Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. oktober 2009 – Vit mugu finna útav, hvussu vit kunnu fáa skil á umsitingini av gulu kortunum, so vit sleppa av við allar hesar kærurnar, sigur FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu Sum nevnt aðrastaðni á hesi síðu, hevur Skála sent starvsnevndini í Fótbóltssambandinum eina áheitan um at taka málið upp viðvíkjandi kæruni, Skála sendi Aganevndini um, at TB brúkti ein spælara ólógliga í dysti millum feløgini tann 9. august. Aganevndin hevur víst kæruni frá sær, tí hon er komin ov seint inn. – Vit hava fingið eitt bræv frá Skála um at taka málið upp, og tað fara vit sjálvandi eisini at gera. Men tað má bíða nakrar dagar, tí júst nú er starvsnevndin spjødd í allar ættir, tí vit eru staddir í ymsum londum við fleiri landsliðum, sigur FSF- forsetin, Høgni í Stórustovu. – Í brævinum frá Skála verða nevnd fleiri áhugaverd ting, men eg veit ikki, hvussu nógv vit kunnu gera við afturvirkandi kraft. Tó kann eg siga so mikið, at vit mugu finna útav, hvussu vit kunnu fáa skil á umsitingini av gulu kortunum, so vit sleppa av við allar hesar kærurnar um kort og karantenur. Í dag eigur tað at bera til hjá okkum at gera ábøtur, so hetta ikki skal verða ein afturvendandi trupulleiki hvørt einasta ár. Hóast Aganevndin vísti eini kæru frá Skála frá sær, tí hon var innkomin ov seint, fer Skála víðari til starvsnevndina við kæruni, ið snýr seg um, at TB brúkti ein spælara ólóg liga í dysti ímóti Skála. TB vann bronsu og Skála flutti niður, men fær Skála viðhald, fer HB við bronsuni, samstundis sum Skála yvirlivir, men NSÍ fer niður Tá Skála tann 9. august var á Tvøroyri og tapti 2-1 fyri TB, høvdu tvørámenn ein spælara á vøllinum næstan allan dystin, sum ikki hevði loyvi at spæla við. Tórur Mortensen hevði dystin framman undan, sum var ímóti MB, fing ið sítt fimta gula kort í lands- kapp ingini, og tí átti hann at sitið uttanfyri við karantenu. Men Tórur var allíkavæl við í dysti- num ímóti Skála, har hann fekk tvey gul kort, í 68. og 87. minutti, so hann at enda eisini fekk eitt reytt kort og var vístur út. Trupulleikin hjá Skála er so tann, at øllum hinum gulu kortunum framman undan visti felagið ikki av, fyrr enn tann 26. september, tá felag ið frætti tað sum slatur. Tí bar ikki til hjá Skála at kæra, fyrr enn heil ar 48 dagar eftir ítøkiliga dystin á Sevmýri. Tað er rættiliga langt frá 48 tíma freist ini, ið er galdandi, tá kærast skal til Kappingarnevndina – og somu leiðis langt frá fimm daga freist ini, tá so kærast skal til Aga- nevnd i na. At kæran frá Skála kom ov seint, var eisini grundgevingin hjá Aga nevnd ini, tá hon mánadagin í hesi vikuni vísti henni frá sær. Nú hevur Skála so sent starvs- nevndini hjá Fótbóltssambandinum eina áheitan um at taka málið upp. Ongan kjans – Vit hava ongantíð fingið dómara- seðilin frá dystinum á Tvør oyri, og hann er heldur ikki komin Fót bólts- sambandinum í hendi fyrr enn tann 18. august, sum altso er níggju dagar eftir dystin, tá allar freistir langt síðani eru farnar, sigur Hans Jákup Andrea sen, formaður í Skála Ítróttar- felag. – Tað vil siga, at vit hava ongan liv andi kjans havt at kært til tíðina, tí vit slett ikki hava verið vitandi um øll hesi kortini. Vit halda okkum annars hava nóg mikið gera við at fylgja við, hvørjir av okkara egnu spælar um hava kort. Tað gevur onga mein ing, at vit eisini skulu sita og fylg ja við hvørjum gulum korti, spæla r arnir hjá hinum níggju lið- unum í deildini fáa. Skála ger í kæru síni vart við, at hóast vikurnar ganga, so kunnu slík brot ikki detta burtur, bara tí mót- støðu liðið ikki veit um tey. Somu- leið is spyr Skála í kæruni, hvør hevur ábyrgdina av, at spælarar halda fram við at spæla, hóast teir eiga at hava karantenu. – Vit halda, at tað má vera TB, ið eig ur at fylgja við sínum egnu kort- um og yvirhalda reglurnar. Harnæst eigur umsitingin hjá Fótbólts sam- bandi num, sum er eftir litis myndug- leiki og skrásetir allar dómara seðlar- nar, eisini at fylgja við kortum í teim- um ovastu deildunum, sigur Hans Jákup Andreasen. – Hetta brotið átti at verið funnið í umsitingini av dómaraseðlunum, tí tað kann ikki vera rætt, at vit skulu frætta tað sum slatur, tá kappingin er mestsum liðug. Tað gevur onga mein ing, um kortini ikki verða um sitin, so tað ber til at finna út av teim um. Fleiri kort Av tí at Tórur Mortensen fekk reyða kortið í dystinum ímóti Skála, eftir at dómarin aðru ferð í tí dystinum hevði víst honum gula kortið, sat hann yvir næsta dystin, sum var ímóti B71, men tað var bara eitt um far og tvey gul kort ov seint. Sambært grein 37, stykki 2, í kapp- ingar reglunum, skal ein spælari hava karantenu í ein dyst, tá hann hevur fingið fimm gul kort. Síðani er mark ið trý gul kort, áðrenn hann aftur fær karantenu ein dyst, og eftir tað skulu bara tvey gul kort til, áðr- enn tað somuleiðis merkir karantenu ein dyst. Í dysti ímóti MB tann 30. august fekk Tórur aftur eitt gult kort, og sam an við teimum báðum gulu frá dysti num ímóti Skála, skuldi tað giv- ið karantenu aftur tann 6. september, tá TB spældi ímóti HB, men tá spældi Tórur kortini við allar 90 minuttir- nar. Aftur í teimum báðum næstu dystu num, sum vóru 13. september ímóti Skála og tann 19. september ímóti NSÍ, fekk Tórur gul kort, so nú var triðja karantenan veruleiki. Eftir at VB/Sumba hevði gjørt TB vart við, at hann ikki hevði loyvi at spæla, var hann heldur ikki við á liðnum, tá tey bæði suðuroyarliðini spældu í Vági 23. september. Dómaraseðilin frá dystinum millum TB og Skála á Sevmýri tann 9. august, sum ikki var Fótbóltssambandinum í hendi fyrr enn níggju dagar seinni, tann 18. august, tá allar kærufreistir langt síðani vóru farnar. Skála sigur seg ongantíð hava fingið henda dómaraseðilin Skála víðari við kæru einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Hetta má steðga