Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 192 - 8. oktober 2009 fær afturat í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010. Á íløgusíðuni fær ráðið umleið 26 milliónir krónur afturat og størsti parturin á íløgusíðuni í uppskotinum eru 28 millión­ ir krónur til skúladepil í Marknagili. Samlaði raksturin verður somuleiðis um leið 20 milliónir hægri sambært upp­ skoti num. Hyggja vit at prosentunum av samlaðu køkuni, fær Mentamálaráðið í upp skoti num umleið eitt hálvt prosentstig afturat. Heilsumálaráðið Samlað fær Heilsumálaráðið 9 milliónir krón ur afturat til íløgur, og samlaða rakstr­ ar játtan in er vaksin við næstan 20 millión­ um krónum. Íløgurnar liggja millum annað í víðari umvælingini av sjúkrahúsinum, sum liggur á 34 milliónum krónum í upp­ skoti num til fíggjarlóg. Og Klaksvíkar sjúkra hús hevur fingið 3 milliónir krónur til íløgur í mun til 1 millión í 2009. Somuleiðis hevur Suðuroyar sjúkrahús fing ið 1,5 millión krónur afturat til íløgur. Alt er til umvæling og viðlíkahald. Á rakstrarjáttanini síggja vit millum ann­ að, at Landsjúkrahúsið hevur fingið umleið 14 milliónir krónur afturat til rakstur. Almannamálaráðið Størsta partin av fíggjarlógini eigur Al manna málaráðið, og sambært fíggjarlógaruppskotinum fær ráðið enn meiri pening í 2010. Næstan 68 milliónir aftur at fær ráðið at ráða yvir. Verður hugt at íløgunum sæst, at umleið 33,5 milliónir krón ur kunnu verða afturat til íløgur. Av hes um, sum eru komnar afturat í upp skoti­ num, skulu umleið 27 milliónir nýtast til eldra sam býli. Umframt, at næstan 5 milliónir afturat skulu nýtast til bústovnar. Somu leiðis fær sjálvsognarstovnurin Alv 2 milliónir afturat. Í rakstrarpartinum verða umleið 34 millión ir krónur afturat. Umleið 19 millión ir koma afturat rakstrinum í vanligu for sorg ini og umleið 10 milliónir koma afturat til fyritíðarpensjón. Hesar eru báðar lógar bundnar játtanir. Innlendismálaráðið Ráðið, sum lutfalsliga hevur mist mest pen ing er innlendismálaráðið. Næstan 30 milliónir krónur færri eru til íløgur, og hetta kemst fyrst og fremst av, at játtanin til nýggjar vegir er skerd við 42 milliónum krónum. Hinvegin eru millum ann­ að 22 milliónir komnar í fíggjar lógar upp skot ið til bjálv ing av almennum bygn­ ing um. Raksturin verður í upp­ skoti num somu leið is skerdur við umleið 44 milliónum krón um, og hetta sæst best aftur í stuðuls játtanini á 42,5 milliónir krónur til Norð oya tunnilin, sum ikki er við longur. Tekniskt var hetta ein rakstrarjáttan. Somuleiðis verður rakstur in hjá Landsverki skorin við umleið 14 milliónum. Tó er annar rakstur sum hækkar. Uttanríkisráðið Peningaliga minsta ráðið á fíggjarlógini fær nakrar milliónir afturat at ráða yvir, um fíggjar lógaruppskotið verður verandi. Van­ ligi raksturin hjá ráðnum er minkaður eitt vet, men meiri peningur er fingið til vega at marknaðarføra Føroyar. Talið er 5 millión ir krónur. Hetta hevur við sær, at saml aði raksturin hjá ráðnum er vaksin við um leið 3 milliónum, og hevur við sær, at partur in av fíggjarlógini kann blíva til næst an 1,1 prosent í mun til 1,05 prosent í 2009. Eftirlit við skipum Ein nýggjur fylgisveinur skal halda eyga við skipa­ ferðsluni kring Grønland, skrivar KNR. Verkfrøðilesandi á lærda háskúlanum í Aalborg hava gjørt ein fylgisvein, sum verður sendur upp við einari ballón frá einari støð í Norðursvøríki í dag. Fyglisveinurin, sum fer at sveima í 35 kilometra hædd, skal halda eyga við teimum sokallaðu AIS­tekinunum, sum størri skip skulu lata frá sær við jøvnum millumbili. Talan er um ein royndarfylgisvein. Tann endaliga útgávan, sum skal skal sveima í 700 kilo­ metra hædd og halda eyga við skipum við Grønland, verður skotin út við einari rakett seinni. Kvinnur á Facebook Teir flestu menninir munnu vera komnir til ta niðurstøðu, at tað eru kvinnurnar, sum brúka Facebook, og nú er tað eisini prógvað. Ein kanning, sum stovnurin Jon Lund hevur gjørt, og sum stendur í tíðarritinum "Women socialize", vísir, at kvinnurnar sita á Facebook, og at menninir hyggja eftir tíðindum, tá teir eru á telduni. Kanningin vísir, at 1,3 millión danskar kvinnur brúktu í meðal meiri enn 19 minuttir á Facebook í august mánaði. Menninir brúktu minni enn helvtina. Harafturímóti brúktu menninir munandi meiri tíð enn kvinnurnar til at lesa tíðindi á alnótini. Hyggja vit eftir rakstrinum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, síggja vit, at Innlendismálaráðið, Vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið skulu skerja. Fíggjarmálaráðið verður um tað sama, og hini kunnu hækka raksturin eitt vet Verður hugt at samlaðu íløgunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, sæst, at samanborið játtanina fyri inniverandi ár hava Mentamálaráðið og Almannamálaráðið fingið mest afturat til íløgur. Við sviðusoð er Innlendismálaráðið ÍLØGUR RAKSTUR