Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 192 - 8. oktober 2009 Orka fyrr og nú Í Savnsfagnaðinum í heystfrítíðini og vikuna eftir fer Føroya Fornminnissavn at vísa, hvørjar orkukeldur hava verið brúktar gjøgnum tíðirnar. Ymsastaðni í forvitnisliga savninum eru smáar framsýningar settar upp, sum vísa, hvussu hiti, flutningur og ljós hava broytt seg frá gomlum døgum til dagin í dag. Savnið er í sambandi við Savnsfagnaðin í heystfrítíðini opið millum kl. 11 og 16 frá mánadegnum 12. oktober til fríggjadagin 16. oktober. Tað er ókeypis at koma inn hesar dagarnar. Vit eta meira frukt Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at føroyingar nú eta meira frukt enn kjøt. Roknað upp á árið innfluttu føroyingar í 2003 50 kilo av kjøti fyri hvønn íbúgva, meðan innflutningurin av frukt var 47 kilo fyri hvønn íbúgva. Í fjør vóru tølini ávíkavist 59 kilo av frukt og 51 kilo av kjøti fyri hvønn íbúgva um árið. Hagstovan skrivar á heimasíðuni, at ein orsøk til broytingina helst er heilsuátakið í 2004, har skúlar, abreiðspláss, barnagarðar og onnur vórðu eggjað at seta meira frukt á matarborðið. Nýggi formaðurin í grønlendska kringvarpsstýrinum arbeiðir við einari hugvekjandi ætlan Fjølmiðlar Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Herfyri varð Peter Jensen valdur til formann í stýrin­ um fyri grønlendska kring­ varpið KNR. Í gjár hevði hann fund við starvsfólkið í kringvarpinum, og har kunnaði hann tey um eina ætlan, sum má sigast at vera bæði slóðbrótandi og hugvekjandi. Gongst sum formaðurin ætlar, verða tað almenna kringvarpið KNR, tað priv­ ata sjónvarpið Nuuk TV, bløðini AG og Sermitsiaq og aðrir miðlar savnaðir undir einum taki. Høvuðs­ endamálið er at spara, tí við at húsast undir sama taki kundu teir ymsu miðlarnir spart munandi til umsiting. Eitt nú kundu teir hava fel­ ags móttøku og felags bók­ hald, samstundis sum miðl­ arnir kundu verið felags um ymisk viðurskifti. Peter Jensen sigur við heimasíðuna hjá grøn­ lendska kringvarpinum, at sjálvandi skulu teir einstøku miðlarnir varðveita sítt redaktionella frælsi, hóast teir eru undir somu lon. Hann sigur, at bæði bløðini og sjónvarpið í Nuuk hava víst hugskoti hansara áhuga. Annars ætlar tann nýggi stýrisformaðurin sær at virka fyri, at tað almenna kringvarpið verður skipað sum ein vinnurekandi grunnur. Peter Jensen er formað­ur í grønlendska kringvarps­ stýrinum Mynd: KNR Tá Danmarks Radio varpar út frá árligu landsinnsavningini í Danmark, sum 12 teir størstu hjálparfelagsskapirnir í Danmark skipa fyri, er tað DR, sum má gjalda fyri at vera við StuðulSSendingar Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyrradagin skrivaði Sosial­ urin, at tá Krabbameinsfel­ agið tann 31. oktober fer at hava landsinnsavningina »Føroyar móti krabba«, er tað móti einum gjaldi á 330.000 krónur fyri at fáa Kringvarp Føroya at vera við í innsavningini. Hetta gjaldið er sambært Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, til at dekka allar tær eksternu útreiðslurnar, sum standast av at framleiða tilfar og at fyriskipa sendingina. Árliga er stóribróður Kringvarpsins í Danmark, Danmarks Radio, eisini við í eini árligari landsinnsavn­ ing, sum 12 teir størstu hjálparfelagsskapirnir skipa fyri, »Danmarks Indsaml­ ing«. Tá Sosialurin spurdi seg fyri í Danmarks Radio, um og í tí føri hvussu nógv teir taka fyri at vera við í tiltak­ inum, svaraði Carl Otto Dethlefsen, sum er Udvikl­ ingsredaktør í Danmarks Radio, at »DR ikki krevur pengar fyri at gera árliga innsavningartiltakið – DR betalir fyri at fáa loyvi at varpa tiltakið, sum formelt verður fyriskipað av teimum 12 luttakandi hjálparfelags­ skapunum«. Hetta er tó ikki førið í Føroyum, har Jákup N. Olsen, formaður í Føroya felag móti Krabbameini, váttar, at tey máttu gjalda 330.000 krónur, skuldu tey fáa Kringvarp Føroya at taka lut í innsavningini, og at tað mátti nevndin samtykkja, skuldu tey koma víðari við innsavningini. DR betalir fyri at varpa stuðulssendingar Ætlar at savna allar fjølmiðlarnar undir einum taki Tá Danmarks Radio sendir frá Danmarks Indsamling, sum verður fyriskipað av 12 teimum størstu hjálparfelagsskapunum í Danmark, er tað DR, sum má gjalda fyri at varpa tiltakið út. Tað sama er ikki galdandi í Føroyum mynd: Bjarne Bergius Hermansen, DR