Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 192 - 8. oktober 2009 tíðindi Føroyska oljufelagið bjóðar nú út 1.500.973 nýggj partabrøv til kurs 125. Peningurin skal fyri ein stóran part nýtast til at gjalda lán aftur og at tryggja felagnum ein framhaldandi sunnan rakstur PARTABRØV Leo Poujlsen leo@sosialurin.fo Í dag byrjar tekningin til 1.500.973 nýggj partabrøv í føroyska oljufelagnum, Atlantic Petroleum. - Tað hevur alla tíðina lig- ið í kortunum, at vit skulu bjóða út nýggj partabrøv til at rinda lán aftur við, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. Hann hevur forhoyrt seg millum verandi partaeigarar og á marknaðinum annars, og hann metir, at áhugi er fyri at tekna partabrøv í felagnum, bæði í Føroyum og uttanlands. - Áhugin er bæði millum verandi partaeigarar og møguligar nýggjar, stað- festir Wilhelm Petersen. Partabrøvini verða boðin út við forkeypsrætti millum partaeigararnar. Tað stendur teimum í boði at keypa við lutfallinum 4:3 og tað merkir, at teir kunnu keypa fýra nýggj partabrøv fyri hvørji trý, teir eiga framman undan. - Verandi partaeigarar kunnu sostatt keypa parta- brøvini, ella teir kunnu velja at selja forkeypsrættin til nýggjar partaeigarar, sigur Wilhelm Petersen. Tað er eingin avmarking sett í keypstreytirnar sum so, og tí er tað upp til fólk sjálvi at velja, hvussu nógv tey ynskja at keypa. Góð inntjening Atlantic Petroleum er longu komið hartil, at felagið fram- leiðir úr tveimum brunnum í Norðsjónum. Fyrsta »føroy- ska« oljan spratt í september 2008 úr einum brunni á Chesnut-økinum, og í august í ár byrjaði framleiðsla úr einum brunni á Ettrick- økinum. - Vit høvdu kunna nýtt inntøkurnar frá hesum fram- leiðslum at goldið lánini aftur við, men vit skulu jú framhaldandi arbeiða við nýggjum verkætlanum, og tí valdu vit at styrkja felagið við nýggjari kapitalhækkan, sigur Wilhelm Petersen. Við útboðnum av nýggj- um partabrøvum miðar Atlantic Petroleum ímóti at fáa fleiri stórar íleggjarar uttanlands, og stjórin metir, at møguleikarnir skuldu verið góðir. - Vit hava eina góða inn- tjening við verandi fram- leiðslu, og tað skapar áhuga millum útlendskar íleggjar- ar. Hartil fara vit væntandi undir framleiðslu á tveimum nýggjum økjum innan langt um líður, sigur Wilhelm Petersen. Góðar vónir Atlantic Petroleum hevði ein kunnandi fund í Norð- urlandahúsinum í gjár- kvøldið, har bæði verandi partaeigarar og onnur áhuga vórðu kunnað um tilgongd- ina og hvussu tey skulu fyrihalda seg, ynskja tey at keypa partabrøv. - Áhugin var rættiliga stór- ur, og fitt av fólki var møtt, sigur Wilhelm Petersen. Hann óttast ikki fyri, at tað fer at verða trupult at sleppa av við partabrøvini, sjálvt um figgjarkreppan nívir. Hann heldur, at góða inntjeningin hjá felagnum og útlitini fyri tveimum nýggj- um framleiðslum innan stutta tíð fer at tryggja avsetning av partabrøvunum. Tekningin av nýggju parta- brøvunum, sum fara at geva Atlantic Petroleum eina kapitalhækkan upp á 188 milliónir krónur, byrjar í dag og heldur fram til 27. oktob- er. Kapitalhækkingin verður skrásett hjá Skráseting Før- oya væntandi 2. november, og almenn skráseting verður so á NASDAQ OMX vænt- andi 3. november. Atlantic Petroleum styrkir støðuna Wilhelm Petersen hevur góðar vónir um søluna av nýggju partabrøvunum, sum fer at geva Atlantic Petroleum eina kapitalhækkan upp á 188 milliónir krónur Folk & Blues Hvørt hóskvøld kl. 21 B&O partabrøv hækka Partabrøvini í B&O hækkaðu í dag á børsinum, eftir at hallið í roknskapinum, sum varð kunngjørt í dag, var minni enn væntað. Hars kroysta partabrævið hækkaði 9,6% til kurs 68,5. Bang & Olufsen niður- justera vónirnar til søluna, men rokna framvegis við, at fyritøkan í Struer fer at náa eitt nullúrslit í ár. Summarmánaðirnar botnaðu partabrøvini við einum kursi á 34,7. Tað eru ikki meiri enn trý ár síðani, at kursurin fyri B&O lá uppi á 375, skrivar boersen.dk. SMS Kviklån stóra bót SMS Kviklån varð í mars í fjør meldað til Brúkaraumboðs- mannin, og nú hevur fyritøkan góðtikið at gjalda eina bót upp á 150.000 krónur fyri at hava givið villleiðandi upplýsingar til brúkaran. Á sumri 2007 fram til várið 2008 lýsti SMS Kviklån við árligum kostnaði upp á millum 20% og 35%. Men útrokn- ingar hjá Brúkaraumboðsmanninum hava síðani víst, at fyri størsta lánið upp á 3.000 krónur varð kostnaðurin heili 15.000 prosent, meðan eitt lán upp á 500 krónur kostaði eina millión prosent, skrivar boersen.dk.