hósdagur 8. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 192 - 8. oktober 2009
Fyrr í ár fór Kapping
areftirlitið at kanna
kappingarviðurkiftini
í føroyska fíggjarheim
inum, men tey máttu
gevast, tí tey høvdu
ikki ráð til at gera
kanningina lidna
Kappingareftirlit
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Er rentan, sum føroysku
bankarnir krevja fyri at
læna pening út, ov høg?
Er nøkur verulig kapping
ímillum bankarnar, soleiðis
sum teir sjálvir so staðiliga
tvíhalda um, at tað er?
Alt hetta, og breiðsíðuna
frá landsstýrismanninum í
vinnumálum, sum er nevnd
í hinari greinini, kundu vit
havt fingið svar upp á.
Fyrr í ár fór Kappingar
eftirlitið nevniliga undir at
kanna kappingarviðurskift
ini í føroyska fíggjarheimin
um.
Men Terje Sigurðsson,
deildarleiðari í Kappingarráð
num, sigur, at tey máttu
gevast, tí játtanin til stovnin
er uppi og tey høvdu ikki ráð
til at gera kanningina lidna.
Skert inn á bein
Terje Sigurðsson sigur, at
tað var orsakað av sparing
um,
at
Kappingarráðið
noyddust at leggja kanning
ina á hyllina.
Játtanin á fíggjarlógini
til stovnin varð skerd so
nógv, at vit máttu leggja alt
virksemi á hyllina uttan akk
urát tað mest átrokandi,
sum tað beinleiðis er ásett í
lógini, at vit skulu gera.
Hann sigur, at tá ið lógin
varð broytt í 2008, komu
Kappingarráðið og Vinnu
málaráðið til ta niðurstøðu,
at skuldi Ráðið klára at
umsita øll hesi krøvini for
svarliga, skuldu minst fimm
fólk veru í starvi í Kapping
arráðnum
Tá ið fíggjarlógin fyri
2008 varð løgd fram, varð
lagt upp fyri hesum og tí
vórðu góðar 2,7 milliónir
settar av til Kappingarráðið.
Men løgtingsval hevði
verið, so fíggjarlógin kom
ikki í gildi fyrrenn mitt í
árinum og tað eydnaðist
ikki at seta størvini.
Og tá ið fíggjarlógin fyri
í ár kom stutt eftir, var ein
heil millión skarvað av, so
at vit fingu ikki meiri enn
1,7 millión.
Onki fólk at gera
kanningar
Terje Sigurðsson sigur, at
Kappingarráðið mátti sjálv
sagt laga virksemi til tann
fíggjarliga veruleikan og tí
mátti bæði bankakanningin
og nógvar aðrar kanningar,
leggjast á hyllina.
Í dag er støðan tann, at
játtanin fyri í ár er uppi.
Sostatt er onki fólk til at
gera hesa bankakanningina
og nógvar aðrar kanningar,
sum vit halda, at vit áttu at
farið undir.
Deildarleiðarin sigur, at
sum støðan er nú, fær Kapp
ingarráðið at kalla onki gjørt
uttan tað allarmest neyðuga,
sum lógin beinleiðis áleggur
ráðnum at gera.
Sostatt vísir tað seg, at
fyri so vítt segði Johan Dahl
satt, tá ið hann í Løgtingin
um í gjár segði, at Kapping
arráðið var farið í holt við
at kanna bankarnar, soleiðis
sum greitt er frá í hinari
greinini her á síðuni.
Men veruleikin er, at vit
fóru undir eina slíka kann
ing, men hava ikki havt ráð
til at gera hana lidna og tí er
hon løgd á hyllina.
Amputeraður kapp
ingarmyndugleiki
Her skal leggjast afturat, at
tað er júst Johan Dahl, sum
umsitur kappingarráðið.
Næsta ár hevur landsstýrið
skotið upp at seta 1,9 milli
ón til Kappingarráðið.
Fyri tað játtina kann
Kappingarráðið hava trý
fólk í starvi.
Men tað kunnu vit eisini
gera nakað av nyttu, sigur
Terje Sigurðsson.
Hinvegin sigur hann, at
tað, sum er lagt upp til, er
ein amputeraðu kappingar
myndugleiki.
Hann vísir eisini á, at
Kappingareftirlitið í Grøn
landi hevur eina játtan upp
á 10 milliónir og tað hendir
ongastaðni
í
londunum
rundan um okkum, at kapp
ingareftirlitini verða skerd,
heldur er gongdin tann, at
tey verða styrkt, tí tað verð
ur mett, at slíkt eftirlit hevur
rættiliga stóran týdning.
Johan Dahl staðfestir í
stuttari viðmerking, at støð
an er ikki nøktandi, men at
hann í sambandi við fíggjar
lógararbeiðið fer at royna at
hækka játtanina til Kapping
arráðið.
Hava ikki ráð at kanna um
bankar taka ov høga rentu
Landsstýrismaðurin
í vinnumálum
skjýtur rættiliga
við skørpum
eftir føroysku
bankunum, tí hann
heldur, at teir taka
ov høga rentu
rentustøðið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyska vinnan doyr, tí
bankarnir
mergsúgva
hana við teirri høgu rent
uni, sum teir taka fyri at
læna pening út.
Sjáldan
hava
skotini
ímóti føroysku peningstov
num verið skarpari enn
tey, sum sjálvur landsstýr
ismaðurin í vinnumálum,
Johan Dahl, skeyt eftir
teimum í Løgtinginum í
gjár.
Johan dahl ásannaði
annars, at hetta er ikki eitt
málsøki, hann umsitur í
landsstýrinum.
Men hann helt kortini,
at sum landssýrismaður í
vinnumálum hevur hann
ábyrgd fyri teimum karm
um, sum vinnan hevur at
arbeiða undir og her rokn
ar hann eisini fíggingar
møguleikarnar upp í.
Tað er mín uppgáva at
átala, at rentustøðið í Før
oyum er ov høgt aftur
ímóti rentustøðinum í okk
ara grannalondum, sum
vit kappast við.
Onki samfelag kann
liva við tí, sum tað før
oyska samfelagi í løtuni
er útsett fyri, tá ið tað
kemur til rentur í mun til
okkara grannar.
Vinnan doyr, mann sim
pulthen mergsýgur hana
við tí rentu, sum er í løtuni
í mun til okkara grannar
og eg vóni tað, at bankarnir
hoyra tað og taka tað til sín
og royna at uppføra seg
”anstendugt”, sum hann
tók í eini rættiligari breið
síðu ímóti bankunum í
tinginum í gjár.
Hann helt eisini, at hetta
er ein uppgáva hjá okkara
Kappingarráðið at hyggja
upp á
Og eg veit, at teir
arbeiða við onkrum í løt
uni, legði Johan Dahl aft
urat.
Hvørja ferð, søkt hevur
verið at bankanum fyri at
hava ov høga rentur, hava
teir vart seg við, at tað er
blivið dýrari at reka banka
og at peningur, sum teir
sjálvur læna, eitt nú í
bankapakkanum,
hevur
dýrari rentu og tí noyðast
teir at seta teirra egnu
rentu samvarandi.
Men sum tað sæst í hin
ari greinini her á síðuni,
vóru alt hetta spurningar,
sum vit kundu fingið
greiði á, tí fyrr í ár fór
Kappingarráðið undir at
kanna bankarnar, men
ráðið mátti gevast, tí tey
høvdu ikki ráð til at gera
kanningina lidna.
Bankarnir
mergsúgva
vinnulívið
Kappingarráðið hevur ikki ráð til at kanna um rentan hjá bankunum er ov høg. Vit hava heldur
ikki ráð til at gera aðrar kanningar, sum vit halda, at tað hevði verið rætt at gjørt, sigur Terje
Sigurðsson, deildarleiðari á Kappingarráðnum
Berlusconi mist ógegnið
Grundlógardómstólurin í Italia ógildaði í gjár lógina, sum vardi
Silvio Berlusconi, forsætisráðharra og aðrar leiðandi politikarar
ímóti rættarsókn. Lógin kom í gildi nakar fáar vikur eftir, at
Berlusconi gjørdist forsætisráðharri í fjør, og endamálið var at verja
forsætisráðharran, forsetan og formenninar í teimum báðum
tingdeildunum ímóti rættarsókn. Avgerðin hjá dómstólinum ber í
sær, at ákæruvaldið kann stevna Silvio Berlusconi í einum máli, har
hann er skuldsettur fyri at hava goldið einum fyrrverandi sakførara
tríggjar milliónir krónur fyri at bera falskan vitnisburð í tveimum
rættarmálum í nítiárunum.
Elbilurin dýrari
Tað kostar einar 300 krónur meiri enn mánaðin hjá einum
dana at koyra í einum elbili enn einum bensinbili, sjálvt
um bensinprísurin liggur um níggju krónur, og sjálvt um
einki avgjald er á elbilum. Lærke Flader í Dansk Energi
sigur við danska kringvarpið, at í samanberingini hevur
hann brúkt tveir bilar av slagnum Citröen C1. Teir vóru
líka burtursæð frá, at annar brúkti bensin og hin elorku.
Niðurstøðan var, at aftan á fimm ár var elbilurin 300
krónur dýrari um mánaðin enn bensinbilurin.