Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 192 - 8. oktober 2009 Samanbera vit fíggjarlógina frá 2009 við fíggjar lógar uppskotið 2010, sær út til, at køkan er vorðin eitt sindur bleytari hesa­ ferð. Uppskriftirnar eru roknaðar av játtan­ in í prosentum til hvørt einstakt ráð, so talan er um býtið av samlaðu køku­ ni. Eftir hesum at døma, sær út til, at Almanna málaráðið, Menta ­ mála ráðið, Heilsu mála ráð ið og Fiski mála ráð ið hava fingið meira, meðan hini ráðini mugu klára seg við min ni parti av samlaðu fíggjar lógini Køkan er størri Samlaða køkan til út reiðsl­ ur, um vit saman bera fíggjar­ lógina 2009 við fíggjar lógar­ upp skot ið fyri 2010, er 103 milliónir krón­ ur hægri í 2010, um hugt verður burtur frá rentuútreiðslum á 38 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar tilsamans eru 13 milliónir krónur hægri í 2010, og íløgu út­ reiðslurnar eru 90 milliónir krónur hægri. Harumframt má nevnast, at 9 milliónir í íløgum ikki eru við í hesi viðgerð fyri 2010, tí tær verða nýttar av løg mans fyri sit ­ ing ini, umframt 250.000 krónur til íløgur í 2009, sum vórðu nýttar til Løgtingið. Fíggjarmálaráðið Verður hugt at fíggjarmálaráðnum, síggja vit, at ráðið hevur fingið eitt sindur størri játtan í peningi á fíggjarlógini, men ein min ni part av fíggjarlógini. Ein frágreiðing til størra kostnaðin er, at útreiðslurnar til íbúðarmál eru vaksnar og inntøkurnar av tí sama eru minkaðar. Men hækkingin er lut­ fals liga lítil í reiðum peningi, so talan er mest um eina framskriving av tí sama. Fiskimálaráðið Hyggja vit eftir Fiskimálaráðnum, sæst, at bæði í krónum og í prosentum hev ur ráðið fingið meira. Tað serliga í samband við íløgurnar, at vit síggja eina hækking hjá ráðnum, tí í inniverandi ári skuldu vera negativar íløgur, meðan tað í næsta ár sam­ b ært uppskotinum skulu nýtast 31,5 millió­ nir í íløgum. Harímillum er játtan til íløgu til nýtt havransóknarskip á 20 milliónir krón ur komandi ár. Samlaði raksturin í Fiski mála ráð num skal sambært uppskotinum minka við næstan 20 milliónum krónum og hetta skal koma av, at inntøkutrygdin á 24 milliónir skal takast burtur. Vinnumálaráðið Eitt av ráðunum, sum hevur mist part av fíggjarlógini er Vinnumálaráðið, ið hevur mist umleið 0,3 prosentstig av fíggjarlógini, um uppskotið verður óbroytt. Íløgurnar eru skerd ar, og samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru næstan tær somu, tó eitt vet lægri. Har­ til kann leggjast afturat, at rakstr ar inn­ tøkur nar skulu vaksa nógv, og meira enn rakstr ar útreiðslurnar. Vit síggja eisini, at útreiðslurnar til samferðslu og samskifti eru vaksnar við næstan 100 milliónum krón um, men inntøkurnar skulu vaksa til­ svar andi. Mentamálaráðið 47,5 milliónir er krónutalið Mentamálaráðið Grønlendingar drekka minni Ofta verður sagt, at grønlendingar drekka illa, og at teir drekka nógv verri enn eitt nú danir. Men tað er ikki rætt. Tey seinastu tjúgu árini er rúsdrekkanýtslan í Grønlandi minkað sera nógv við tí úrsliti, at nú drekka grønlendingar minni enn eitt nú danir. Tað sigur grønlendska útvarpið. Tølini vísa, at fyri tjúgu árum síðani drukku grønlendingar 22 litrar av reinum alkioholi í part um árið. Í fjør var nøgdin 10,5 litrar. Gongdin í grønlendsku rúsdrekka­ nýtsluni fekk drúgva umrøðu á einari ráðstevnu í Ålandi í august, og grønlendsku myndugleikarnir fingu rós, sigur KNR. Blóðtøpp av strongd Svensk gransking staðfestir, at strongd kann elva til blóðtøpp í heilanum, sum kann elva til heilaskaða og í versta føri kann vera lívshættisligt. Granskararnir, sum starvast á lærda háskúla­ num í Gøteborg, hava tosað við nógv fólk, sum høvdu havt blóðtøpp í heilanum. Samrøðurnar vístu, at nógv tey flestu høvdu havt trupulleikar við strongd í eitt ár ella meiri, áðrenn tey fingu blóðtøpp. Um orsøkina siga teir svensku granskarar­ nir, at fólk, sum líða av strongd, hava lyndi til at eta ósunnan mat og hava ofta ov høgt blóðtrýst. Teir mæla til fleiri kanning­ ar, tí frágreiðingin kann eisini vera okkurt heilt annað, siga teir. Bleytari køka hesaferð Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu og Jón Tórur Einarsson