Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 191 - 7. oktober 2009 Nú verður dýrari at búgva á ellis- og røktar- heimum og øðrum stovnum. Harafturat skal egingjaldið ikki longur koma ellis- og røktarheiminum, har pensjónisturin býr, til góðar, men skal beint í landskassan MótMæli Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu summi av teimum, sum búgva á ellis- og røktar- heimum og øðrum stovnum, betala meiri fyri plássið. Tað ætlar samgongan. Tí hevur samgongan nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at egingjaldið fyri at búgva á stovni, skal hækka. Samstundis er ætlanin, at hereftir skulu inntøkurnar frá búfólki ikki longur koma stovninum, har tey búgva, til góðar, men tað skal fara beint í landskassan. Orsøkin til, at inntøkur frá búfólkum ikki longur skulu fella til tann einstaka stovn- in, men til at fíggja eldra- røktina sum heild, er, at tað skal betra um fíggjarstýr- ingina og gjøgnumskygnið. Hesum mótmælir Komm- unusamskipan Føroya harð- liga. Felagsskapurin heldur, at gjaldið frá búfólkunum skal vera eitt ískoyti til virksem- ið hjá ellis- og røktarheim- inum, tey sjálvi búgva í, og sum leiðslurnar á staðnum eiga at hava ræðið á. - At miðsavna hesar inn- tøkur og leggja tær undir fult ræðið á landsstýrinum til tess at fíggja eldrarøktina sum heild við, er einki annað enn at áleggja búfólkunum ein eykaskatt, sigur Kommunu- samskipan Føroya. Harumframt heldur felag- ið, at ælanin gongur beint ímóti ætlan landsstýrisins at leggja eldrarøktina til komm- unurnar at fyrisita og fíggja. Kommunusamskipanin met- ir, at uppskotið tí bert fer at fløkja økið enn meir. Skulu vit klára at røkja okkara skyldur á eldraøkinum, mugu vit heili byggja 30 stór ellis- og røktarheim afturat tey næstu árini, staðfestir Magni Laksáfoss. Tá fer tað at kosta næstan hálva aðru milliard um árið bara at reka eldraøkið Avbjóðing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo At útbyggja eldraøkið í Før- oyum, verður ein av teim- um heilt stóru avbjóðing- unum tey næstu 30 árini. Tað staðfesti Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, tá ið fíggjarlógin var til við- gerar í Løgtinginum í gjár. Hann staðfestir, at tey næstu árini fara tað at vera lutfalsliga nógv eldri fólk í landinum og lutfalsliga færri yngri fólk. - Eg vil tí koma við tí spádóminum, at tey næstu árini fara vit at síggja veld- ugar útbyggingar á eldra- økið, fyri at nøkta tann tørv, sum verður á búplássum til eldri, segði hann. - Tilsamans má roknast við at eldraøkið skal út- byggjast við einum ellis- og røktarheimi til 50 búfólk um árið tey 30 árini. Tilsamans verður sostatt neyðugt at byggja ellis- og røktarheim til 1500 fólk frá nú og til 2040. Hann sigur, at hann hevur roknað tørvin út upp á sama máta, sum tað verður rokn- að út í øðrum londum. Tað merkir, at tað skal vera eitt pláss til taks á ellis- og røktarheimi til øll fólk yvir 80 ár. - Tað merkir ikki, at øll yvir 80 ár enda á ellis- og røktarheimi, sum summi eru so væl fyri, at tey klára seg uttan. Hinvegin verða tað eisini nøkur yngri enn 80 ár, sum hava tørv á einum plássi, so tað gongur nøkunlunda upp. Men hann skoytir sam- stundis upp í, at skulu vit fylgja tummilsregluni, sum verður brúkt í øðrum lond- um, út í æsir, er tað ikki nóg mikið við 1500 plássum tey næstu 30 árini, men heldur skuldu vit bygt heim til 2500 fólk. Harafturat staðfestir Magni Laksáfoss, at vit kunnu ikki halda fram við at byggja ellis- og røktarheim á sama hátt sum í løtuni, tí heimini eru alt ov lítil og órationell til at vit kunnu hava ráð til at reka tær um nøkur ár og tí skal talan vera um stór heim við 50 plássum á hvørjum heimi. Kostar yvir eina milliard um árið Tordur Niclasen, sum er fyristøðumaður á Eystur- oyar Røktar- og Ellisheimi, staðfesti, at tað fer at seta ótrúliga stór krøv til rakstr- arútreiðslurnar á fíggjar- lógini, tí tað fer at økja útreiðslurnar til at reka hesi heimini eina heila milliard, umframt tað, sum longu er. - Tá fara rakstrarúreiðsl- urnar til ellis- og røktarheim at nærkast hálvari aður milliard tilsamans. Men aðrir løgtingslimir stúrdu meiri fyri støðuni hjá kommununi, tí ætlanin er at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita. - Øll hendan hálvonnur milliardin verður ein út- reiðsla, sum kommunurnar og ikki landið, koma at hanga upp á, varð ført fram í Løgtinginum. Kári P. Højgaard dugdi illa at ímynda sær, hvussu hendan byggingin skuldu fíggjast og um sami leistur skuldi brúkast, sum er brúkt- ur í Vági, har landið fíggjar alla byggingina í eitt ávíst áramál. Hans Pauli Strøm stað- festi, hvussu stóran týdning tað hevur at vit tora at hyggja beint inn í eyguni á teimum stóru avbjóðing- unum, sum standa fyri stavn, eisini á eldraøkinum. - Men hann helt eisini, at tað hevur týdning, at vit duga at síggja teir stóru, ótroyttu møguleikarnir, sum liggja í einum eldri ættarliðið, har heilsustøðan er nógv betri, enn hon hevur verið hjá tí ættarliðnum. - Kanningar hjá OECD vísa, at í einum landi sum Føroyum kostar vánalig fólkaheilsa einar 80-150 milliónir um árið, so tað liggja veldugir møguleikar í eini góðari fólkaheilsu. Mugu byggja ellis- og røktarheim til 1500 fólk Tað er neyðugt, at vit tora at hyggja beint inn í eyguni á teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman, varð sagt í Løgtinginum ígjár Eykaskattur til búfólk á stovnum Landsfelag pensjónistanna hevur onki ímóti at egin- gjaldið hjá teimum, sum búgva á ellis- og røktar- heimum, ella øðrum stovnum, verður hækkað, soleiðis sum nevnt verður í aðrari grein her á síðuni. Tað staðfesti Sigvald Kristiansen, formaður í felagnum. - Tað eru bara tey, sum hava inntøku afturat pen- sjónini, sum betala egingjald. Tað merkir, at tey, sum bara fáa vanligar fyritíðarpensjón, fólkapensjónir og samhaldsfasta, ella aðrar almennar veitingar, betala onki, sigur hann. Tey, sum betala egingjald, eru tey, sum hava inn- tøkur av løn, privatari eftirløn, ella sum hava inntøku av sjálvstøðugum virki, landbúnaði, húsaleigu, virði av fríum ágóðum, umframt avkast av fíggjarognum ella av øðrum samsýningum. Sigvald Kristiansen sigur, at hetta eru ofta pensjón- istar, sum eru væl fyri og pensjónistafelagið hevur onki ímóti, at tey betala eitt eykagjald. Tey hava heldur onki ímóti, at egingjaldið fer í ein eyka kassa, so at tað kann javnast út á allar stovnarnar. Sum er, hava ellis- og røktarheimini tilsamans eina inntøku uppá 2,2 milliónir krónur av egingjaldinum frá búfólki, men verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, fer inntøkan at hækka 6,6 milliónir upp í 8,8 millliónir krónur tilsamans. Pensjónistar onki ímóti at betala eyka Klumpfiskurin doyði Starvsfólkini á Danmarks Akvarium vóru ovurfegin mána- dagin, tá tveir fiskimenn boðaðu frá, at teir høvdu fingið ein klumpfisk í gørn, sum teir høvdu sett í Oyrasundi. Tann sjáldsami fiskurin bleiv alt fyri eitt fluttur á Dan- marks Akvarium, men seinnapartin í gjár doyði hann. Anders Kofoed, lívfrøðingur hjá DA, sigur við danska kringvarpið, at sjálvandi var tað harmiligt, at klumpfisk- urin doyði, men at tað kom ikki óvart á starvsfólkið, tí klumpfiskurin trívist best í heitari sjógvi. Danir fáa kortini høvi at síggja fiskin, tí hann skal á Zoologisk Museum. Minni av lodnu Norskir og russiskir fiskifrøðingar halda, at lodnustovnurin í Barentshavinum er 3,7 milliónir tons, og tað er heldur minni enn metingin fyri einum ári síðani. Fiskifrøðingarnir siga, at væl av lodnu er komin undan, men at stovnurin veksur ikki, tí nógv lodna endar sum føði hjá toskastovninum, sum er sera væl fyri. Norsku og russisku fiskifrøðingarnir hava júst kannað lodnustovnin, og teir siga, at lítið er at síggja av ársgamlari lodnu, men at 2009- árgangurin tykist vera væl fyri. ICES kemur við sínum tilæmæli um lodnukvotuna næsta ár í seinasta lagi 9. februar. Seinasta heyst settu norðmenn og russar kvotuna fyri árið í ár til 380.000 tons.