaskifti
ella ávirkan frá føroysk
um myndugleikum. Allar
avgerðir um okkara
støðu mótvegis øðrum
londum og altjóða sam
felagnum verða tiknar av
øðrum. Og okkara stjórn
kappast um at leggja alla
ábyrgd frá sær yvir á
onnur. Vit mugu krevja
fólkaræði í Føroyum,
áðrenn alt seyrar burtur í
heimastýrisligari
undirbrotligheit
Tjóðveldi merkir
fólkaræði. Vit, fólkið í
Føroyum, hava rætt til at
verða javnsett við onnur
fólk og fólkaræði. Vit eiga
at hava ábyrgd av og ræði á
øllum egnum viðurskiftum
og at gera avtalur við tey,
vit vilja, og taka lut í øllum
altjóða samstarvi.
Hendan greiða hugsjón
og hesi frælsisvirði eru í
meira enn 100 ár vorðin
niðurgjørd og gjørd til
ræðumynd av stórum parti
av politisku skipanini í
Føroyum. Sambandsíhaldið
hevur trúttað niður í
okkum og okkara fólk, at
frælsi er ikki at taka
ábyrgd og hava ábyrgd av
hvørjum øðrum í hesum
samfelagnum og mótvegis
øðrum londum. Frælsi skal
ístaðin finnast í tí at sleppa
undan ábyrgd. At vit ikki
skulu skapa virðini sjálv
og verða samhaldsføst
mótvegis hvørjum øðrum.
Onkur annar skal geva
okkum pening og taka sær
av okkara trupulleikum,
framtíð og av okkara veik
astu. Onkur annar skal taka
avgerðirnar fyri okkum.
Og í fullum álvara bjóða
fólk seg fram at verða vald
á ting og í landsstýri við
boðskapinum: “Atkvøð fyri
mær. Eg havi ongar ætlanir
um, hvussu vit skulu
menna okkum og klára
okkum. Men eg skal biðja
Danmark um pengar og
lata tey taka avgerðirnar
fyri okkum. Soleiðis kunnu
vit bjargast og gerast per
sónliga fræls við at sleppa
undan at taka ábyrgd!”
Avreiða allar avgerðir
Hóast øll framstig í
Føroyum eru hend, tá vit
hava tikið ábyrgd sjálv, og
allar ræðumyndir eru
gjørdar til skammar, so
hava vit neyvan nakrantíð
havt so heimastýrisliga og
undirbrotliga stjórn, sum
ABCsamgonguna.
Fólkaræðið seyrar bara
burtur, og vit lata onnur
taka avgerðirnar. Fyri bert
at taka feskastu dømini:
Løgmaður sigur Føroya
fólki, at vit bara megna at
liva ígjøgnum kreppuna
við avgerðum hjá danska
Fólkatinginum um
bankaviðurskifti (og
sambandið vil enntá hava
meira pening úr Danmark).
Føroyska fólkið og vinnu
lívið fær ongan heiður av
okkara búskaparstøðu.
Danmark fer nú undir
nýggja ESgrundlóg – tann
sonevnda Lissabonsáttmál
an – har eisini okkara uttan
ríkisviðurskifti og treytir
fyri at virka í heiminum
verða flutt til Brússel at
gera av. Vit eru als ikki
eftirspurd – og ongin ger
vart við seg í landsins
stjórn.
Lóggáva verður sett í
gildi í Føroyum – tildømis
revsilóggávan, sum er bein
leiðis avrit av broytingum
frá Dansk Folkeparti í Dan
mark, ið annars hevur rigg
að serstakliga illa.
ESreglur verða “yvir
implementeraðar” í før
oyskum kunngerðum, so
vanligt matstovu innløgu
og vinnuligt virksemi í
Føroyum, verður forðað
óneyðuga.
Og øll løgreglan í Føroy
um verður umskipað við
einum pennastroki frá em
bætisfólki, ið vit ikki hava
sett ella hava ávirkan av.
Uttan nakað orðaskifti ella
krøv frá landsins stjórn,
hóast landsstýriskvinnan
eftir trýst frá andstøðuni,
lovaði, at onki skuldi setast
í verk uttanum føroyskar
myndugleikar. Nú gleðist
landsstýriskvinnan bert um
broytingarnar, sum í Dan
mark av øllum pørtum eru
mettar at hava verið stórt
afturstig.
Er hetta fólkaræði? Nei,
fólkaræði krevur orðaskifti,
innlit, ávirkan, upplýsing og
veruliga ávirkan, so avgerðir
ikki verða skrumblaðar
omanyvir tað fólk, ið skal
liva við avleiðingunum.
Vit velja fólk á ting, ið
velja eitt landsstýri. Og
hesi skulu standa til svars
mótvegis føroyska fólkin
um fyri tær avgerðir, ið
ávirka okkum øll og
okkara framtíð.
Men hvør kann haldast
til svars, tá tey glaðbeint
lata onnur, ið vit ikki hava
valt, taka avgerðirnar?
Vit mugu kasta undir
brotligheitina av okkum og
krevja fólkaræði í Føroyum.
Fólkaræðið flusnar og ferst
Høgni Hoydal
Vil hervið senda eina hjartans
tøkk til Helenu og Javnaðar
flokkin, nú tey royna at spara
landinum pening í hesum sváru
tíðum. Helst er tað sera skila
gott at flyta ætlaða eftirskúlan
úr Hvalba, tí hann var helst alt
ov dýrur. Budgettið í Trongis
vági kemur heilt vist at halda, tí
tað plaga tílík altíð at gera.
Tit hava helst eisini í hesum
sambandi havt nýggja tunnilin
Hvalba Trongisvág í huga. Nú
eftirskúlin ikki verður í Hvalba,
er eingin grund at gera nýggjan
tunnil, so her fáa tit tvey fyri
eitt genialt.
Spardi peningurin kann
ístaðin t.d. brúkast at minka um
CO2 útlátið frá tykkum í
Tinganesi.
Havi skilt, at á Hvítanesi skal
maritima undirvísingin hjá
eftirskúlanæmingunum verða.
Her haldi eg, at tit hava raðfest
skeivt, tí vit hava meira brim
her í Hvalba, hóast vit ikki hava
nakrar optimistjollur. Hóast
ongar optimistjollur, eru vit í
Hvalba optimistar og vænta, at
tit til næsta val koma og bjóða
okkum okkurt, sum verður
nógv áhugaverdari enn ein
eftirskúli, tí vit vita, at tit elska
okkara vøkru bygd Hvalba, tað
hava tit so ofta víst bæði í talu
og skrift.
Eisini er at gleðast um, at
vakra umhvørvið, har eftirskúl
in skuldi byggjast ikki varð
oyðilagt.
Vil samstundis eisini rósa
bygdarráðnum í Hvalba fyri
teirra forstáilsi fyri sparingum
javnarfloksins.
Ein tøkk til javnaðarflokkin
JoHn BeRg
viðmerkingar