mikudagur 7. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 191 • 07. oktober 2009
Men nú var so lítið mannfólk
eftir at føra ímillum til Skopunar.
Tað var ein rættuligur teinur at
rógva til Skopunar. Tað var eitt
øgiligt stríð, men tað hendi so eing
in vanlukka tað, sum eg veit um.
Tað var nakað misjavnt sum
torvið var í Hesti. Tað vóru tey,
sum áttu góðar torvheiðar, men
hjá okkum var tað vánaligt.
Tá vit systrarnar vuksu til,
máttu vit tíðliga hjálpa til í húsi
num. Tað sama var við at vera í
torvi. Vit fóru tíðliga á oynna við
mammu. Eisini minnist eg, at tá
vit komu úr skúla, fóru vit báðar
ofta eftir torvi. So tað var nokk so
strævið.
Í Hesti veltu tey eisini korn,
áðrenn mína tíð. Hetta var úti
móti Hælinum. Har var so góður
sólargangur.
Konfirmerað og
vaksin
Eg bleiv so konfirmerað í Havn
á heysti 1929. Tá ið vit skuldu
konfirmerast skuldi mamma gera
okkum út, eisini við klæðum.
Tað mátti eisini sparast, tá ið
tað snúði seg um klæðir. Tað,
sum systir mín ikki passaði, varð
seymað um til mín. So her fór
einki til spillis.
Vit skuldu vera ein mánaða
burtur. Vit gingu at lesa hvønn
dag í Meinigheitshúsinum. Vit
lærdu úr Bíbliuni og Katekismus,
og so lærdu vit eisini sálmar.
Hestbørn blivu altíð konfirmer
að í Havn. Vit vóru fýra úr Hesti,
tá ið eg varð konfirmerað.
Tilsamans vóru vit út við 60
konfirmantar. Tað var Jacob Dahl,
sum konfirmeraði okkum. Hendan
mánaðin, eg gekk at lesa, búði eg
hjá mostir og Nikláa.
Eg minnist væl fergusiglingina
hjá Nikláa. Eg var so ofta í Havn
sum barn saman við mammu,
tá ið hon var ørindi í Havn. Eg
og dóttir hansara Ásu, sum
doyði ung, vóru ofta við ferguni
hjá Nikláa og beiggja hansara
Tom. Tað kundi til dømis vera
út á ferðmannaskipið Dronning
Alexndrine, sum tá ikki fekk
lagt at í Havn. Spurningurin er
um nakar annar er á lívi, sum
hevur upplivað hesa sigling, sum
endaði, tá ið tað kom ein rættulig
havn í Havn. Teir báðir vóru so
óvanliga góðir brøður, hóast teir
vóru so ymiskur. Tom var lættur
í sinni, meðan Niklái var meira
álvarsamur.
Eg var eisini javnan heima hjá
Tom. Eg kendi so væl Hjørdis,
dóttir hansara, sum giftist við
Alfred Johannesen.
Niklái var tá blivin baptist,
meðan konan framvegis var
kirkjufólk, men tað var eingin
illstøða fyri tað.
Sjúrður hjá Nikláa, systkina
barnið, sum doyði fyri kortum 97
ára gamal, var bert fá ár eldri enn
eg. Nanna, systir hansara, og eg
eru nærum javngamlar.
Óla Kristian í
Skálabúðini mundi
blivið Hestmaður
Óla Kristian, sonur Amaliu og
Nikláa, gekk í skúla úti í Hesti.
Hann fór til Havnar at konfirmer
ast, og hann kom aftur út í Hest.
Hann vildi ikki so fegin fara aftir
til Havnar, tí hann helt ommu
okkara trongja til hjálp. Hann var
eisini henni til stóra hjálp, og
hann var sum ein sonur fyri hana.
Óla Kristian var eisini til skips.
Men hetta dámdu teimum illa
í Havn. Óla Kristian róði eisini
út saman við hestmonnum.
Hann átti bát saman við Johan,
sum var giftur við systir míni,
og Sivar Kolbjørnsen. Men tá
ið Óla Kristian er 20 ár er tað,
at foreldrini vildu hava hann at
koma aftur til Havnar, so hann
kundi gera okkurt annað enn at
vera skipsmaður. Men omma
hevði einki ímóti tí heldur. Hon
visti, hvussu vandamikið sjólívið
kundi vera.
Men Óla Kristian var altíð har
úti og hjálpti til, tá ið okkurt var,
tað skal hann hava. Tá ið Óla
Kristian kom til Havnar fór hann
at koyra lastbil. Seinni kom hann
at hava Skálabúðina, sum børnini
hjá honum nú reka.
Johan var kendur
Hestmaður
Johan Niclasen gjørdist ein sera
kendur hestmaður. Hann var
kommmunustýrisformaður í 28 ár.
Hann útvegaði bygdini svimjihøll
og havn. Hann var eisini kendur
sum Ísraelsvinur, sum enntá
hevði samband við borgmeist
aran í Jerusalem, Teddy Kollek.
Johan doyði í 2002. Nøkur ár
frammanundan giftist hann við
Hermandu, sum er ættað av Sela
trað. Hon býr framvegis í Hesti.
Johan var yngri enn eg, men
hann kendi eg eisini væl. Hann
var ein nokk so sjáldsamur per
sónur. Hann kundi eisini vera sera
stuttligur.
Johan eigur enn eina eina
systir í Hesti. Hon er eisini eitt
sindur yngri enn eg.
Hans Jacob, pápi Johan, vaks
upp í húsinum uppi í Stovu, har
pápin í húsinum Jógvan Joensen
fórst skaðadagin.
Eg kann nevna, at Jákup
Hansen, f. 1881, vaks upp á
bóndagarðinum í Kirkjubø. Hann
var kendur sum skald tíðliga í
hinari øldini.
Eg veit, at samstundis sum
Jákup fór til Kirkjubøar, tá fór
Hans Jakku út í Hest. Hann var
11 ár og kom av Velbastað. Pápi
hansara doyði, og tey vóru so
nógv systkin, so børnini fóru ymsa
staðni at vera.
Systir Johan segði fyri mær, at
tá ið pápi hennara kom út í Hest,
tá kom pápi Jákup við honum
til Kirkjubøar. Pápi Jákup, Dia í
Pætursastovu segði, at hetta vóru
tyngstu spor, hann var farin um
Reynið, tá hann fór við honum
til Kirkjubøar. Kona hansara var
deyð, og tí mátti hann lata sonin
frá sær. Dia var annars giftur
tríggjar ferðir.
Øll í Hesti kendu Jákup Hansen
við tí sambandi, sum var millum
bygdirnar.
Annars giftist Jákup til Gøtu.
Har var hann kallaður Havna
Jákup. Hann doyði í 1967.
Á húsarhaldsskúla
Tá ið eg var konfirmerað, fór eg
heim aftur til Hest, til eg var 16
ár. Mammu dámdi, at vit skuldu
fara burtur eisini at síggja onnur
viðurskifti. Men knappliga ein
dag sigi eg við mammu, at nú
fari eg á húsarhaldsskúla uttan
at hugsa um, hvat hetta kostaði
henni. Umframt skúlapening
skuldi eg eisini hava serlig klæðir.
Vit skuldu hava fyrimiddagstoy og
eftirmiddagstoy. Eisini skuldu
vit hava seingjarklæðir
við. Hetta kostaði
alt, og tað var jú
Fólkið í Hesti og Koltri skóru torv í Skopun. Sum kortið vísir hevur hetta ikki
verið høgligt. Hetta sigur eisini nakað um hvussu strævið tað hevur verið.
Fólk streymar út í Hest við bátum og skipum á fólkafund í 1934
Mannamúgva í túninum í Hesti
Jákup Dahl próstur talaði á
gudstænastuni. Hann hevði eisini
konfirmerað Ingibjørg
Hesir eru eisini komnir út í Hest. Kennist nakar við teir?
➘