Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 191 - 7. oktober 2009 Enn veit mann ikki hvussu koppingar­ evnið móti svínakrími verður, hvussu nógv koppingarevni føroyingar fáa ella hvør verður koppsettur, tá evnið einaferð verður tøkt Koppseting Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað er framvegis ógreitt, hvussu nógv koppingarevni móti svínakrími føroyingar fáa, og hvussu raðfestingin av hvørjir vandabólkar og lyklapersónar í samfelagnum verða raðfestir hægst, sær út. Í føroysku tilbúgvingar­ ætlanini verður greitt frá, hvussu farast skal fram, um pandemiskt koppingarevni verður tøkt. Sum grundstøði skal hetta verða bjóðað øll­ um, men er talan um av­ markaða mongd av kopp­ ingarevni, verður koppað í eini nærri lýstari raðfesting eftir tilmæli frá heilsu­ myndugleikunum. Hesi til­ mælini eru treytað av, hvussu álvarsom heimsfar­ sóttin er og hvørjir bólkar verða í serligum vanda. Fyrst og fremst eru tað fólk í kendum vandabólkum, sum verða koppsett. Vanliga er talan um eini 9.000 fólk. Næst skulu um­ ráðandi funktiónir í heilsu­ verkinum haldast uppi, og tí verður roknað við at eini 900 heilsustarvsfólk verða koppsett. Stuðulsstarvsfólk og aðrir myndugleikar telja 700, meðan fólk á sosialum stovnum eru 2.000. Síðan eru tað fólk í flutnings­ tænastu, postverki og tele­ samskifti, sum telja til­ samans 1000 fólk. Seinasti sernevndi bólkurin eru fólk í serligum, týdningarmikl­ um starvi innan privat virk­ semi, og her verður roknað við, at eini 2.000 fólk skulu koppsetast. Tilsamans fevn­ ir hetta um eini 16.000 fólk, sum er umleið ein triðingur av øllum fólkinum. Eingin avgerð enn Ætlanin í tilbúgvingar­ ætlanini er ein vegleiðandi ætlanin, men henda skal so lýsast nærri, tá eginleikarnir hjá heimsfarsóttini, í hesum førinum svínakrím, eru betri kendir. Men hetta ar­ beiðið er eftir øllum at døma ikki liðugt enn. Kári Rubek Nielsen, ið vikarierar fyri landslæknan Høgna Debes Joensen, greiðir frá, at hesir iva­ spurnignar eru viðgjørdir í føroyska pandemibólkinum og at tey bert koma við einum tilmæli, men at upp­ gávan at koma við endaligu avgerðini liggur í Heilsu­ málaráðnum. Tey tilmæli sum fyriliggja í løtuni eru at bíleggja kopp­ ingarevni til 1/3 av fólkinum og bíðað verður eftir tilmæli­ num frá Sundhedsstyrelsen um, hvørjir vandabólkar og lyklapersónar skulu koppset­ ast. Men ein slíkur listi er ikki almannakunngjørdur enn, tó at væntað verður, at tað verður í næstum. Eitt ella tvey prik Ein annar ivaspurningur, sum enn ikki er svaraður, er hvørt koppingarevnið, sum kemur, fer at krevja eitt ella tvey prik. Vísir tað seg so, at kopp­ setingin bert krevur eitt prik, vænta Høgni Debes Joensen, landslækni, og Richard Schwartson frá landsapotekaranum, at talan verður um at víðka koppset­ ingina til 2/3 av fólkinum. Men Kári Rubek Nielsen, virkandi landslækni, vísir á, at enn veit man ikki, hvussu nógv koppingarevni fæst, hvørki til Føroyar ella til Danmarkar, og tí er ógjørligt at vita, hvussu nógv verða koppsett, ella um talan verður um eitt ella tvey prik. Influensutíð Føroyska heystið er komið, og er hetta tíðin tá influensur aftur fara at herja. Kári Rubek Nielsen vísir á, at hóast nógv helst gerast sjúk fyri tíðina, er tað ikki vist, at hetta er eitt útbrot av svínakrími. ­ Tað kann eins væl vera ein vanlig influensa, sum gongur, staðfestir hann. Sambært Kára Rubek Nielsen er svínakrímið enn sum eitt vanligt krím, har vanlig frísk fólk koma at liggja sjúk í ein ella nakrar dagar, og at sjúkuteknini eru tey somu, sum framm­ anundan fráboðað. Sjúkueyðkennini eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38 stig Celsius, sjúku­ eyðkenni frá andaleið og pína í vøddum. Leyst lív kemur eisini fyri. Eingin orsøk er hjá van­ ligum, frískum fólkum at seta seg í samband við lækna, um tey halda seg hava svínakrím, men vanda­ bólkarnir, sum eru fólk við niðursettumlungavirkni, astma, hjartasjúku, diabetes ella niðursettari immun­ verju, skulu seta seg í samband við egnan lækna, um tey ella onkur í húsinum fáa influensa. Eisini barnakonur, sum fáa influensusjúkueyð­ kenni, og foreldur at børn­ um undir 2 ár við influensu­ eyðkennum, eiga at seta í samband við lækna. Framvegis óvist við koppingarevni móti svínakrími Uttan úr heimi hevur ljóðað, at koppingarevnið móti svínakrími er klárt. Men enn veit man ikki hvussu nógv Føroyar fáa av hesum, ella hvørji fólk skulu veljast út til at fáa hesa koppseting, verður talan ikki um nóg nógv til alt fólkið Mynd: Tilvildarlig mynd Í lagi við IOC Síðani tað frættist, at krúnprinsurin var valevni til IOC, hava fleiri sett spurnartekin við, um tað er rætt. Tey hava víst á, at olympiska nevndin viðger og tekur avgerðir um mál, sum kunnu vera av politiskum slagi, og sum krúnprinsurin tí ikki kann taka lut í. Men tað er eingin forðing, halda flestu danir. Ein meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, vísir, at 64 prosent hava einki ímóti, at Fríðrikur verður limur í IOC. Bara 21 prosent eru ímóti. Formaðurin í Danmarks Idræts Forbund, Niels Nygaard, er fegin um kanningarúrslitið, skrivar DR. Dong skerjir íløgurnar Danska orkufelagið Dong Energy hevur gjørt av at skerja tær ætlaðu íløgurnar næsta ár og í 2011. Felagið hevur sum meginreglu, at skuldin skal ikki fara upp um tríggjar ferðir tað, sum felagið forvinnur. Við tí fyri eyga hevur leiðslan gjørt av at brúka 10 milliardir krónur til íløgur næsta ár og ikki millum 15 og 20 milliardir sum upprunaliga ætlað. Í 2011 verða íløgurnar millum 10 og 15 milliardir krónur heldur enn 15 til 20 milliardir sum ætlað. Umframt at skerja íløgurnar ætlar Dong at fremja ymsar sparingar í rakstrinum, og tað fer at kosta arbeiðspláss, skrivar JydskeVestkysten.