Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 191 - 7. oktober 2009 Øll eru vælkomin Lívsstílsstevnan 2009 Hotel FØroyar leygardagin 17. oktober & sunnudagin 18. oktober les alt um stevnuna á www.synergi.Fo & í rákinum (sosialinum) Fríggjad. 9. oktober Jóannes Eidesgaard tykist hava breiðan stuðul frá bæði samgongu og andstøðu fyri at strika tunlarnar norður um Fjall, og Fólkaflokkurin stendur heldur ikki saman um hjarta­ barnið hjá Anfinni Kallsberg. Fíggjar­ málaráðharrin lovar, at Kallsberg ikki sleppur at endurtaka søguna frá í fjør Fíggjarlógin Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Er ABC-samgongan ein samgonga í orðsins sanna týdningi? Hesin spurningurin hong- ur í luftini eftir fyrstu viðgerð av fíggjarlógini fyri 2010, sum fór av bakkastokki klokkan 09 í gjáramorgun, og sum helt fram í dag. Í londunum kring okkum er fíggjarlógaruppskotið, sum ráðharrin leggur fram, eitt úrslit av politiskum sam- ráðingum millum stjórnar- flokkar og eventuellar stuð- ulsflokkar. Tá er innanhýsis stríðið longu tikið. Tá eru avtalur- nar greiðar. Handlarnir eru komnir uppá pláss. Upp- skotið glíður ígjøgnum parlamentariska maskinarí- ið uttan stórvegis hólmgong- ur. Og tann tinglimur, sum fer solo, verður náðileyst grýttur út á síðulinjuna. Tunlar kontra vælferð Men soleiðis er ikki í Føroy- um. Fyrsta viðgerð av fíggj- arlógini fór av bakkastokki í gjáramorgunin og helt fram í dag. Og kjakið undir- strikaði, at snúningsdepilin í føroyskum politikki beint nú er maktkampurin millum Fíggjarmálaráðið og Fíggj- arnevndina í løgtinginum. Ella rættari sagt millum Jóannes Eidesgaard, fíggjar- málaráðharra úr Javnaðar- flokkinum, og Anfinn Kalls- berg, fíggjarnevndarfor- mann úr Fólkaflokkinum. Fleiri leysir endar eru í ársins fíggjarlógaruppskoti, t.d. spurningurin um pen- sjónsreformin, inntøku- trygd og sjúkrakassan. Men stóra ósemjan er á íløgu- síðuni, sum hevur ein karm uppá 317 milliónir krónur. Anfinn tvíheldur um, at pláss er fyri tunlunum norð- ur um Fjall. Men Jóannes metir ikki, at rúm er fyri hesum íløgum, tá hallið á fíggjarlógini er so stórt sum 767 milliónir krónur. Og Sandoyartunnilin? Hann tykist vera gliðin heilt út í myrkrið. - Tað snýr seg um vælferð kontra tunlar. Tað snýr seg um trúvirði og um politiska samvitsku. Eg kann ikki liva við, at vit stramma á vælferðarøkinum og sam- stundis seta tunnilsverkætl- anir í gongd fyri hundraðtals milliónir, segði Jóannes Eid- esgaard í tinginum í gjár. Og tá Jóannes verður spurdur, hvat “vælferð” merkir í hansara hugaheimi, nevnir hann sjúkrahúsverk- ið, skúlaøkið, røktarheim, bústovnar, bjálving av hús- um o.s.fr. Tey sonevndu bleytu virðini. Tunlar eru vælferð Men Kallsberg noktar at seta vælferð upp ímóti tunl- um. Fyri hann er tað ikki “antin ella”, men “bæði og”. Og hann spyr, um væl- ferð ikki eisini merkir væl- ferð til útjaðaran. - Síðani sekstiárini hava vit útbygt infrakervið í hes- um landinum. Og íløgu- karmurin á ársins fíggjarlóg er hægri enn nakrantíð. Tí fari eg at endurskoða upp- skotið og fáa tunlarnar inn í roknistykkið, lovar Anfinn Kallsberg. - Sannleikin er tann, at Jóannes hevur staðið fyri hesum íløguraðfestingunum einsamallur. Einki annað landsstýrisfólk hevur fingið eitt bein til jørðina. Og Jóan- nes skal ikki sleppa at ignor- era løgtingssamtyktir og trumfa sítt egna ígjøgnum, lovar Anfinn Kallsberg. Í fjør eydnaðist tað for- manninum í Fíggjarnevndini at broyta stórar partar av upp- skotinum hjá Jóannesi Eides- gaard, fíggjarmálaráðharra, m.a. við at fáa nógv umtalaðu tunlarnar norður um Fjall samtyktar við árslok. Og aft- urfyri hetta fingu aðrir løg- tingslimir í Fíggjarnevndini sínar leskiligu bitar. Bill og Tobbi fingu asfalt til Eystur- oynna. Magni Laksáfoss fekk sítt til skótarørsluna. Eyðgunn Samuelsen fekk ein trivaligan bita til Tekniska Skúla í Klaksvík o.s.fr. Men Jóannes bedýrar, at soleiðis verður ikki í ár. - Man kundi næstan seta navn á hvørja játtan, so týði- ligt var spælið millum limir- nar í Fíggjarnevndini í fjør. Men Anfinn sleppur ikki at endurtaka hesa søguna, slær Jóannes Eidesgaard fast. Fólkaflokkurin í tvíningum Beint nú sær út til, at Anfinn Kallsberg má lúta í hesum nevaleikinum millum tveir elefantar í ABC-samgong- uni. Kaj Leo Johannesen sigur, at hansara flokkur stendur aftanfyri fíggjarlóg- aruppskotið hjá Eidesgaard. Hetta hóast Bjørn Kalsø í Sosialinum í næst seinastu viku ikki var fegin um, at tunlarnir norður um Fjall eru strikaðir, tí Norðoyggjar hava brúk fyri arbeiðsskap- andi tiltøkum. Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri sín formann, og for- maðurin í tingbólkinum, John Johannesen, segði í gjár, at stundin ikki er til at byggja persónligar minnisvarðar hjá einstøkum politikarum. Og andstøðan tykist eisini taka undir við einum sonevndum “tunnils-time-out”, sum Jóannes kallar tað. Fólkaflokkurin stendur heldur ikki saman um tunlar- nar norður um Fjall. For- maðurin vísti sín stuðul til stríðið hjá Jákupi Mikkelsen og Anfinni Kallsberg fyri tunlunum, tá hann í Degi og Viku í seinastu viku segði, at Fólkaflokkurin ikki fór at góðtaka, at partar av sam- gonguni allieraðu seg við andstøðuna. Men samstundis hevur avvarðandi landsstýris- kvinna, Annika Olsen, meiri enn einaferð boðað frá, at hon tekur undir við núverandi raðfestingum í uppskotinum hjá landsstýrinum. Og tað sama gera Poul Michelsen og Bjarni Djurholm. Tí bendir lítið á, at for- maðurin í Fíggjarnevndini fer at fáa tunlarnar norður um Fjall á fíggjarlógina fyri 2010. Stríðið harðnar millum Kallsberg og Eidesgaard Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini er vorðin ein valdsdystur millum Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, og Anfinn Kallsberg, formann í Fíggjarnevnd løgtingsins. Fyribils bendir alt á, at javnaðarformaðurin hevur ein meiriluta fyri at strika tunlarnar norður um Fjall, sum Anfinn lovar at finna pláss til, tá uppskotið fer í Fíggjarnevndina