Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 192 - 8. oktober 2009 na seg ótryggar Rakar mánan í morgin Klokkan 11.15 í morgin okkara tíð verður ein brestur á mánanum, tí tá rakar ein partur av einum amerikonskum rúmdarfari mánan við nógvari ferð. Hesin parturin vigar 2,2 tons, og tá hann rakar mánan við 9.600 kilometra ferð um tíman, verða 350 tons av mánadusti slongd einar 50 kilometrar út í rúmdina. Løtu seinni fer hin parturin av rúmdarfarinum ígjøgnum dustið, og hann skal so siga rúmdarstøðini á jørðini, hvat er í mánadustinum. Hóast bresturin ivaleyst er ógvusligur á sjálvum staðnum, sæst hann ikki við berum eygum hiðani av jørðini, sigur amerikanska rúmdarumsitingin NASA. Al-Kaida hóttir Kina Á einum sjónbandi, sum júst er almannakunngjørt, hóttir yvirgangsfelagsskapurin al-Kaida við atsóknum at kinesiskum málum. Sagt verður, at Kina skal fáa somu lagnu, sum Sovjetsamveldið fekk, tá tað datt sundur. Sjónbandið umrøður eisini bardagarnar í kinesiska landspartinum Xinjiang í summar, tá umleið 200 kinesiskir muslimar doyðu í samanbrestum við kinesarar úr Han-ættarbólkinum. Á sjónbandinum eggjar Al- Kaida teimum kinesisku muslimunum til at taka vápnini fram og mælir øðrum muslimum til at hjálpa teimum. Sjálvt um upsaveiðan hevur verið lakari seinastu tíðina enn meginpartin av hesum árinum annars, hevur landingarmiðstøðin Kongs­ havn í Saltangará tó landað 6.000 fleiri í ár enn í fjør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki vanligt, at tríggir ella fýra teir fyrstu dagarnir í vikuni ganga, áðrenn nøkur landing er á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará. Men soleiðis hevur verið hesa vikuna. Upsaveiðan, sum annars hevur verið rættiliga góð í ár, hevur verið lakari tað, ið farið er av heystinum. Soleiðis var eisini í fjør heyst, men tá leið longur út, tók góði upsa- fiskiskapurin seg uppaftur. Fleiri landingar Á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará kunnu tey tó ikki lata illa at, tí samlaðu nøgdirnar, sum lagdar eru upp í ár, eru nógv størri enn undanfarin ár. Hin 30. september í ár hevði land- ingarmiðstøðin landað tilsamans 32.177 tons, sum er sløk 6.000 tons fleiri enn somu tíð í fjør. Fyrstu skipini, sum koma inn at landa hesa vikuna, eru partrolararnir Heykur og Falkur, sum væntandi landa í dag. Hesin túrurin hevur ikki roynst nakað serligur, og skipini hava umleið 150.000 pund inni, meginparturin upsi. Á landingarmiðstøðini siga tey, at onkur skip hava havt hampiliga góðan fiskiskap á Bill Baily-banka, men har er ikki pláss fyri meira enn umleið trimum pørum í senn. Upsin, sum skipini fáa á Bill Baily, er stórur og góður. Heykur og Falkur, sum landa í morgun, hava roynt innari á. Fyrsti upsatúrur Á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey Polarhav og Stjørnuna seinni í vikuni ella mánadagin. Hetta er fyrsti upsatúrurin hjá leirvíkstrolarunum í heyst, síðan skipini løgdu um frá gulllaksi. Ein orsøk til, at landaðu nøgdirnar eru so nógv øktar í ár er, at gulllaksa- veiðan hevur verið so góð í vertíðini. Kongshavn hevur landað 6.000 tons fleiri higartil í ár Fyrstu skipini, sum koma inn at landa hesa vikuna, eru partrolararnir Heykur og Falkur, sum landa í dag. Væntandi verða Polarhav og Stjørnan, sum nú eru á fyrsta upsatúri eftir gulllaksavertíðina, tey næstu skipini Mynd: Vilmund Jacobsen Anfinn Olsen eigur meginpartin av felagnum P/F Regn, sum eigur og rekur línuskipið Stapan. Skipið hevur í summar verið útleigað til virksemið hjá Hanusi Hansen í Grønlandi, men er nú komið heimaftur. Reiðarin ivast í, um loyst verður fyribils, tí einki er at loysa til, so leingi raksturin ikki er lønandi Mynd: Vilmund Jacobsen Bogi Nón, marknaðar- leiðari hjá Vónini, sigur, at tað er ógvuliga umráðandi fyri felagið, sum hevur stóran útflutning av síni framleiðslu, at verða við, har keyparar av eitt nú flótitrolum, kraftblokkanót- um og rækjutrolum savnast og leita sær sambond. - Vit hava deildir í útland- inum, og vit hava nógv sam- skifti og samstarv við útlendskar keyparar. M a r k n a ð a r l e i ð a r i n ásannar, at minkaða svart- kjaftakvotan undir Føroyum eisini hevur sett síni spor á Vónini við minkandi eftir- spurningi hjá føroyskum og útlenskum skipum, sum fiska undir Føroyum. - Eini 10 fólk eru í ár uppsøgd hjá Vónini, men nú aftur hevur verið meira at gera í heyst, eru eini 4-5 fólk komin aftur at arbeiða hjá okkum. Bogi Nón sigur, at høvuðs- marknaðurin hjá Vónini uttanlands er flótitrol, kraft- blokkanótir og rækjutrol. - Tað loysir seg ikki hjá okkum at fara uttanlands við reiðskapi, sum kostar lutfalsliga lítið, men tey stóru trolini og nótirnar er dýrur reiðskapur, leggur hann aftrat. olvirksemi í Fuglafirði