mikudagur 7. oktober 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 7. oktober 2009
15
tíðindi
Nú er arbeiðið at gera
eina føroyska byggi
reglu gerð ávegis, og
verða vit ikki long ur
eftirbátar í byggi
reglu gerðarhøpi, tá ið
hugsað verður um at
áseta krøv til eitt nú
orkunýtsluna í hús
um okkara
Byggivinnan
Birita Wardum, arkitektur,
Landsverk
Fyrsta desember í ár verður
Veðurlags- Orkuráðstevna í
Keypmannahavn
“COP
15”- ein ráðstevna, sum fer
at draga nógv fólk um allan
knøtt in
til
Keyp manna-
havnar.
Landsstýriskvinnan í inn-
lendis málum,
Annika
Ol sen, verður ein av teim-
um, sum verður á ráð stevn-
uni í Danmark í desember.
Orkuparturin fyrst
Í juni mánað í ár gav lands-
stýris kvinnan Landsverki
uppgávuna at áseta reglur
fyri orkunýtsluni av før-
oysk um bygningum.
Áseting av reglum fyri
orku nýtslu ni í føroyskum
bygn ingum er bert ein lítil
part ur av einum nógv meira
um fatandi
arbeiði,
sum
fevn ir um ásetingar fyri
før oy sk ari
bygging
í
breiðas tu merking.
Í fleiri umførum hevur
verið roynt at venda skútuni
í Føroyum og seta hol á
ar beiðið at orða eina før-
oyska byggireglugerð, og
hava fleiri byggireglugerðir
ver ið ávegis síðan 1976,
men er arbeiðið altíð steðg-
að uppaftur. Tí er tað sera
umráðandi, at komið verður
á mál hesaferð.
Fyri at fáa byggi reglu-
gerðina í gildi og at virka
sum skjótast, er ætlanin at
fara
stigvíst
til
verka,
so leiðis at einstakir partar í
samlaðu reglugerðini verða
settir í gildi so við og við.
Orkuparturin, sum setir
krøv um bjálving og tætt-
leika, tá ið bygt verður, verð-
ur sostatt tann fyrsti part ur in,
sum kemur í gildi.
Hetta kann tó elva
til trupulleikar, tí
slík ar
reglugerðir
han g a saman, t.e.
ávísu partarnir vísa
til
hvønnannan.
Orku- parturin hong-
ur soleiðis saman
við øðrum pørtum í
reglugerðini og kann
illa setast í gildi
einsa mallur. Roynt
verð ur tí longu nú at
taka
hædd
fyri
slíkum
trupul leik-
um.
Arbeiðið
við
orku partinum
er
farið í gongd, og trý
hús eru vald út at
gera nærri kanningar
av, og verður tað
út grei n ingin av hes-
um
saman
við
ymiskum
út rokn-
ingum, sum á set-
inga r nar
verða
grund að ar á.
Danir ganga á odda
Danir hava síðan 1961 havt
greið ar ásetingar fyri bygg-
ing, og er reglugerðin eisini
dagførd
við
jøvnum
millum bilum.
Enn
ein
nýggj útgáva av donsku
reglu num, BR2010, kemur
í gildi næsta ár.
Avgjørt
er
at
brúka
donsku reglugerðina sum
leist fyri føroysku byggi-
reglu gerðini. Avgerðin er
tikin út frá, at Danmark er
so frammalaga innan áset-
an av orkukarmum. Somu-
leiðis
er
málið
eingin
trupul leiki, og flest øll fak-
fólk í byggivinnuni í Før-
oyum eru útbúgvin í Dan-
mark og kenna donsku
krøv ini. At enda kann nevn-
ast, at føroyskir ráðgevar í
dag nýta donsku reglu gerð-
ina vegleiðandi, tá ið hús
og bygningar skulu byggj-
ast. Enn er tað ikki vanligt
at nýta orkupartin í donsku
reglugerðini, tí hesin er
heldur trupul at fylgja, men
eisini tí at tað ikki hevur
verið siðvenja at byggja
orku vinarligt í Føroyum.
Sjálvt um støðið verður tik-
ið í tí donsku reglugerðini,
verð ur eisini hugt eftir
byggi reglu gerðum í hinum
granna londunum.
Arbeiðssetningurin
Føroyska lands byggi reglu-
gerðin skal áseta reglur fyri
bygging í Føroyum og er
ætlað fakfólkum í byggi-
vinn uni. Hon skal tryggja,
at góðskan á byggingini
verð ur
tillagað
føroysk
viður skifti.Byggireglu-
gerð in skal við øðrum orð-
um tryggja, at samfelagið
fær sum mest burturúr allari
framtíðar
bygging
í
Føroyum.
Evnisdagur um
byggireglugerð
Í juni mánað var so “spakin”
settur í á einum evnisdegi á
Hotel Hafniu, har virkir,
fyritøkur, stovnar og umboð
fyri kommunurnar luttóku.
Umboð úr Danmark og
Grøn landi vóru við og
kunnaðu um teirra royndir
við byggireglugerðum í
ávika vist
Danmark
og
Grøn landi.
Ein verkætlanarbólkur og
ein stýrisbólkur vóru skip-
aðir beinanvegin á staðnum
umboðandi ymiskar bólkar
í byggivinnuni.
Verkætlanarbólkurin skal
taka sær av sjálvum a r beið-
num í samband við reglu-
gerðina, meðan stýris bólk-
urin skal seta út í kortið og
taka støðu til møguligar
spurn ingar í sambandi við
verk ætlanina.
Harafturat
skal stýrisbólkurin góð ken-
na arbeiðið hjá verk æt l an-
ar bólkinum, so hvørt tað
tek ur seg fram.
Byggisiður í broyting
Nógv fólk møttu á Hafnia
til evnisdag um byggi-
reglugerðina, og vístu tey
ar beiðnum
sera
stóran
áhuga. Talan er eisini um
eitt størri verk, sum fer at
hava stóra ávirkan á byggi-
siðin í Føroyum. Semja var
tó um, at vit ikki skulu upp-
finna
djúpa
tallerkin
um aftur, men at Føroyar
skulu fylgja granna londu-
num og samstundis hava
sín ar egnu ásetingar, ið taka
hædd fyri føroyskum ser-
viður skiftum.
Í dag byggja vit hús, sum
eru alt ov illa bjálvað, og
eru tey heldur ikki nóg tøtt.
Landsbyggireglugerðin
fer at ávirka føroyskan
byggi sið heilt nógv. Í fram-
tíð ini fara vit at seta saml-
aðu orku-nýtsluna í sam-
felag num niður við at bygg-
ja meira orkuvinarligt. Tað
kann gerast ein trupulleiki
hjá eitt nú “sjálvbyggjarum”
at fylgja nýggju krøvunum,
tí tú sleppur næstan ikki
undan fakligari vegleiðing,
áðr enn bygt verður. Í fyrstu
syftu verður tað tí dýrari
hjá hesum at byggja, men í
longdini verður tað bíligari
í rakstri.
Fyrireiking neyðug
Tá ið orkuparturin er liðug-
ur, liggur eitt stórt arbeiði
fyri framman, tí allir partar,
sum verða raktir av broyt-
ing unum, og sum tískil
skulu fylgja nýggju reglu-
num, mugu fyrireika seg
væl, áðrenn nýggju krøvini
verða sett í gildi.
Fyri at reglugerðin skal
virka til fulnar er tað somu-
leiðis ein treyt, at byggi-
harr ar frá politiskari síðu
verða stuðlaðir og eggjaðir
til at velja orkuvinarligu
loysn ir nar.
At enda er tað av alstórum
týdn ingi, at hvør einstakur
sær hesar fyrimunir við
nýgg j u reglunum – eisini
“sjálv byggjarin”.
Føroysk byggireglugerð verður smíðað
FAKTA UM BYGGIREGLUGERÐ
• Byggireglugerðin ásetur reglur og krøv til
bygging og bygningar.
• Ásetingarnar í byggireglugerðini fevna um:
- fyrisitingarligar ásetingar
- ásetingar fyri bygdarløg og grannaløg
- innrætting av bygningum, atkomuviðurskifti
- konstruktiónir
- brunaðviðurskiftir
- inniluft
- innlegging
- orkunýtslu
• Yvirskipað ásetur byggireglugerðin krøv og
reglur fyri allari nýbygging og ístandsetan av
bygningum.
• Komandi byggireglugerðin fer at virka sum
karmur fyri kommunalar byggisamtyktir.
PROSJEKTBYGNAÐUR
STÝRISBÓLKUR: Umboð fyri
Innlendismálaráðið, stjórin á
Landsverki, deildarleiðarin á
bygningadeildini á Landsverki,
samskiparin í verkætlanarbólkinum
er skrivari
ÁHUGABÓLKAR
VERKÆTLANARBÓLKUR:
Verkætlanarsamskipari, umboð fyri
Landsverk, Ráðgevarafelagið,
Arbeiðseftirlitið, Føroya
Handverksmeistarafelag,
Brunaumsjón Landsins,
Kommunusamskipan Føroya,
Føroya Kommunufelag
RÁÐGEVAR
- Í nógv ár hava Føroyar
verið eftirbátar, tá ið
hugsað verður um, hvørji
krøv vit seta í samband
við bygging, sigur Birita
Wardum, arkitektur á
Landsverki, sum nú hevur
sett hol á arbeiðið at orða
eina landsbyggireglugerð
fyri Føroyar
Mynd: Landsverk