Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 191 - 7. oktober 2009 Ungdómslega á Zarepta Í fyrru helvt av heystfrítíðini hjá skúlunum verður ungdómslega fyri 15-17 ára gomul á Zarepta. Legan, sum byrjar fríggjakvøldið 9. oktober við góðum nátturðabita, leggur dent á gott samfelag, góðan sang og tónleik og áhugaverda undirvísing um viðkomandi bíbliuevni. Bíbliuundirvísing og viðgerð av ymiskum evnum verður við luttøku av eitt nú Boga Simonsen, Símuni Absalonsen, Jákupi Hansen, Jógvani Zachariasen, Odduri Lamhauge, Einari Vang, Jens Bech, Sigurði Ólason Vang og John Færø. Ungdómar, sum leiða lovsang í samkomum kring landið, fara at manna sangleiðsluna á ungdómsleguni. Skipað verður eisini fyri bønarrúmi, har ungdómar fáa høvi at vitja innar at hava eina stilla løtu - í einsemi, til forbøn ella til eina samrøðu, um tað hevur áhuga. Á Zarepta verður eisini pláss fyri hugna og spæli, og eitt nú kemur Snorri Danielsen á vitjan at skipa fyri einari løtu til skemt og spæl. Legan fevnir um fýra heilar dagar, áðrenn farið verður heimaftur mikumorgunin 13. oktober. Tekning fer fram á www.zarepta.fo Tað tykist, sum seyð­ urin kring landið er sera væl fyri í ár, og meðalvektin er væl oman fyri tað vanliga. Eisini veðrarnir eru tyngri enn vanligt SLAKT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað sær út til, at árið í ár er serliga gott til seyð. Sosial- urin skrivaði í síðstu viku um ein tværvetur veðr í Hós- vík, sum vigaði 107 pund, og leygardagin varð ein flettur í Skopun, sum vigaði 108 pund. Eisini hetta var ein tværvetur seyður. Sama dag varð ein vetur- gamal veðrur eisini flettur í Skopun, sum vigaði 95 pund. So vektin er góð í ár. Sosialurin var eisini við, tá fimm heimaseyðir vórðu flettir í Nólsoy mánadagin. Talan var fyri tað mesta um brundir, sum hava verið gøddir heima í vetur og síðani sleptir á trøðir í vár. Og sigast má, at vektin var góð. Í fjør varð metið sett fyri tyngsta veðrin í Nólsoy, og tað var púra óhoyrt, at ein veturgamal veðrur vigaði 90 pund. Men tað metið varð gjørt til skammar í ár, tí meðalvektin av teimum fimm veðrunum var heili 91 pund. Hin lættasti vigaði 87, síðani vigaðu tveir 90, ein 93, meðan hin besti kom heilt upp á 95 pund. Hesir veðrarnir hava sjálvandi verið passaðir rímiliga væl, men kortini einki yvirdrivið. Yvir meðal Ein bygd, sum gongur ser- liga nógv upp í veðrar og vekt, er Porkeri. Og har hevur skurðurin eisini verið omanfyri meðal. - Eg haldi, at tað hevur verið góður skurður. Lomb- ini hava ligið í 30-unum og upp um 40 pund, so tað má metast sum gott og omanfyri meðal, sigur Dánjal Johannus Bech úr Porkeri. Sjálvur hevur hann 11 veðrar, men hevur kortini bert dripið fýra enn. - Teir hava ligið í 70- unum, og tað eru vetur- gamlir veðrar. Annars havi eg eisini ein tværvetur og ein trævetur veðr, men teir eru sum nevnt ikki dripnir enn, sigur Dánjal Johannus Bech. Porkiningar eru sum nevnt tiltiknir fyri at ganga høgt upp í seyðahald, og veðrarnir verða eisini gøddir. - Teir fáa eitt sindur eyka, og summir siga, at tað er fyri at spekja teir. Men tað man ikki verða heilt frítt, at tað er eitt sindur av kapping uppi í, sigur Dánjal Johannus Bech. Hann sigur, at tað eru nógvir veðrar í bygdini, og at eini 60 hús av teimum 110, sum eru í Porkeri, hava veðrar. Fýra hagar hoyra til bygdina. Hin norðasti móti Hovi er seks merkur, og har eru seks eigarar. Hinir sunnaru eru 12 merkur, og har eru um 50 eigarar í hvørjum, meðan hin sunn- asti hoyrir til Gjørðagarðin, og er seks merkur. - Alt er kenning, og van- liga verða tiknir tveir seyðir upp á gyllinin, ella 32 upp á mørkina, sigur Dánja Johannus Bech. 94 pund í meðal Sum vanligt er, verða tey frægastu veðurlombini sett við, nøkur sum brundar. - Tað verður vanliga hugt eftir beinunum, at tey eru steyrrøtt og vøkur, og so hevur ullin eisini týdning. Metingarmenninir ganga høgt upp í, at tað ikki sæst niður á skinnið, tá ullin verður flagað sundur, sigur Dánjal Johannus Bech. Eisini sunnast í Føroyum hevur vektin verið sera góð í ár. Sumbingar hava dripið seks veturgamlar veðrar, og har lá meðalvektin heilt uppi á 94 pundum, og tað má sigast at vera óhoyrt. Men, sum Dánjal Jo- hannus Bech sigur, so er tað ógjørligt at fáa vetur- gamlar veðrar at viga oman fyri 90 pund uttan so, at teir fáa okkurt eyka. Meiri verður at frætta um tað slaktið hjá sumbingum í blaðnum í morgin. Framúr veðraár Fíggjarlógarkjakið fyllir almenna rúmið í hesum døgum, og ósemjurnar eru øgiligar millum flokkar og einstaklingar. Men ikki í morgun. Fram til kl. 11 í morgun eru allar politiskar ósemjur setta til viks, tá ið allir floksformenninir ganga runt á gøtunum, og savna pening inn til Krabba- meinsfelagið. Hóast fíggjarlógarkjakið er í hásæti í hesum døgum, so hava politikararnir kort- ini givið sær stundir, at nýta tríggjar tímar til frama fyri Krabbameinsfelagnum. Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jóannes Eides- gaard, Jørgen Niclasen, Høgni Hoydal og Kaj Leo Johannesen hava nevniliga í dag tikið frí frá politiska kjakinum, og ferðast runt landið við tí endamálið, at savna pening inn til Krabba- meinsfelagið. Jóannes Eidesgaard og Jenis av Rana vitjaðu í Miðlahúsinum í dag, har teir millum annað vitjaðu Rás2, og fingu eina peninga gávu frá Jonhard Hammer, stjóra í Rás2. Og teir báðir floksfor- menninir heittu á allir føroyingar, um at stuðla Krabbameinsfelagnum um- vegis innsavningar møgu- leikarnir ella bankaflyting. Floksformenn taka á við Krabbameinsfelagnum Eyðun Klakkstein frá Rás2 og Kári Sólstein frá Kringvarpinum tosa við Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, og Jonhard Hammer, stjóra á Rás2 Mynd: Álvur Haraldsen Mikkjal Holm, Finn Hansen, sum eigur veðrin, og Johan Hansen tumma 95-punds veðrin, sum er hin størsti veturgamli veðrurin, sum flettur er í Nólsoy Mynd: Leo Poulsen