mikudagur 7. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 191 • 07. oktober 2009
2. partur
Aftur at rógva út
Í Hesti byrjaðu menn aftur at
rógva út aftaná skaðadagin. Tað
var einki annað at gera. Tað hevur
altíð fiskur verið keyptur í Hesti,
men tann, sum tá keypti fisk, man
hava verið pápi Jóan Kristian,
Poul, sum hevði handil. Fiskurin
varð flaktur og saltaður, og hetta
gav nakað av arbeiði.
Seinni var tað Hans Jacob
Niclasen, sum tók ímóti fiski, og
tað gjørdi hansara handil inntil
nýggjari tíð. Ræsti fiskurin úr
Hesti var jú kendur!
Bjørgini vórðu eisini søkt, men
tað burdi tey kanska ikki, tí tey
vóru so leys og vandamikil.
Men teir, sum vóru ungir og
yvirlivdu skaðadagin, teir fóru í
bjørgini. Millum aðrar var Hans
David í Fagrastovu ein so óførur
bakkamaður. Teir tóku bæði lunda
og havhest og eisini annan fugl.
Vit fingu landpart av fugli í mun
til ta jørð, vit áttu. Tað sama var,
táið teir fóru eftir eggum. Men
tað var nú ikki tað stóra, sum
hetta gav av sær.
Men táið systur mín Óluva
giftist við Johan Zachariassen,
og hann lá heima eitt summarið,
fingu vit nógvan fugl.
Gott ferðasamband
Tað, eg kann minnast, hevur altíð
verið hampuligt samband út í
Hest við mjólkabáti. Dúgvan hjá
mjólkaforsýningini sigldi tvær
ferðir um vikuna úr Havn. Tí lá tað
eisini væl fyri at senda mjólk til
Havnar.
Men var brúk fyri tí, fekk
mamma altíð onkran at føra seg
um fjørðin til Velbastaðar. Tað tók
bert eina løtu við báti yvirum, og
so fór hon til gongu til Havnar.
Hetta tók um tveir tímar. Tá var
eingin vegur. Vit máttu fara niðan
gjøgnum Steinabrekku, hon er
tung at ganga. Hetta fýrdu fólk tó
ikki fyri tá í tíðini.
Tað var gott samband millum
fólk í Hesti og Velbastað. Tað
vóru fleiri giftur millum fólk í
hesum bygdum.
Tað hevur eisini verið eitt livandi
samband millum Hest og Havnina.
Tað vóru jú hestkonur, sum vóru
giftar til Havnar og havnarkonur,
sum vóru giftar út í Hest.
Omma míni, Poulina, var úr
Havn. Pápi og Poli í Dali vóru
systkinabørn.
Omma skrivaðist Kjeld sum
genta, og tað var vist langabbin,
sum var ein av hesum konstablun
um, sum komu til Føroyar at
arbeiða á skansanum. Hann var
norðmaður og skrivaðist Jens Kjeld.
Tað var altíð so væl millum hús
ini hjá okkum og hjá Margrethu
og Sigmund Arge. Hetta hevur
verið vegna sama skyldskapin.
Hetta komst eisini av mostir,
Amaliu, sum giftist til Havnar við
Nikláa Skála. Tey búðu í sama
grannalagi.
Abbi og omma tín, Poli skómak
arin og Malla, búðu eisini har, og
eg kendi tey. Eg kendi eisini Lisu
hjá Pola, mammu tína, sum var
nøkur ár eldri enn eg.
Skúlin
Í skúlanum vóru vit umleið 20
børn. Vit vóru tveir klassar. Vit
høvdu góðan skúlagang. Tá
ið eg fór í skúla bleiv Malvina
Clementsen lærarinna. Hon var
so einastandandi. Hon var ættað
úr Húsavík, fødd í 1895. Hon var
so lærari øll míni skúlaár.
Maður til systur mína var eldri.
Tá ið hann gekk í skúla skiftu
lærararnir so ofta. Eina ferð var
Poul Titus Samuelsen úr Kirkju
bø lærari. Eina tíð var eisini
Bjarnadal har úti.
Malvina var ein deilig lærar
inna, men hon legði nógv á
børnini. Vit fingu fyri bæði at
lesa og skriva, men vit lærdu
eisini nógv. Vit lósu lærubók
(katekismus), bíbliusøgu, geografi
og danmarkssøgu. Mállæru vil
eg slett ikki tala um. Tað gekk
hon høgt uppí, bæði danska og
føroyska mállæru. Seinni fingu vit
kirkjusøgu og heimssøgu afturat.
So var eisini eksamin. Prósturin
kom út og helt eksamiu. Eisini komu
yvirlærarar úr Havn til tað sama.
Samband við Koltur
Vit høvdu nógv samband við
Koltur. Lærarinnan átti eina viku
av hvørjum mánaða í Koltri. So
kundi tað henda, at hon ikki slapp
aftur fyri veður. Tá kundu hon
vera 14 dagar í Koltri út í eitt.
Men fyri tað sluppu vit ikki at
taka okkum av løttum í Hesti. Hon
gav okkum ríkiligt fyri bæði at
lesa og rokna.
Tá eg var ung, vóru Niclas og
Karin bóndafólk í Koltri. Ein sonur
teirra var kendi bátasmiðurin
Niklas í Koltri. Feðgarnir vóru
báðir bátasmiðir. Tað búðu eini 24
fólk har úti tá í tíðini.
Tá koltursfólk kom í Hest, vóru
tey ofta hjá okkum, tey gistu
eisini, tá tørvur var á tí. Teir
plagdu eisini at koma í Hest við
fiski at avreiða.
Koltursmenn skóru alt sítt torv
í Skopun. Tað var nevniliga einki
torv í Koltri. Teir máttu tískil føra
torvið við báti.Var ivaveður, kundu
teir støðga í Hesti eftir líkindum,
og fóru so heilt tíðliga avstað.
Hestmenn skóru eisini sítt torv
í Skopun til bátarnir gingu burtur í
1919. Torvið í Skopun var so nógv
betri. Tað gjørdist verri torv, fólk
fingu, tá tey bert skóru
í Hesti.
Ingibjørg Hansen:
Lívið aftaná
skaðadagin í Hesti
Í fyrra partinum greiddi Ingibjørg Hansen frá, tá ið hon misti pápan stóra skaðadagin í Hesti í 1919 og um
tíðina aftaná. Men lívið heldur áfram, og hesum greiðir Ingibjørg frá í hesum seinna partinum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Flogmynd av Hesti
➘
Ingibjørg Hansen