hósdagur 8. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2009
13
H
esa vikuna varpar morgunútvarpið
m.a. ljós á sálarheilsu, og í morgum
umrøddu m.a. fakfelagsfólk “Recovery”,
hetta at fáa arbeiðsfólk á føtur aftur, tá
og um slík onkusvegna “høvdu fingið
um skrúvuna, sálarliga sæð”.
Arbeiði tíðir nógv í tilveruni, fyri
lívsgóðskuna og myndar fyri sín part
lívið sjálvt.
Øll kunnu fáa hóttafall og eina tíð kenna
seg missa fótafestið, privat so væl sum í
arbeiðshøpi. Tað kann kosta
arbeiðsførleika bæði í dygd og vævi,
sjúkrafráveru og lívsdygd.
Tí er tað eitt frambrot, tá og um
arbeiðsgevarar so væl sum fakfeløg gáa
um síni arbeiðsfólk, eisini í sálar- og
trivnaðarhøpi og saman menna skipanir
at lofta sínum fólkum aftur. Tað er
verulig starvsfólkarøkt og umsorgan til
felags gagn.
Hvat íð akkurát kann koppa fólki er
individuelt, og tískil er umráðandi at
hava eina smiðliga hjálparskipan í
tøkum tíma og á røttum staði, so
trupuleikin ikki fær vaksið seg so
óneyðuga stóran, at alment heilsuverk
má uppí, og persónurin kanska kennir
seg eyðmerktan sum beinleiðis sjúkan.
Mínar drúgvu arbeiðsroyndir eru so, at
mangan skal lutfalsliga lítil dugni til,
væl at merkja í tøkum tíma og á røttum
staði.
Mær kunnugt gáa summi føroysk
arbeiðspláss væl um sítt fólk og hava
fastar hjálparskipanir.
Eri júst afturkomin av árligum eftir-
útbúgvingarskeiði innan sálarfrøði-
tænastuna hjá Ríkispolitinum, har av
nýggjum hesuferð var ein sonevnd
KSO-skipan (Kollegial StøtteOrdning),
har ávís starvsfólk, ofta álitisfólkini,
vera útbúgvin til og fáa ávsettar lønar-
tímar til at halda eyga við arbeiðsfør-
leika og vælveru starvsfelaga, sjálvi
dugna ,har tey røkka og annars gjøgnum
starvsfólkaleiðsluna kunnu aktivera ta
landsdekkandi psykologtænastu, sum
stovnurin frammanundan hevur avtalu
um at traðka til í neyðugum føri.
Og øvugt kunnu so slík KSO-fólk á
staðnum seinri fylgja frak-sálarfrøðiligum
tiltøkum upp til tess at vissa er fingin fyri,
at vána støða veruliga er bøtt arftur, og at
meðarbeiðari aftur er uppi í fullum snúvn-
ingum og kennir seg samsvarandi væl.
Stavnhaldið er ikki at sneyta í privátum
forløgum, men verulig starvsfólkarøkt
og at gáa um og bøta á røttum staði í
tøkum tíma, áðrenn sálarlig skeina gerst
til óneyðugt varandi mein.
Fólk, sum onkusvegna kenna seg vera í
kreppu ,kunnu vera ørðkymlað og
orka mangan sjálvi ikki at søkja sær
neyðuga hjálp, og tí er tað neyðugt, at
onkur onkusvegna nærstandandi gáðar
erftir og traðkar til at aktivera neyðugan
dugna, veri tað seg innanstovna ella frá
alment etableraðum heilsustovnum.
P.S. Annars fyllir føroysk psykiatri
seinri í hesum mánaði hálvthundrað ár,
og í míni verð er størsta frambrotið av
fleiri munandi HUGBURÐSBROYT-
INGIN rætta vegin frá at hava seg burtur
frá sálarsjúkum fólkum til at tola og
viðurkenna slík sum náttúrligan part í
almena rúminum og umsíðir ásanna, at
tað at fáa sálarligt bakkast kunnu vit øll
ella onkur í næstrahøpi eiga á. Tað er
tískil eingin persónlig skomm, har øll
burdu vara av hvørjum øðrum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Sálarlig umsorgan
í arbeiðshøpi
Tíðargreinin
tíðargreinin
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Tað er neyðugt, at nærstandandi persónar duga at traðka til, tá fólk á
arbeiðsplássinum hava sálarligar trupulleikar