hósdagur 8. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 192 - 8. oktober 2009
Anfinn Olsen, reiðari,
heldur, at tað kann
altíð umrøðast, hvørt
tað almenna eigur
at rinda minstuløn
til menn, sum eru
í veiði, ið ikki er
lønandi. Hinvegin er
alt samfelagið bygt
soleiðis upp, at øll
mugu hava eina trygd,
tá tað gongur galið.
Eina slíka trygd mugu
fiskimenn eisini hava,
sigur Anfinn Olsen,
sum umfram at vera
reiðari á flakatrolara
og pelagiskum skipi,
eisini er reiðari
á línuskipinum
Stapanum
Inntøkutrygd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Anfinn Olsen, reiðari, er
ikki so ósamdur við búskap
arfrøðinginum, Kára Peter
sen, um, at tað almenna ikki
hevur til uppgávu at veita
inntøkutrygd til fiskimenn,
sum veiða av fiskastovnum,
ið ikki eru væl fyri.
Vit kunnu altíð umrøða,
hvørt tað er rætt, at tað
almenna rindar minstuløn
til menn, ið eru við skipum,
sum ikki fáa raksturin at
hanga saman, tí ov lítið er
til av eitt nú toski og hýsu.
Hinvegin kunnu fiskimenn
ikki gera nógv við prís
viðurskiftini, ið saman við
lakari veiði hevur verið
størsti trupulleikin hjá eitt
nú línuflotanum í ár.
Reiðarin vil tó ikki siga,
um hann heldur tað vera
rætt, at tað almenna, sum
hevur borið inntøkutrygd
fiskimanna í meira enn eina
hálva øld, nú vil leggja hesa
trygd út til partarnar á
arbeiðsmarknaðinum,
reiðarar og fiskimenn.
Anfinn heldur tað tó vera
skeivt at síggja játtanina á
fíggjarlógini í ár og neyðugu
eykajáttanina seinni í ár
yvir hetta eina árið.
Árið í ár er eitt serstakt
ár, har tað hevur gingið av
skriðuni við fiskaprísunum,
samstundis sum veiðan eftir
eitt nú toski og hýsu hevur
verið av tí lakasta. Vit eiga
at síggja inntøkutrygdina
yvir fleiri ár og meta hana
hareftir.
Reiðarin ásannar, at inn
tøkutrygdin hevur gjørt sítt
til, at Føroyar í dag hava ein
fjølbroyttan fiskiflota, sum
onkusvegna eisini hevur
tænt samfelagnum.
Trygd má vera
Samfelagið er bygt soleið
is upp, at øll mugu hava
eina trygd og flestu hava
eisini eina trygd, tá tað
gongur galið.
Anfinn vísir á, at sjálvandi
skulu fiskimenn eisini hava
eina inntøkutrygd, sum tekur
við, tá túrur av eini ella aðrari
orsøk miseydnast.
Er eingin trygd, verður
trupult at manna fleiri av
skipum okkara, leggur hann
aftrat.
Reiðarin vísir á, at flestu
sita við ymiskum skyldum,
sum fella mánaðarliga, og
verður eingin trygd á sjón
um, verður trupult at fáa
menn at fara til skips.
Tá tað gongur væl, verð
ur lítið ella einki útgoldið í
inntøkutrygd, tí tá fer inn
tøkan yvir tað, sum trygdin
gevur. Tað er hinvegin, tá
tað gongur galið, at skipanin
kemur teimum til góðar,
sum raktir eru, sigur Anfinn
Olsen.
Er væl skiljandi
Nú politiski myndugleikin
greitt hevur sagt, at almenna
inntøkutrygdin,
soleiðis
sum vit hava kent hana,
skal takast av, og eingin pen
ingur er settur av á fíggjar
lógaruppskotinum
fyri
2010, sigur reiðarin seg væl
skilja, at fiskimenn kenna
seg ótryggar.
Jú, eg skilji ógvuliga
væl ta órógv, sum hetta
skapar, nú lagt verður upp
til víðfevndar broytingar av
eini skipan, sum vit hava
havt so leingi.
Sambært
metingum,
kemur inntøkutrygdin í ár at
kosta landskassanum stív
liga 40 miljónir krónur. Siga
vit, at hýrurnar hjá fiski
monnum í ár verða umleið
hálva miljard krónur, svara
hesar 40 miljónirnar til 8%
av útgoldnum hýrum.
Sum eg nevndi, eiga vit
ikki at hyggja upp á inn
tøkutrygdina yvir eitt ár,
men yvir fleiri ár. Hinvegin
dugi eg at síggja, at hesi 8%,
sum talan er um eitt ár sum í
ár, rættiliga hevði verið
steinur oman á byrði hjá
reiðarum og fiskimonnum.
Eisini forskotið
Sambært
Lønjavningar
stovuni hongur forskotið,
sum langfarafiskimenn fáa,
meðan teir eru burtur,
saman við inntøkutrygdini,
tí forskotsskipanin hevur
trygd í inntøkutrygdini.
Anfinn Olsen vísir á, at
forskotsskipanin virkar væl
og er neyðug.
Eitt langfaraskip kann
byrja ein vártúr í januar og
kemur heimaftur fyrst í
mars. Síðan verður veiðan
kanska seld seint í apríl, og
reiðaríið fær ikki peningin
fyrr enn í mai.
Hann vísir á, at ein slík
last bindur nógvan pening
og hevði verið ógvuliga
likviditetskrevjandi,
um
einki alment forskot var, og
reiðarin noyddist at rinda
hýru, áðrenn peningurin
fyri veiðina kemur.
Spurningurin er so,
hvussu
inntøkutrygd
og
forskotsskipan kunnu loysast
– uttan, at hesar skipanir
koma at leggja ov stórar byrð
ar á reiðarar og fiskimenn,
sigur Anfinn Olsen, reiðari.
- Eg skilji væl, at fiskimenn ken
Illveður í Japan
Tað hevur verið av ringasta veðri í pørtum av Japan
síðani í nátt, tá ein tropisk melduródn kom inn yvir
land. Minst eitt fólk hevur latið lív, og fleiri hava fingið
skaða. Vindferðin var uppi á umleið 150 kilometrum um
tíman. Myndugleikarnir siga, at nógvar húsatekjur rivu,
og at streymveitingin fór nógvastaðni. Tað regnaði eisini
sera illa, so fleiri áir fóru upp um áarbakkarnar, so stór
øki standa undir í vatni. Japanska loftferðslueftirlitið
avlýsti einar 200 fráferðir frá flogvøllinum í Tokyo.
Veðurmenninir siga, at veðrið fer at batna í morgin.
Boða bretum sparing
Vinnur tann konservativi flokkurin paramentsvalið í Bretlandi
næsta ár, skulu bretar fyrireika seg til stórar spaningar á tí
almenna økinum. Flokkurin, sum heldur fund í Manchester,
sigur, at ætlanin er at spara 23 milliardir pund tey næstu fimm
árini ella slakar fimm milliardir pund í meðal um árið. Millum
annað ætlar flokkurin at seta í verk lønarsteðg fyri almenn
starvsfólk, samstundis sum sjálv stjórnarumsitingin skal verða
ein triðig bíligari í rakstri enn nú. Sparingin av tí verður
umleið tríggjar milliardir pund og fer at kosta fleiri túsund
arbeiðspláss, skrivar The Daily Telegraph.
- Spurningurin er,
hvussu inntøkutrygd og
forskotsskipan kunnu loysast
– uttan, at hesar skipanir
í einum øðrum líki leggja
ov stórar byrðar á reiðarar
og fiskimenn, sigur Anfinn
Olsen, reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vónin í Fuglafirði
hevur eisini merkt
sviðan av, at føroyska
svartkjaftakvotan er
vorðin so lítil, men
felagið er úti um seg
á framsýningum
uttanlands og
hevur stóran
marknað uttanfyri
landoddarnar
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Pelagiska deildin hjá trol
virkinum Vónini er í Fugla
firði, har eini 25 fólk eru til
arbeiðis um dagarnar. Um
framt tey stóru pelagisku
trolini, sum felagið fram
leiðir, taka tey í Fuglafirði
sær eisini av umvælingum
av teimum stóru nótunum,
sum virkið annars framleiðir
í India.
Um dagarnar, nú fiski
vinnuframsýning er í Ålborg,
er Vónin eisini millum før
oysku luttakararnar.
Fyrr í heyst hevði felagið
eisini bás á velduga stóru
fiskivinnuframsýningini í
Vigo í Spania. Hendan fram
sýning, sum nú verður
hildin sætta hvørt ár, er ein
hin størsta framsýningin í
Evropa av sínum slagi.
Minni svartkjaftur og minni tro