mikudagur 7. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 191 - 7. oktober 2009
Hvørt kvøld verður
hundrað milliónir
verda standmyndin,
»kvinde på kærre«
løgd undir jørð fyri at
verja hana. Kapping
varð skrivað út til
lag, tá hon verður
tikin upp úr jørðini
í Holsterbro um
morgnarnar og løgd
í jørðina um kvøldið.
Pauli í Sandagerði
vann kappingina mill
um 42 altjóða tóna
skøld
Tónleikur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í mentabýnum Holsterbro í
Danmark stendur ein stand
mynd av eini kvinnu á ein
um vogni. Alberto Giago
metti hevur gjørt »kvinde
på kærre«, og standmyndin
er hundrað milliónir krónur
verd. Hetta seinasta vita
nógvir tjóvar. Og tað hevur
havt við sær, at boks er
gjørd undir jørð, har Maren
o æ woun, sum standmyndin
verður nevnd millum fólk,
verður goymd hvørja ein
astu nátt.
Fyri at tað skal vera meiri
heiðurligt, tá hon verður
tikin upp úr jørð um morgn
arnar skrivaði Holsterbro
kommuna út kapping, har
teir heittu á tónaskald kring
allan heim at gera henni eitt
lag at vakna og sovna til.
Einasta
kravið
var,
at
klokkuspælið hjá kommun
uni verður brúkt, og so var
eisini ætlanin, at tónleikur
skuldi skrivast til messing
blásarar.
42 boð
Heili 42 boð komu inn frá
ymiskum londum, har tóna
skøld góvu síni boð uppá,
hvussu Maren o æ woun
skuldi vekjast.
Endin gjørdist, at millum
hesi 42 innkomnu verkini,
valdi Holsterbro verkini hjá
føroyinginum,
Paula
í
Sandagerði, sum nú skuldi
eiga tónarnar hvønn morgun
klokkan 9, tá standmyndin
kemur upp úr sínum varda
bústaði undir jørð, og hvørt
kvøld klokkan 21, tá stand
myndin verður lorað niður
aftur.
Inspirtatión í mynd
Men hvussu gjørdi Pauli í
Sandagerði tónleikin, sum
donsku dómararnir kalla
vakran, karakteristiskan og
stemningsfullan, umframt,
at tónleikurin verður sagdur
at anga av Italia, haðani
Alberto Giagometti er.
– Eg fekk eina mynd av
standmyndini, og royndi
síðan
at
ímynda
mær,
hvussu lívið hjá standmynd
ini er. Síðani royndi eg at
gera hetta til tónleik, soleið
is, at hann bæði bleiv fólks
ligur og modernaður, fortel
ur Pauli í Sandagerði.
Hann leggur afturat, at
grundgevingarnar,
sum
vórðu lætnar í samband við
tónleik hansara onkursvegna
kunnu kennast sum eftirrati
onaliseringar, so fegnast
hann, at hann hevur rakt
kenslurnar, sum hann hevur.
Eitt herðaklapp
Lønin fyri verkið er í krón
um 25.000, men hetta metir
Pauli í Sandagerði ikki sum
størstu virðislønina.
– Fyrst og fremst eri eg
fegin um, at eg havi fingið
eitt herðaklapp uttanfyri
Føroyar fyri mítt arbeiði,
har eg altíð hav fylgt mínum
egnu hugsanum, og ikki
havi funnið meg í tí, sum
onnur hava sagt, sigur Pauli
í Sandagerði.
Hann leggur afturat, at
hetta er gott fyri sjálvsálitið,
tí álitið á hann ikki altíð hev
ur verið so stórt millum ser
liga tónleikarar í Føroyum.
Nógvar bóltar
Umframt
hetta
seinasta
herðaklappið til føroyska
tónaskaldið, hevur Pauli í
Sandagerði rættiliga fitt um
oyruni fyri tíðina.
– Í morgin komi eg til
Føroyar, har vit fara at hava
konsert við Cantabile, men
so eru eisini aðrar ætlanir í
Vejle, her eg búgvi, har eg
millum annað havi skrivað
tónleik til eitt nýtt mentann
arhús í býnum, greiðir Pauli
í Sandagerði frá úr Dan
mark.
Fyri kortum gjørdist greitt, at Pauli í Sandagerði hevði skrivað besta boðið uppá tónleik til hundrað
milliónir verdu Maren o æ woun, sum standmynd í Holsterbro verður nevnd
Pauli í Sandagerði vekir
hundrað milliónir um dagin
Størsta arbeiðsloysi
í Norðoyggjum
Nýggjasta uppgerðin frá Hagstovuni vísir, at lutfalsliga størsta arbeiðsloysið í
landinum er í Norðoyggjum. Uppgerðin yvir arbeiðsloysið í august 2009 vísir at
arbeiðsloysið í Norðoyggjum er 7,5 prosent og harvið væl størri enn miðal fyri
landið ið var 4,0 prosent í august. Arbeiðsloysið í Eysturoy var 3,4 prosent, í
Streymoyar Sýslu 3,5 prosent, í Vága Sýslu 3,8 prosent. Í Sandoyar Sýslu 2,4 pro
sent og í Suðuroy 4,3 prosent. Fyri landið sum heild var arbeiðsloysið størst millum
mannfólk. Í Norðoya og í Vága Sýslu var arbeiðsloysið tó størri millum konufólk.
Minni hall í Grønlandi
Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár hevði Grønland 591 milliónir
krónur í halli í samhandlinum við umheimin, og tað er væl
minni enn somu mánaðir í fjør. Fyrra hálvár í fjør innflutu
grønlendingar vørur fyri 1,8 milliard krónur, men somu
mánaðir í ár var talið nakað oman fyri 1,4 milliard krónur.
Hagstovan í Nuuk sigur, at munurin var 361 milliónir krónur,
og at fellandi oljuprísur var høvuðsorsøkin til minkingina.
Samstundis minkaði útflutningurin, ið fyri tað mesta er
fiskur og skeljadýr, úr 982 milliónum krónum fyrra hálvár í
fjør í 882 milliónir sama tíðarskeið í ár.