Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 • 07. oktober 2009 MIÐvIkaN 23 einki sum æt studningur, Men mamma segði einki til hetta. Frammanundan hevði Óluva systir verið á háskúlanum, men tá búði hon hjá mostir og hjálpti henni. Eg var so í tríggjar mánaðir á húsarhaldsskúlanum. Hetta var hjá fr. Nainu Scharlu Nielsen, har tað vóru nógv fólk í húsi, næmingar og onnur. Tað var Naina, sum eisini tók stig til at seta hvíldarheimið í Havn á stovn, og tað er eisini uppkallað eftir henni. Men longu tá eg var har, livdi hon illa, hon var eisini uppá seg ung, tá ið hon doyði. Eg vildi eisini sleppa at gera okkurt hondarbeiði. Framvegis hugsaði eg als ikki um, hvat hetta fór at kosta mammu, eg spurdi als ikki um prís. So býtt havi eg verið, og einki sigur hon. Men henni dámdi væl, at eg gjørdi hetta. Eg fór so at brodera myndir og pútur. Eg vevaði ein dúk og gjørdi eisini gardinur og seymaði onkran kjóla. Men so kemur rokningin, og hon er 75 kr um mánaðin umframt tilfar til hondarbeiðið. So eg hugsaði: ”Hvat nú, nú rokningin er komin.” Eg sigi hetta við mammu, og hon sigur: ”Eina ferð setti eg tær 300 krónur av í sparikassan,” og hon gevur mær bókina. Hon bað meg so fara at gjalda, og so merkiligt var tað, at bert ein króna var eftir í bókini, tá ið goldið var. Tá var eg aftur heima eina tíð, tí nú hevði systir mín átt fyrsta barnið, og eg hjálpti henni. Hon fekk fimm børn. Fólkafundurin í Hesti Eg var eisini í Hesti til tann tiltikna fólkafundin í 1934, sum Petur Háberg skrivar um í sínum Hugbirtingum. Eg tænti tá í Vestmanna og vildi sleppa aftur til fundin. Hetta var árið, tá ið Nólsoy og Neptun gingu burtur. Tað fórust fleiri vestmenningar við Neptun. Tá merkti eg aftur tann ófrættadám, sum eg mintist aftur frá skaða­ degnum í Hesti. Tað var eitt øgiligt skil, og hetta var líka ringt. Tey komu upp um morgnarnar og fóru at hyggja, um teir mundu vera komnir inn. Har vóru eisini menn úr grannalagnum, har eg búði. Tað var Føroya Ungmannafelag, sum lýsti til fólkafundar sunnu­ dagin 10. juni 1934 uppi á oynni í Hesti. Vituliga vóru fólk har úti spent uppá, hvussu veðrið mundi fara at roynast. Summarið 1934 var sum heilt einki serligt til veður, og leygardagurin tyktist ikki at boða frá nøkrum góðum. Men móti kvøldið tóku tjøldrini at láta so lystiliga, og tað verður tikið sum eitt gott tekn, ein boðan frá góðum veðri. Tíðliga sunnumorgun vóru menn á fótum, og teir ørkyml­ aðust av einum mjørkabakka, sum stóð og hótti. Men hann hvarv, og dagurin gjørdist tann bjartasti og heitasti summardagur, menn vistu at siga frá – ein rættiligur fagnaðardagur. Sólin skein bæði oman og niðan frá morgni til kvølds. Havið stóð við klettin og vindur rørdi seg ikki. So tað var ikki at undrast á, at fólk í hópatali leitaði sær móti Hestbygd í alskyns førum og úr øllum Føroyum at kalla. Vit høvdu nógvar gestir hendan dagin. Tað verður hildið, at tey vóru 1.500, sum komu til fólka­ fundin. So tað var nógv fólk, sum gekk út og inn. Tað vóru opnar dyr í hvørjum húsi. Prósturin Jákup Dahl hevði gudstænastu í túninum. Tað var so nógv fólk, at tað var ikki hugsingur um, at tey rúmaðust í kirkjuni, har ætlanin var at hava gudstænastuna. Lærarinnan, Lena av Velbastað, átti eitt orgul. Tað var borið út í tún, og Tummas Nygaard spældi. Hetta var ein høgtíðsstund fyri øll. Ikki minst tí hetta var kanska fyrstu ferð,. at mong høvdu hoyrt eina gudstænastu á móðurmálinum. Fólkafundurin var uppi á oynni. Richard Long, formaður í Føroya Ungmannafelag, beyð vælkomin. So var sungin sangurin hjá Jóan Petur uppi í Trøð ”So harður er streymur í Føroya firði.” Fyrsti talari var Louis Zacharias­ sen, kendur sum sjálvstýris­ politikkari. Aftaná hann talaði Edvard Hjalt, kendur fyri at hava skrivað Sands søgu. Síðan var tað Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, sum talaði um móðurmálið. Høvuðstalarin var skaldið Hans Andreas Djurhuus. Hann talaði um sambandið millum Føroyar og havið. Hann segði m.a.: "Hetta lærir tú til fulnar at kenna, tá ið tú ein summardag kemur til eina føroyska bygd. Hon er sum útdeyð. Hittir tú ein pilt í túninum og spyrt hann eftir pápanum verður aftursvarið: ”Pápi er í Grønlandi”, og verður spurt: ”Hvar er mamma tín?” er svarið ”í fiski” ella ”burtur í torvi”. Tað hendir eisini av og á, at tú einki svar fært, men lítir inn í tvey spyrjandi eygu, ið líðandi vatnast, og tú spyrt ikki aftur, tí tá veitst tú, at pápin er burtur med alla." Hetta var jú ikki minst galdandi í Hesti. Petur Háberg, sum eisini var við hendan dagin, skrivar, at ”øll henda mannfjøldin sat sum bundin, tá ið Hans Andreas var liðugur, og tað gekk ein løta, áðrenn hann fekk fólkið at reisast og minnast hinar sjólátnu.” Eg minnist eisini væl Petur Háberg. Hann var eitt ár eldri enn eg. Hann var sonur Mallu og Pola skómakaran. Hans Jacob Niclasen lærdi annars til skómakara hjá Pola. Tí gjørdist eisini eitt serligt vinarlag millum tey húsini. So fór fólkið aftur oman í bygdina, har tað var vitjað inn í húsini at siga farvæl. Tað var ein ordiligur høgtíðsdagur. At tæna hjá Sloan og Heinesen Síðan fór eg so rættuliga til Havnar, har eg kom at tæna í ymiskum húsum. Tað allarfyrsta plássið, eg hevði, var hjá Ellu og Andrew Sloan. Tey lýstu í bløðunum, og eg søkti. Eg var so eina tíð hjá teimum, har var gott at vera. Tey bæði vóru sera ymisk. Andrew var tann friðarligi, sum ikki gjørdi so nógv um seg, meðan Ella var tann meira útatvenda. Har vóru børn í húsinum, og har búði eisini ein ógift systir Andew, Anna, so har var nógv fólk í húsi. So blivu samfelagsmøti, og tá bleiv serliga nógv at gera. Her komu nógvir gestir. Eg minnist Malvinus, beiggja Ellu, sum kom úr Klaksvík og konuna Daniellu. Tey vóru so fitt fólk. Eg plagi at siga, at einastu ferð eg havi fingið drikkipengar, tað var frá Malvinus. Hann gav mær 2 krónur, og hetta var nógv tá. Tey vóru sera fitt at vera hjá, tað má eg siga. So var eg eina tíð nokk so leingi hjá Evald Arge. Hann búði har Niels Arge handlaði. Eg fór at passa hana upp. Hon átti trý børn. Eina tíð var eg hjá Carolinu og Zakarias Heinesen, foreldrunum hjá William. Tey búðu tá í Heine­ sens húsi, sum tað enn verður kallað. Tað var gott at vera alla staðni, har eg var, men tað var so óbekvemt. Tey høvdu el, men tað var bara til ljós, ikki nakað til at arbeiða við. Ikki eingong hjá Heinesen var eitt elektriskt strúkijarn. Men tá komu primuss­ ar, og tað lætti nógv um. Tey bæði vóru gomul og nokk so ússalig tá, og tað var nokk so strævið. Tá var einki, sum æt heimahjálp, so tað var ein køks­ genta, Estrid úr Suðuroy og eg. William kom inn á gólvið við hvørt. Tað er kent, og tað hevur William eisini greitt frá, at Restorffararnir tosaðu danskt, hóast teir alla sína tíð høvdu búð í Føroyum. Tað var omman, Sofía Helena, sum var uppvaksin í Danmark, so tey høvdu tað frá henni. William tosaði eisini á Páll bóndi talar uppi á Oynni Ingibjørg tænti hjá Ellu og Andrew Sloan ➘ Hon tænti eisini hjá Karoline og Zacharias Heinesen. Her saman við børnunum Bergljot og Stig