hósdagur 8. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 192 - 8. oktober 2009
Tað er vorðið kostn
aðarmikið hjá fólki
ikki at hava bilin
í lagi – ella ikki at
fylgja ásetingunum
í ferðslulógini, tá tú
koyrir í bili. Hevur tú
einki koyrikort uppi
á tær, kostar tað eina
bót upp á 500 krónur
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin
mánadagin
gjørdi løgreglan ferðslu
kanningar á Kaldbaksveg
num og seinni um kvøldið
eisini í býnum í Havn.
Tilsamans
187
bilar
vórðu kannaðir á Kaldbaks
vegnum, og 21 frágreiðingar
vórðu skrivaðar fyri ymisk
viðurskifti, sum ikki vóru í
lagi.
Allar 21 frágreiðingarnar
føra til bøtur, og haraftrat
gav løgreglan eisini 24 átal
ur fyri eitt nú einstakar
perur, ið vantaðu á bilum.
Tíggju bilførarar høvdu
ikki koyrikortið uppi á sær,
og hinar frágreiðingarnar
vórðu skrivaðar, tí bilar
høvdu eitt nú lyktafeilir ella
ov vánalig dekk.
Klipp í kortið
Mánakvøldið kannaði løg
reglan eisini 39 bilar í býn
um í Havn, og tá vórðu 8
frágreiðingar
skrivaðar,
seks fyri lyktafeilir, ein fyri
vantandi trygdarbelti og ein
fyri, at barn ikki sat í trygd
arbelti.
Løgreglan sigur, at ein
bilførari í hesum báðum
kanningunum
mánadagin
fekk klipp, og tað var bilfør
arin, sum ikki hevði barnið
sitandi í trygdarbelti.
Eftir herðingina í ferðslu
lógini, sum kom í gildi 1.
oktober í ár, er minsta bótin
fyri brot á ferðslureglurnar
500 krónur.
Soleiðis kostar tað eisini
500 krónur, um tú sum bil
førari ikki hevur koyrikortið
uppi á tær, sigur vakthavandi
á politistøðini í Havn.
Eisini í Vágum
Hin 1. oktober, tá broyting
arnar í ferðslulógini komu í
gildi, kannaði løgreglan eis
ini bilar í Vágum.
28 bilar vórðu kannaðir,
og tá skrivaði løgreglan til
samans fimm frágreiðingar
fyri ymiskt, sum ikki var í
lagi, eins og onkur átala
eisini varð givin.
Løgreglan
hevur kannað
nógvar bilar
Landarar í Klaksvík
hava arbeitt upp í 1718
tímar um samdøgnið.
Síðan eru menn farnir
heim at sova, men lagt
hevur verið til brots
aftur morgunin eftir
klokkan 06
landing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasti túrurin hjá flakatrol
aranum Skálabergi var rætti
liga góður. Skipið var fult
undir lúkurnar, og lastin vá
millum 1150 og 1200 tons.
Veiðan er løgd upp og skild
í vørunummur í Norður
havnini í Klaksvík, har 30
landarar hjá Landingarmið
støð Føroya hava havt rætti
liga langar arbeiðsdagar.
30 mans í sving
Pól Fuglø, landingarformað
ur hjá Landingarmiðstøð
Føroya í Klaksvík, sigur, at
teir 30 landararnir byrjaðu
at landa Skálaberg seinasta
leygardag klokkan 15, og
klokkan 22 í týskvøldið í
hesi vikuni var lastin tóm.
Hann sigur, at landað hev
ur verið upp í 1718 tímar
um samdøgnið. Síðan eru
menn farnir heim at sova,
men lagt hevur verið til brots
aftur morgunin eftir klokkan
06.
Landingarformaðurin
vísir á, at veiðan hjá Skála
bergi er býtt upp í umleið
30 vørunummur.
Sum skilst, er stóra last
in longu seld og fer avstað í
hesi vikuni, sigur hann.
Landingarliðið hjá Land
ingarmiðstøðini í Klaksvík
telir vanliga 812 menn, og
tá ið mest er at gera við
bryggjukantin, plagar talið
av landarum at liggja um 16.
Pól Fuglø sigur, at tað
hevur gingið væl at fáa fólk
at landa, nú veiðan hjá Skála
bergi skuldi leggjast upp.
Norðborg landar
Tá vit tosaðu við landingar
formannin í gjár, segði hann,
at Norðborg er á veg á
Klaksvík við umleið 1300
tonsum av frystari vøru,
sum landararnir eisini skulu
fáa upp úr skipinum og inn í
frystigoymsluna í Ánunum.
Saman við vanligu ísfiska
landingunum við Kósa
brúnna, sum eru færri og
fleiri gjøgnum vikurnar, má
sigast, at landing seinastu
tíðina hevur givið monnum
í Klaksvík góðan pening.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag landa tvey línuskip í
Klaksvík. Tey eru Klakkur
og Kvikk, sum báðir hava
verið undir Íslandi hendan
túrin.
Klakkur
hevur
115.000 pund og Kvikk
153.000 pund.
Á Landingarmiðstøðini
í Klaksvík siga tey, at meg
inparturin av veiðini hjá
Klakki og Kvikk er longa
og brosma, men nakað er
eisini av toski.
Línuskipið Helena hev
ur
eisini
landað
sløk
80.000 pund í Klaksvík í
vikuni.
Tvey línuskip
undan Íslandi
Landing kastar av sær
Tað kann gerast kostnaðarmikið at koyra í bili, sum ikki er í lagi – og tað kostar klipp, um børn
ikki sita í trygdarbelti
- Tað hevur gingið væl
at fáa fólk at landa, nú
søguliga stóra lastin hjá
Skálabergi skuldi leggjast
upp, sigur Pól Fuglø,
landingarformaður í
Klaksvík
Methøgur gullprísur
Triðja dagin á rað hevur gullprísurin sett met. Í morgun
vann prísurin seg upp á 1.059 dollarar pr. ounce, svarandi
til 172.592 krónur fyri kilo. Seinnu árini er gullprísurin
meira enn tvífaldaður. Búskaparliga niðurgongdin hevur
merkt, at íleggjarar heldur vilja seta pening í føst virði, og
nú dollarkursurin er komin undir álvarsligt trýst seinastu
dagarnar, er gullprísurin lopin enn longur upp.
Rás2 í Íslandi
Klokkan 9 í morgin fer Rás2 at varpa ljós á felags
íslendskuføroysku søguna og samleikan. Fyri stuttum
skipaði Smyril Line fyri forkunnugari ferð til
Eysturlandið í Íslandi, har Óli Jacobsen var ferðaleiðari.
Á ferðini var farið aftur á slóðina hjá føroyingum, sum
hava livað og virkað í Ìslandi í 20. Øld. Leo Poulsen var
við á ferðini, og hann gjørdi samrøður og upptøkur. Hesar
samrøður og upptøkur vera at hoyra á Rás2 í morgin,
millum klokkan 9 og 10.