mikudagur 7. oktober 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 191 • 07. oktober 2009
donskum við foreldrini. Andreas
í Vágsbotni og William tosaðu
eisini danskt sínamillum.
Mina í Hesti
Tað merktist ikki nógv til kríggið í
Hesti. Men har kom eina ferð ein
so óalmindiliga stór mina. Eingin
visti av henni fyrrenn ein morgun
eftir eitt ódnarveður, táið minan
hevði lagt seg millum tveir stórar
klettar. Tað vóru boð send eftir
bretska hervaldinum. Teir komu
út og søgdu, at minan kundi altíð
bresta. Men tá rýmdi alt fólkið
heilt norður í bygdina, til minan
var óskaðiliggjørd.
Gift til Gøtu
Eg varð so gift við Óla Jákup
Hansen frá Gøtugjógv, Jakku
hjá Hans bónda, sum hann varð
kallaður. Hann átti eina systir í
Havn, Katrina hjá Talis.Ein sonur
teirra var Carl, formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag. Jakku hevur
vitjað systrina, og tá eru vit komin
at kennast.
Jakku var einkjumaður. Hann
hevði verið giftur við Thoru, dóttir
Sofíu Johonnu og Tummas í
Funningsfirði, men hon var deyð
í 1943 av tuberklum frá trimum
børnum.
Jakku var so keddur av, at
børnini vóru so langt burtur. Turid
og Árant vóru bæði norðuri í
Funningsfirði, og hetta var langt
burtur tá í tíðini. Heðin búði hjá
ommuni og abbanum, Hans og
Biritu.
Annars var tað ikki nakað,
sum eg droymdi um, at blíva
bóndakona. Eg komi so til Gøtu í
1946, 31 ára gomul, og havi tískil
nú verið í Gøtu í meira enn 60 ár.
Turid kom beinanvegin til Gøtu,
meðan Árant kom nøkur ár seinni.
Honum dámdi so væl at ganga
í skúla har, sum var í húsunum
hjá ommuni. Men hann gekk so
síðsta árið í skúla við Gøtugjógv,
har hann eisini býr nú.
Eg fall væl til í Gøtu, men
eg saknaði tað góða samband,
sum vit í Hesti høvdu havt við
Havnina. Úr Hesti kundi altíð
sleppast til Havnar. Hetta var
eitt sindur øðrvísi í Gøtu, har ein
skuldi passa seg til rutuna, sum
ikki altíð var so lagalig.
Tað lá heldur ikki so væl fyri at
ferðast, tá ein var bundin at eini
kúgv. Børnini gingu í skúla, og
tað var eisini meira bundisligt. So
viðhvørt longdist eg eitt sindur
suður aftur til Havnar. Har hevði
eg jú verið so nógv, eisini alla
krígstíðina.
Jakku fór burtur til skips beinan
vegin. Hetta var beint í tí stóra
kavanum í 1947. Tá stóð ein kúgv
í kjallaranum hjá okkum. Seyðurin
varð koyrdur inn. Sumt varð koyrt
inn í hoyggjhúsið, og annað varð
koyrt inn í kjallaran hjá okkum, og
har tað annars var pláss fyri at
bjarga hesum góða seyði. Hetta
var sera strævið eisini at hava
neyt og seyð saman.
Hetta var eitt slíkt stríð, at
eingin trýr tí. Tað skuldi jú drag
ast hoyggj til øll hesi kríatúr. Ikki
koyrdu vit seyðin út aftur fyrr
enn 11. apríl. Kavin lá í samfullar
11 vikur. Tað var einki, sum at
kavarudding tá í tíðini. Hetta
gjørdi tað ikki lættari.
Tá sóu vit berar plettar í hagan
um. Tá koyrdi gamli, Hans, seyðin
út, tí vit kundu ikki brúka meira
hoyggj til seyðin, um vit skuldu
behalda neytini.
Men tað var kortini so eina
standandi gott veður í tí kavan
um. Tað byrjaði hvønn seinnapart
av kava so spakuliga, og tað var
deiligt sólskin hvønn morgun.
Jakku segði eisini, at hann hevði
ongantíð verið á Suðurlandinum,
at tað hevði verið so gott veður.
Hann lá av landnyrðini alla tíðina.
Jakku var við Kyrjasteini tað árið.
Jakku var annars bæði við
Boðasteini og Kyrjasteini hjá
Haraldsen í Fuglafirði. Hann var
annars nógv við Óla Hans Olsen
sum skipara. Hann var ættaður
frá Gøtugjógv, men giftist til
Syðrugøtu.
Jakku helt eisini nógv av Óla
Hans, sum hann helt vera sera
gløggan á sjónum. Eisini fiskaði
hann væl.
Nu eru tað eini 20 ár síðan, at
Jakku doyði.
Tá ið tað spøkti hjá
Hansi
Tað hevur verið fortald ein stuttlig
søga um Hans, pápa Jakku. Hann
var gravari í Gøtu. Eina ferð
var eitt slíkt brim í Syðrugøtu,
at ein gamal kirkjugarður kom
undan saman við einum hópi av
mannabeinum.
Hans fór yvir til Syðrugøtu og
koyrdi beinini í ein posa. Posin
skuldi so berast yvir í kirkjugarðin
í Norðragøtu, har beinini skuldu
jarðast. Men tað var blivið seint,
og veðrið var framvegis so ringt,
at Hans tók sekkin til hús og setti
hann i hjallin til dagin eftir.
Veðrið var framvegis líka ringt
seinni um kvøldið, og tað regnaði
nakað so ræðuligt. So eina ferð
nú bankar uppá dyrnar. Tað var
nærum óhugsandi, at nakar fór
út í slíkum veðri, so Hans verður
sum rímuligt er illa við. Men han
letur sum einki. Men tað bankar
harðari og harðari. Eina ferð
rópar Hans: ”Hvør í Guds garði er
hetta.” ”Hetta er Ívar,” svarar ein
rødd. Hans kendi ongan Ívar, og
tað er kanska skoytt uppí søguna,
at Hans skuldu rópa: ”Beinini
eru í hjallinum, og lykilil er undir
bitanum.” Men tá vísti tað seg,
at hetta var ein kvívíkingur, sum
Jakku hevði siglt saman við, og
sum av eini ella aðrari orsøk
var endaður í Gøtu í hesum
illveðrinum. Hann visti sær eingi
onnur ráð enn at leita Jakku upp.
Hans fortaldi fyri mær, at
tá ið stakittið var gjørt uppi á
Lorvíksfjalli, bar hann alt jarnið
niðan. Hann nýtti ein dag til tað,
so hetta hevur verið eitt rættuligt
tørn, tí tað vóru nógvir túrar. Hans
var kropsliga sera sterkur. Kona
hansara Birita var úr Lorvík.
Mamma varð 86 ár tá ið hon
doyði í 1963. So hon sat einkja í
eini 44 ár. Eg eigi framvegis eina
systirdóttir og tveir systirsynir
í Hesti. Annar av teimum býr
framvegis í húsinum hjá okkum.
Ein systir teirra er giftur í Havn og
ein dóttir í Gásadali.
Tøkk til Ingibjørg
Vit vilja takka Ingibjørg fyri
hennara frásøgn. Hóast sína
truplu lívsbyrjan er hon eitt sera
positivt menniskja. Hennara
grannar við Gøtugjógv taka til,
hvør merkiskvinna hon er, og tað
sama siga tey um hana á Gøtubrá
Ingibjørg hevur búð í góð 60 ár við Gøtugjógv, har hon hevur verið væl umtókt
av sínum bygdarfólki
Jakku og Ingibjørg á yngri árum
Óla Kristian í Skálabúðini var nógv í Hesti. Her saman við konuni Honnu
Rætting til myndatekst
Myndin í fyrra partinum,
har tað stóð, at tað
var Ingibjørg og systir
hennara, skal vera, at tað
er Ingibjørg og systirdóttir
hennara Dagny, sum býr í
Gásadali.
Komandi partur
Komandi tvær Miðvikur
verða um høvuðsmálini
á vitjanini hjá Smyril
Line í Íslandi, nevniliga
Bakkafjørðin og
kirkugarðin á Seyðisfirði
við hansara føroysku
gravum. Fyrra greinin
verður um útróður
hjá føroyingum á
Bakkafjørðinum